Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 • 4. juli 2008 VIKUSKIFTI 17 sansir.fo Stokkhólm / Prísur: 5.995,- 95 m 95 m Kom við á slóðina hjá Bellman og Abba. Ferðin er full av spennandi upplivingum og frásagnum. Søgan um tónasmiðin og íspegilin Bellman verður søgd, og tú upplivur heimskenda ABBA-leikin, Mama Mia. Ferðin er frá 14. til 17. august og tú býrt á 4 stjørna hotelli í miðbýnum. Les meira á atlantic.fo. Bílegg ferðina á telefon 34 10 40. sansir.fo atlantic.fo / Tel 34 10 40 − á føroyskum veingjum í 20 ár ester City høvdu árskort til heimadystirnar á Maine Road Leikvøllinum hóttu við at boykotta felagið. Og fekk høvuðsskrivstovan hjá Manchester City nógv mótmælisbrøv úr øllum Onglandi. 20.000 fólk mótmæltu í gøtunum í Manchester, og stóð at lesa á mongum skeltum: “Off with the German”. Haraftrat skuldi Trautmann avloysa Frank Swift, sum júst hevði lagt frá sær. Swift hevði til dags dato verið besti málverjin Manchester City hevði átt, og hevði eisini vart málið hjá Onglandi, og var hann millum best umtóktu spælarnar nakrantíð. Liðskiparin hjá Manchester City, Eric Westwood skar ígjøgnum – sjálvt um hann ivaðist sum privatpersónur – tá hann skuldi bjóða Trautmann vælkomnan uppí hópin við at siga mergjaðu orðini: - Tað er einki kríggj í hesum skiftirúminum. Trautmann fekk sín fyrsta dyst fyri Manchester City tann 19. november í 1949, og var talan um ein dyst ímóti Bolton Wanderers. Hann stóð væl hendan dystin, og rakstrarrópini ímóti honum gjørdust alsamt færri undir dystinum, tá viðhaldsfólkini sóu, at 26 ára gamli høgi og atletiski týskarin dugdi síni ting. Ikki spardur á útivølli Men Trautmann bleiv ikki spardur á útivølli. Á summum leikvøllum var so nógv rópt eftir honum, at hann tíðum misti konsentrasjónina. Í desember 1949 læt hann 7 mál inn í einum útidysti ímóti Derby County. Fyrsti dysturin hjá Trautmann í London var ímóti Fulham, í januar 1950. Taboidpressan í London bygdi ein hatursstemning upp ímóti manninum, sum hevði verið partur av Luftwaffe, sum hevði bumbað London so illa undir krígnum. Áðrenn dystin róptu Fulham-áskoðarnir “Nazi” og “Kraut” eftir honum, sum dysturin leið sóu heimaáskoðarnir eitt málmansspæl á so høgum støði, at tey gapandi góvust við at rópa ókvæmisróp eftir Trautmann. Fulham umringaði málið hjá City, men bert tað einu ferðina noyddist Trautmann inn í málið eftir bóltinum, hann hevði eitt ótal av bjargingum í dystinum, sum Fulham vann 1-0. Tá dysturin var liðugur runnu spælarnir hjá City og Fulham yvir til endan av vøllinum, har teir gjørdu ein heiðurstunnil fyri Trautmann, og var tann stóri týskarin klappaður út av tí stóru áskoðarafjøldini á Graven Cottage Leikvøllinum. Manchester City flutti niður eftir lokið kappingarár, men framtíðin hjá Trautmann var tryggjað FA Cup Trautmann vísti eisini klókt spæl, har hann dugdi væl at seta spælið í gongd aftur við at tveita bóltin presist fram til viðspælarar. Kappingarárið 1950-1951 spældi City seg upp aftur í 1. deild, sum var besta deildin í Onglandi tá. Liðið helt sær nú í deildini, og í 1955 spældi liðið seg í FA-Cup finaluna á Wembley, her máttu teir tó lúta fyri Newcastle. Longu eftir 45 sekund vóru teir aftanfyri 0-1, og aftaná 18 minuttir mátti Jimmy Meadows fara av vøllinum skaddur, tá í tíðini vóru útskiftingar ikki til. 10 ímóti 11 tapti Manchester City 1-3 ímóti Newcastle. Men í 1956 eydnaðist tað. City kom aftur í FA Cup finaluna, hesaferð ímóti Birmingham. Stutt áðrenn finaluna, hevði enska ítróttarpressan valt Trautmann til “Ársins Fótbóltsspælara”. Manchester City vann finaluna 3-1, men tað er ikki úrslitið sum ger finaluna legendariska. Tá 75 minuttir vóru spældir hendir ein samanstoytur millum Trautmann og Peter Murphy hjá Birmingham inni í brotsteiginum hjá City. Trautmann fekk knæið hjá Murphy í nakkan, men aftaná nakrar minuttir reistist hann, og spældi víðari skaddur. Alt Wembley sá, at Trautmann hevði nógva pínu, og Philip prinsur hevði tað á orðið tá hann gav honum vinnara-heiðursmerkið. Trautmann fór - hóast hann ikki kundi flyta høvdið – til sigursveitsluna. Hann fór til songar í vissuni um, at tað fór at ganga yvir. Hann fór til eitt sjúkrahús í London dagine ftir, har hann fekk at vita, at tað nokk skuldi laga seg. Men 3 dagar seinni var hann kannaður á sjúkrahúsinum í Manchester. Har vístu røntgenmyndirnar, at tann eini geislin í nakkanum var knekkaður í tvey, 3 aðrir vóru farnir av lagi, og var bert talan um millimetrar, og Trautmann hevði verið deyður av skaðanum hann fekk í FA Cup finaluni. Henda hendingin gjørdi hann til eina sanna fólkahetju í Manchester og kring Ongland. Trautmann spældi við Manchester City fram til 1964. Síðsti dysturin gjørdist ein sonevndur “Testimonial” har hann var liðskipari á einum felags Manchester-liðið, har Bobby Charlton og Denis Law vóru við. Mótstøðuliðið var eitt serstakt lið við fyrrverandi og táverandi enskum landsliðsleikarum, har m.a. Stanley Matthews og Tom Finney vóru við. 60.000 fólk møttu upp á Maine Road fyri at takka Bert Trautmann fyri tíðina í Manchester City. Seinni var Trautmann heiðraður av ensku drotningini. Vit enda við orðum Bert Trautmanns: - Eg vann FA Cup, eg gjørdist ársins fótbóltsspælari, og fekk OBE-ordanin frá enska kongshúsinum, men tað týdningarmesta fyri meg, var hvussu fólkið í Lanchashire, og hvussu fólkið í Onglandi accepteraðu meg. Eg sum fyrr hevði verið fíggindi teirra.