fríggjadagur 4. juli 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 4. juli 2008
27
Sóknast verður eftir vaktleiðara til Kommunalu brennistøðina á Hjalla.
Arbeiðið umfatar rakstur av brenniovni í døgnvaktarskipan umframt
umvæling og røkt av útgerð, maskinum o.ø. á brennistøðini.
Førleikakrøv
Tú ert útbúgvin handverkari, helst innan jarn/metal. Fyrimunur er við
royndum á viðkomandi øki. Tú hevur eisini koyrikort og teldukunnleika
á brúkarastigi.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett frá 1. september 2008 ella skjótast til ber. Starvið
verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Meira at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bárð Michelsen,
leiðara, tlf. 228918, ella Mikkjal Absalonsen, tekniskan leiðara,
tlf. 217582.
Umsóknir
Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir
skulu sendast til Tórshavnar kommunu, Postsmogu 32, FO-110
Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juli 2008
kl. 12.00. Viðmerkið „Vaktleiðari til Kommunalu brennistøðina“
á umsóknina.
Eldsál
søkist
Tórshavnar kommuna
Vaktleiðari til Kommunalu brennistøðina