Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 127 - 4. juli 2008 Rúsdrekkasølan skal lyftast upp á eitt hægri tænastustig Sølu- og tænastuleiðari søkist Í sambandi við at Rúsdrekkasøla Landsins setur fokus á at menna tænastuveitingar sínar, verður lýst eftir leiðara at standa á odda fyri hesum arbeiði. Viðkomandi, ið settur verður, verður leiðari fyri sølu- og tænastudeildini, hvørs uppgáva er at tryggja eina góða tænastu- veiting til allar viðskifta bólkar hjá Rúsdrekkasølu Landsins í samsvari við verandi lógar- ásetingar og strategisku ætlanina hjá fyritøkuni. Viðkomandi skal duga at standa á odda fyri broytingum, vera við til at menna fyritøkuna á tænastu økinum og fer at hava um hendi nógv samskifti við kundar og aðrar viðskiftabólkar. Í samljóði við endamálsorðingina um viðvirkan til tálming verður dentur eisini lagdur á øki sum ráðgeving, vegleiðing, upplýsing og fyribyrgjandi átøk, herímillum heimasíðurøkt, skeið um vørur okkara og kanningar. Sølu- og tænastuleiðarin vísir til stjóran og verður partur av leiðslubólkinum. Handils- leiðararnir og goymsluleiðarin vísa til sølu- og tænastuleiðaran. Arbeiðið fevnir um nógvar tvørgangandi arbeiðs uppgávur, loypandi ad hoc uppgávur, íverksetan og verkætlanar- leiðslu. Arbeiðsuppgávan er breið og fjølbroytt, og tí er neyðugt við góðari stýring og fokus- ering, og at ein dugir væl at tillaga seg. Uppgávu- og ábyrgdarøki á sølu- og tænastudeildini < Sølubúðir og tænastuveitingar annars < Samskifti og kunning, herímillum fyribyrgjandi átøk og branding < Hagtalsviðgerð og hagtalskanningar < Førleika- og tænastumenning Faklig førleikakrøv < Akademisk útbúgving, t.d. Cand.merc. ella annar javntstillaður førleiki saman við viðkomandi leiðsluroyndum. Persónligur profilur < Góð tænastuevni < Menningarsøkin < Góðar førleikar innan broytingarleiðslu < Skipað og kreativt arbeiðslag < Duga væl við fólki < Góð leiðslu-, samskiftis- og samstarvsevni < Dugnaligur sparringspartnari (coaching) < Humor Setanartreytir Setanartreytirnar eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Umsóknir við avritum prógvum, CV og ummælum skulu í seinasta lagi 4. august 2008 sendast til Rúsdrekkasølu Landsins, att.: Elsa Maria Holm Olsen, Hoyvíksvegur 51, FO-100 Tórshavn. Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinarliga set teg í samband við Elsu Mariu Holm Olsen, stjóra, á tlf. 580 129 ella á emo@rusan.fo. Natúrtræhavamøblar Havamøblar til tað skiftandi føroyska veðurlagið Vit hava stóra framsýning ovast á Sandvíkarhjalla Massivt natúrtræ, ið kann standa uttan- dura alt árið. Allir okkara møblar eru viðgjørdir, so at teir eru klárir til at seta út í havan beinanvegin. Skulu havamøblarnir skiftast? Natúrtræhavamøblar eru svarið! ...ein varandi loysn! Sp/f H.S. Møblar Á Sandvíkarhjalla | tel 31 47 83 | far 21 47 83 ella 59 89 31 Opið er Mán. til frí. ...........kl. 13.00-17.30 Leygardag ...........kl. 10.00-14.00 Sunnudag ...........Stongt Annars eftir avtalu