Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 4. juli 2008 35 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Bara meistararnir í NSÍ, sum í løtuni eru á aldukambinum, megnaðu í longsta umfarinum higartil í ár at liva upp til tað, sum roknað varð við 13. UMFAR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Landskappingin í fótbólti er komin í hæddina. Frá leygardegnum og inntil mikukvøldið varð 13. umfar avgreitt. Hetta var síðsta umfar í fyrra partinum av hesum kappingarárinum. Í vikuskiftinum, sum stundar til, verður 14. umfar á skránni, og harvið verður sjøtil settur á seinna partin av hesum kappingarárinum, sum verður liðugt leygar­ dagin 25. oktober, tá ið 27. og síðsta umfarið verður á skránni. 13. umfar var merkisvert upp á fleiri mátar. Ein var, at eingin dystur varð spældur um somu tíð. Fyrsti dysturin – tann millum NSÍ og B36 – var leygarkvøldið, B71 og KÍ spældu tíðliga seinnapartin sunnudagin, Víkingur og EB/Streymur spældu seint seinnapartin sunnudagin, B68 og Skála spældu mánakvøldið, og umfarið varð rundað av mikukvøldið, tá ið HB vitjaði í Fuglafirði. Tað kemur sjáldan fyri, at ikki fleiri dystir verða spældir um somu tíð. Sjálv­ andi kennist intensiteturin størri, tá ið allir dystirnir eru í senn. Men tað hevur avgjørt sína sjarmu, at dyst­ irnir verða spældir ymiskar tíðir. At dystirnir ikki verða spældir um somu tíð er meiri vanligt í grannalondum okkara, enn tað er, at allir verða spældir í senn. Favorittarnir fullu Merkisvert var tað eisini í 13. umfari, at tey, sum vórðu roknað at vera greiðir favorittar, ikki megnaðu at liva upp til tað, sum roknað varð við. Undan vikuskiftinum høvdu NSÍ og B36 eins nógv stig. Tí var eingin greiður favorittur undan stevnudystinum í Runavík. NSÍ var á heimavølli, og tí kom tað neyvan óvart á, at NSÍ vann. KÍ var omanfyri B71 undan uppgerðini á Sandi. Men tað var B71, sum vann 2­0. Undan uppgerðini í Sarpugerði var EB/Streym­ ur omanfyri Víking á støðu­ talvuni. Men tað var Víking­ ur, sum vann 2­0 á heima­ vølli ímóti oddaliðnum. Einki var at siga til, at B68 á heimavølli var favorittur ímóti Skála. B68 hevði 14 og Skála 8 stig. Men tað var Skála, sum vann 2­0, og harvið høvdu trý undirtippað lið í 13. umfari vunnið 2­0. Mest óvæntaða úrslitið var tað, tá ið stórfavorittarnir í HB mikukvøldið taptu 1­0 í Fuglafirði. Harvið høvdu fýra favorittar ikki megnað at liva upp til tað, sum und­ an 13. umfari varð roknað við, at teir fóru at gera. Torført at spáa Gongdin seinastu vikurnar ber við sær, at tað er ógvu­ liga torført at meta um, hvussu tað fer at ganga í næsta umfari. Eftir at fuglfirðingar tókt­ ust hava mist tráðin, hava teir tvær tær seinastu ferð­ irnar megnað 1­1 á útivølli ímóti B36 og 1­0 á heima­ vølli ímóti HB. Eftir at KÍ ikki hevði tapt átta ferðir á rað, hava klaksvíkingar tapt tvær ferðir – tepurt ímóti odda­ liðnum og trivaliga ímóti botnliðnum! Eftir at B36 fyrsta partin av kappingini hevði staðið seg væl betri, enn tað hevði verið roknað við, hevur B36 ikki megnað at vinna fulla úrtøku í trimum dystum á rað. Burtur úr fýra teimum seinastu umførunum hevur HB, sum tað altíð verður roknað nógv við, bara vunnið trý stig. Eitt av stóru spurnar­ teknunum er Víkingur. Eftir at teir høvdu tapt á Toftum, vunnu teir á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum legði rygg til fyrsta tapið á árinum. Eftir sigurin á Víkingi, sum altso síðani vann á oddaliðnum, tapti B68 á heimavølli ímóti Skála, sum er næstaftast! Støðugastu avrikunum seinastu vikurnar hava meistararnir í NSÍ staðið fyri. Seks tær seinastu ferð­ irnar hava teir ikki tapt. Í fýra av førunum hava teir í NSÍ vunnið fulla úrtøku. Tað hevur borið við sær, at NSÍ nú er næsti kapping­ arneytin hjá EB/Streymi. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin – 6. august – fer NSÍ til Streymnesar. Um tað tá fer at eydnast EB/Streymi at vinna, kann tað væl hugsast, at kapping­ in verður mest sum avgjørd. Um tað tá fer at eydnast NSÍ at vinna, kann tað væl hugsast, at kappingin fer at verða spennandi í heyst. Í 13. umfarið var stóri lærdómurin, at í løtuni ber tað illa til at gera forsøgnir. Favorittarnir fullu sum flugur. Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 04.07 NSÍ-Víkingur Eiler Rasmussen 04.07 ÍF-EB/S Dagfinn Olsen 05.07 Skála-B71 Petur Reinert 05.07 KÍ-B36 Dag Vidar Hafsås 05.07 HB-B68 Lars Müller 1. deild 05.07 07 Vestur-TB Rói Jacobsen 05.07 Víkingur-AB Rúni Gaardbo 05.07 VB/S-B68 Bárður Mortensen 05.07 NSÍ-KÍ Andrew Christiansen Dystaryvirlit Favorittarnir fullu sum flugur Bartal Eliasen og ÍF søktu HB í umfarinum, har væntaðu vinnararnir taptu Mynd: Álvur Haraldsen