Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 127 - 4. juli 2008 Stutt Sagt Bretar stuðla Pakistan Bretska stjórnin hevur gjørt av at økja tann fíggjarliga stuðulin til Pakistan. Bretski menning­ armálaráðharrin, Douglas Alexander, sum er í pak­ istanska høvuðsstaðnum Islamabad, segði í gjár, at Bretland ætlar at tvífalda sín stuðul til Pakistan, soleiðis at hann verður umleið 480 milliónir pund tey næstu fimm árini. Bretskir embætismenn siga við BBC, at pengarnir skulu millum annað brúkast til at hjálpa tí fátæka partinum av tí pakistanska fólkinum og til ymiskar menningar­ verkætlanir á leiðunum fram við afghanska markinum. McCain skiftir ráðgeva Republikanska forseta­ valevnið í USA, John McCain, hevur gjørt av at styrkja sítt ráðgevalið, nú allar meiningakanningar vísa, at demokraturin Barrack Obama er betur umtóktur millum velj­ ararnar. Ricks Davis, sum hevur verið leiðari fyri ráðgevunum hjá McCain, sigur, at Steve Schmidt er settur í hansara stað, og at sjálvur skal hann hjálpa McCain at finna eitt egnað varaforsetaevni. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at í veruleik­ anum hevur John McCain sett Ricks Davis til viks. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg vóni framvegis, at eg kann tæna landi mínum, Kolombia, sum landsins forseti Ingrid Betancourt útlond Tað gongst illa hjá teimum størstu flog­ vallunum í Evropa at halda tíðirnar hjá flogførunum Nýggj tøl frá evropeiska flogfelagsskapinum AEA vísa, at tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru 22,4 prosent av øllum flogfør­ unum, sum komu ella fóru frá teimum størstu flogvall­ unum, seinkað meiri enn eitt korter. Tað var uppaftur verri enn somu mánaðir í fjør, tá 20,5 prosent av flogførunum vóru seinkað. AEA sigur, at tað gongur skjótari at avgreiða ferða­ fólkið og viðførið nú enn í fjør, men harafturímóti brúkaflogvallirnir longri tíð enn fyrr at gera av, hvørja leið tey einstøku flogførini skulu flúgva. Heathrow­flogvøllurin við London er tann, sum hevur størstu trupulleikarnar við at halda tíðirnar hjá flogførunum. Í fyrsta ársfjórðingi í ár vóru meiri enn 44 prosent av flog­ førunum seinkað meiri enn eitt korter, áðrenn tey fingu loyvi at seta seg ella sluppu á flog haðani. Teir størstu flogvallirnir í Norðanlondum hava ikki tey bestu hagtølini at vísa á, tá tað snýr seg um at halda tíðirnar hjá flogførunum. Helsinki er tann triðringasti í Evropa í so máta. Har eru 29,2 prosent av flogførunum seinkað. Í Keypmannahavn eru 25,7 prosent av flogfør­ unum seinkað, í Stockholm 23,2 prosent og Gardermoen í Oslo 22,9 prosent. Seinkingar á nógvum flogvallum Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár vóru 22,4 prosent av øllum flogførunum, sum komu ella fóru frá teimum størstu flogvallunum í Evropa, seinkað meiri enn eitt korter Ingrid Betancourt ætlar sær at byrja aftur, har hon misti endan í 2002 í samband við forsetavalið í Kolombia Fyri seks árum síðani stillaði Ingrid Betancourt upp til forsetavalið í Kolombia, men hennara sjónarmið hóvaðu ikki teirri vinstrasinnaðu uppreistrar­ rørsluni FARC, sum burtu­ rflutti hana. Fyrradagin slapp Ingrid Betancourt leys, og alt fyri eitt boðaði hon frá, at hon hevur ikki slept ætlanini um at gerast kolombiskur forseti. Tey seks árini sum gísli í frumskóginum hava ávirkað heilsu hennara, men ikki tað politiska málið: ­ Eg vóni framvegis, at at kann tæna Kolombia sum landsins forseti, segði hon við tíðindafólk gjáranáttina. Politiskir eygleiðarar siga, at hon kann røkka málinum. Teir vísa á, at hon er tann best kenda kvinnan í Kolombia, pápi hennara var forseti, og harafturat er hon kend uttan fyri Kolombia. Hon vil gerast forseti Ingrid Betancourt og kolombiski forsetin, Alvaro Uribe Mynd: Polfoto John McCain var ikki nøgdur við ráðgevan Mynd: AP