Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 127 - 4. juli 2008 P/F Demich, sum er størsta HVS fyritøka í Føroyum og Sp/F Leivur Nattestad, sum er størsta HVS fyritøka í Vágum, hava gjørt av at leggja virksemið saman Samanlegging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Endamálið við samanlegg­ ingini millum Demich og Leivur Nattestad er at økja um vøruútboðið og at styrkja um tænastuna mót­ vegis viðskiftafólkunum. P/F Demich hevur út við 50 ára royndir á sínum øki, og Sp/F Leivur Nattestad hevur meira enn 40 ára royndir innan HVS­økið. Stórt samtak Virksemið hjá Demich, sum hevur 46 fólk í starvi í handlum og á verkstøðum í Havn, Vági og Saltangará, fevnir um alt HVS­arbeiði – hita, ventilatión, sanitet umframt jarn og blikksmíð. Demich hevur gjøgnum árini tikið sær av stórum verkætlanum til vinnulív og almennar byggingar, um­ framt at fyritøkan hevur tikið sær av smærri arbeiðum fyri privatfólk. Sp/F Leivur Nattestad hevur havt handil og verk­ stað í Miðvági, og virksemið hjá felagnum hevur eisini fevnt um alt HVS­arbeiði – og ikki minst við serligum atliti til orkusparandi loysn­ ir til síni viðskiftafólk. Styrkir samtakið Nú feløgini hava gjørt av at leggja saman, verður handi­ lin hjá Sp/F Leivi Nattestad í Vágum latin aftur, tí sam­ takið frammanundan hevur stórar handlar í Havn og Saltangará, sum eisini kunnu nøkta tørvin í Vág­ um. Tænastan í Vágum verður hinvegin styrkt við, at samtakið Demich hevur munandi fleiri starvsfólk, sum eisini kunnu nøkta tørvin í Vágum. ­ Samanleggingin fer at styrkja felagið soleiðis, at samtakið kann veita betri ráðgeving og betri heildar­ loysnir – eisini innan orku­ sparandi tiltøk og loysnir til viðskiftafólk um alt landið, siga teir tríggir, Torbjørn Hansen, sum er stjóri hjá Demich í Havn og í Vági, Jørgin Jacobsen, sum er stjóri í Saltangará og Atli Nattestad, sum hevur verið virkandi stjóri hjá Sp/F Leivur Nattestad í Vágum. Holl servitan ­ Demich hevur servitan innan orkasparandi loysnir við vanligum ketlum, og vit hava einaumboð uppá ein tann mest orkusparandi ket­ ilin á danska marknaðinum. Vit hava eisini verkfrøðingar, handverkarar og sølufólk í starvi, sum øll hava drúgvar royndir á sínum øki. Teir tríggir siga, at Sp/F Leivur Nattestad hevur ser­ vitan innan orkusparandi loysnir við hitapumpum og hevur einaumboð upp á Vølund/ Nibe, sum er ein tann størsti framleiðarin av hitapumpum í Evropu, samstundis sum felagið er størsti veitari á sínum øki á danska marknaðinum. ­ Vølund/Nibe hitapump­ ur eru seinastu árini settar upp kring allar Føroyar, og royndirnar hjá Sp/F Leivi Nattestad vísa, at stórar sparingar kunnu fáast við røttu loysnunum. Betri heildarloysnir Teir tríggir siga, at við sam­ anleggingini kann samtakið Demich nú veita eina upp­ aftur betri tænastu, eitt størri og meira fjøltáttað vøruútboð og uppaftur betri heildarloysnir til viðskifta­ fólk innan alt HVS­økið. ­ Ikki minst er samtakið nú vorðið sterkari innan orkusparandi loysnir, bæði til vinnulív, tað almenna og privata húsarhaldið, siga teir tríggir, Tórbjørn Han­ sen, Jørgin Jacobsen og Atli Nattestad, sum nú er vorðin partur av tí stóra Demich­ samtakinum. - Málið hjá okkum er, at tað skal vera eitt »konsept« at koma inn á tær tríggjar deildirnar hjá Demich kring landið, sigur sølu- og marknaðarleiðarin, Heini Joensen Demich Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo ­ Vit hava tann fyrimun fram um aðrar slíkar fyri­ tøkur í landinum, at vit hava verkfrøðingar í starvi hjá felagnum. Tað sigur Tórbjørn Hansen, stjóri. Hann vísir á, at uppgáv­ urnar hjá verkfrøðingunum eru at gera verkætlanir fyri viðskiftafólk. ­ Vit bæði bæði projektera, geva tilboð og fremja arbeiði. Byggifyritøkur og onnur kunnu koma til okkara, og so vilja vit í samráð við arbeiðstakarar verða við til at leggja loysnirnar til rættis, leggur stjórin aftrat. Eitt konsept Heini Joensen, sum er settur at taka sær av handils­og marknaðarpartinum hjá Demich­fyritøkuni, sigur, at málið hjá teimum er, at tað skal vera eitt »konsept« at koma inn á tær tríggjar deildirnar hjá Demich kring landið. ­ Vit vilja gjarna, at han­ dils­ og tænastuparturin skal veksa, eins og vit í størri mun vilja røkka set­ húsamarknaðinum. Okkara útboð innan hvs er stórt, og tað er eisini áhugavert. Vit hava skipað okkum soleiðis, at alt, sum fæst á einari deild, fæst á øllum trimum deildunum hjá okkum, og og soleiðis fevnir handils­ virksemi um eitt og sama konsept, sigur Heini Joen­ sen, sølu­ og marknaðar­ leiðari hjá Demich. Demich er eitt samlað konsept HVS fyritøkur leggja saman í Demich-samtak Teir tríggir stjórarnir, Tórbjørn Hansen, stjóri hjá Demich í Havn og í Vági, Jørgin Jacobsen, stjóri hjá Demich í Saltangará – og Atli Nattestad, sum hevur verið stjóri hjá Sp/F Leivur Nattestad í Vágum Mynd: Vilmund Jacobsen Atli Nattestad hevur seinastu árini arbeitt nógv við hitapumpu­ skipanum og kemur við sínum royndum og kanningum at veita viðskiftafólki hjá Demich eina munadygga tænastu á orkusparandi økinum Mynd: Vilmund Jacobsen