Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 4. juli 2008 17 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, hjálpsemi og stuðul, tá okkara elskaði lítli sonur Rókur Gunnleivsson doyði og varð jarðaður. Vit takka fyri vakrar blómur og kransar. Tøkk til starvsfólkið á føðideildini og lækna fyri góða ráðgeving og hjálpsemi. Og tøkk til prestin fyri góð og troystarrík orð. Eisini vilja vit takka tykkum, sum vóru um okkum á føðideildini og til jarðarferðina, og sum stukku inn á gólvið dagarnar eftir jarðarferðina. At enda hjartans tøkk fyri allar heilsanir, ið vit hava fingið. Marianna og Gunnleivur Tíðindaskriv Á Varmakeldu heldur Fugla­ fjarða kommuna 90 ár føð­ ingardag. Í hesum sambandi skipar kommunan í sam­ starvi við Mentanarhúsið fyri góðum morgunmati leygarmorgunin frá kl. 10­ 12 fyri borgarum í komm­ ununi. Undir borðhaldinum spælir Jógvan á Lakjuni hugnaligan klavertónleik og hornorkestrið fer eisini at spæla eina løtu fyri gestu­ num. Varmakeldan í Mentanar­ húsinum byrjar tó fríggja­ dagin kl. 19 við café. Klokk­ an 19 fer trompetúrmæling­ urin Rúni Hentze at spæla, og klokkan 21 trína Helgi Midjord og Niels Midjord á pallin við góðum løgum. Klokkan 23 verður dansur við feita rockorkestrinum Eager to Please og DJ Lena undirheldur í pausunum. Hetta kvøldið er einki ald­ ursmark. Klokkan 16­23 leygardag­ in heldur hugnin fram við føðingardagscafé í Mentan­ arhúsinum. Klokkan 16 skipar ÍF fyri barnatiltaki í niðara sali har vælumtókti gyklarin Asbjørn undirheld­ ur børnunum. Kl. 19 undir­ heldur Óli Johannesen á harmoniku í caféini. Fjølbroytta skráin heldur áfram, tá singer/songwriter Petur Háberg, eisini kendur sum Bet You are William, fer at spæla fyri Varma­ keldugestum kl. 20, meðan dramatiski lygnarin Budam fer at undirhalda kl. 21. Vælumtókti Finnur Jensen fer at enda caféina við ein­ um brakið kl. 22. Eager to Please spæla til dans aftur leygarkvøldið við dansivina­ ligum rocki, og DJ Sleize heldur dansarunum heitum í pausunum. Hetta kvøldið er 18 ára aldursmark. Sunnudagin er Fólkafund­ ur á torginum við Mentanar­ húsið kl. 14.30. Í ár er røð­ arin Sonja Jógvansdóttir. Aftaná letur caféin í Ment­ anarhúsinum upp, og hend­ an dagin sleppa ungir eystur­ oyingar at prógva teirra talent. Ársins songrødd Anna Nygaard av Glyvrum er fyrst á pallinum kl. 16 og aftaná hana syngur lokala Durita Mohr Jacobsen, sum eisini luttók í kappingini. Kl. 18 spælir Bárður á Lakj­ uni saman við øðrum góð­ um kreftum. Varmakeldan endar í Mentanarhúsinum við eini konsert, sum ÍF skipar fyri. Tað er navnframi Hans Hjalti Skaale, sum fer at spæla kl. 20. Vit gleða okk­ um at síggja nógvar glaðar Varmakeldugestir í Mentan­ arhúsinum hetta vikuskift­ ið! 90 ára føðingardagur í Mentanarhúsinum nøvn Prógv Tórhallur Reinert úr Norðradali hevur mánadagin tann 16. juni 2008 lokið prógv sum Logistikøkonom á Vejle Handelsskole. Tann 24. juni fekk Palma Abrahamsen Petersen, Fugla­ fjørður, prógv sum professionsbachelor í fysioterapi á Professionshøjskolen University College Nordjylland í Aalborg. 27. juni hevur Katrin Joensen lokið prógv sum Cand. Mag. innan Culture, Communication & Globalization á Aalborg Universitet. 24. juni fekk Eyðun Ryggshamar, Fuglafjørður, búsitandi í Esbjerg, prógv sum framleiðslutøkningur. Brandur Olsen, Tórshavn hevur tann 16. juni tikið prógv sum Bachelor í klassiskum tónleiki, við klassiskum guitar sum sergrein. Hann hevur lisið á Carl Nielsen Musikkonservatoriinum í Odense. Karl Danielsen í Saltangará, hevur staðið royndina sum bakari, við rós, á EUC Ringsted, og 4.juli fekk hann handað sveinabrævið á bakarínum í Saltangará. 27. juni fekk Sonnie Bjarnason úr Fuglafirði prógv handa sum Lastbilmekanikari frá Skjern Tekniske Skole. Tann 9. juni 2008 fekk Bjarki Mohr prógv sum Master of Business Administration in Strategic Management, frá Business Institute í Aalborg, við sergrein í altjóða strategiskari leiðslu. Bjarki Mohr starvast í Føroya Banka samtakinum. Prógvhandanin varð hildin 13. juni 2008 á Aalborg Kunst Museum. Fríggjadagin 27. juni 2008 fekk Tommy Lervig Jacobsen úr Leirvík prógv sum skipsstjóri (Dual Purpose Skibschef) frá navigatións­ og maskinmeistaraskúlanum hjá SIMAC í Svendborg. Konfirmatión Sunnudagin tann 6. juli 2008 verður dóttir okkara Elin Margreta Nolsøe Jacobsen konfirmerað í Skála Kirkju. Veitslan verður hildin í matarhøllini í Ítróttarhøllini á Skála og eru øll vælkomin eftir døgverða. Heilsan Gudrun og Eyðun Berth