Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 127 - 4. juli 2008 ] Henrik Larsen gevst í Køge Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin er ikki longur venjari hjá Køge. Hesi tíðindi ber heimasíðani hjá felagnum í morgun. Sum skilst er tað fíggjarligu trupulleikarnir hjá Køge, ið hava fingið Henrik Larsen at steðga. Í løtuni kann Køge ikki gera yrkissáttmálar við leikarar, og tað er Henrik Larsen ikki heilt nøgdur við. Tískil hava hann og Køge uppsagt sáttmálan, og Henrik Larsen leitar nú eftir nýggjum avbjóðingum. Á heimasíðu sínari takkar Køge Henrik Larsen fyri stóra arbeiði hann hevur gjørt fyri felagið seinnu árini. Jimmy Kastrup nýggjur venjari í Køge Venjarin hjá 2. liði í Køge, Jimmy Kastrup, tekur við har Henrik Larsen slepti. 15. juli verður tørnað til aftur eftir summarsteðgin, og tá verður tað við nýggjum venjara. – Vit hava tosað saman seinastu vikuna, og tosaðu nógv saman í gjár. Vit hava eina ætlan um, hvussu tingini skulu gerast, og hava eisini nakrar hjálparvenjarar í kikaranum, og sum vit fara at seta okkum í samband við, sigur stjórin í Køge, Jørn Rasmussen við bold.dk. 41 ára gamli Jimmy Kastrup spældi fótbólt við Køge frá 1985 til 2003, tá hann gavst. Eftir heimasigurin ímóti HB fáa fuglfirðingar í morgin vitjan av oddaliðnum EB/Streymi, sum skal ansa eftir, at stóra uppgávan ímóti Manchester City ikki skal skugga fyri heimligu avbjóðingunum ÍF-EB/STREYMUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at tað seinastu ferðir­ nar verri enn so hevur verið so sannførandi, sum tað var fyrsta partin av kappingini, tóktist ÍF mikukvøldið aftur at vera komið á røttu kósina. Fult uppiborið vunnu fugl­ firðingar á HB, og tað ber sjálvandi sjálvsálit og áræði við sær undan næstu upp­ gávuni. Og tann avbjóðingin er ikki minni stór. Sambært skránni skuldi dysturin mill­ um EB/Streym og ÍF verið spældur í Streymnesi sunnu­ dagin, men nú verður hann spældur seint seinnapartin leygardagin í Fuglafirði, har tað er Varmakeldustevna í vikuskiftinum. Allir teir hjá ÍF, sum mikukvøldið vóru við til at leggja lunnar undir góðan stevnuhýr, eru tøkir hesa ferð. Alexander Jovevic hev­ ur verið skaddur, men hann hevur vant í hesi vikuni. Tað hevur álopsspælarin Sasa Jovanovic ikki. Hann hevur verið skaddur í nakrar vikur, og hann verður ikki við í morgin. Í vikuni hevur ÍF gjørt avtalu við Helga L. Peter­ sen, sum eisini í fjør var partur av ÍF liðnum. Í Sundalagnum hava teir ikki havt serligar stundir at slikka sárini eftir óvæntaða tapið síðsta sunnudag í Sarpugerði. Síðani lutur varð drigin í europeisku kappingunum hevur prátið snúð seg um avbjóðingina ímóti Manchester City. Á fundi mikukvøldið vórðu tey, sum standa felagnum nær, kunnað um allar tær uppgávurnar, sum bíða, tá ið fína vitjanin úr Man­ chester verður. Inntil tá snýr tað seg hjá Sigfríða Clementsen um at fáa spælararnar fult og heilt at savna seg um avbjóðing­ arnar í landskappingini. Tað verður roknað við, at bæði Anders Post Jacobsen og Peter Foldgast verða ímillum teir fyrstu ellivu á Varmakeldu. Tann fyrri nevndi var á vøllinum í Gøtu seinastu sjey minuttirnar, og tann seinni var á vøllinum í ein tíma. Mikkjal Thomassen er framvegis skaddur í hælsin­ uni, og Høgni Zachariassen hevur framvegis trupulleikar av brotna arminum. Tað varð roknað við og vónað, at Høgni skuldi verða tøkur aftur til seinastu umførini undan summarsteðginum. Høgni hevur vant nakað, men nú er tað greitt, at hann ikki verður tøkur hesu meg­ in summarsteðgin og neyv­ an heldur í sambandi við dystirnar ímóti Manchester City. Eftir eina røð av tapum eydnaðist bæði Skála og B71 at vinna í 13. umfari, og til dystin 14. umfar hava tey allar mans tøkar FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað verður botndystur á Skála sunnudagin. Tey bæði aftastu liðini fara at togast um týdningarmiklu stigini, sum skulu tryggja teimum samband við liðini omanfyri strikuna. Felags fyri liðini bæði er, at tey eftir eina røð av tapum, vunnu sín dyst síðsta umfar. Hetta vóru bara næstu sigrarnir, hjá teimum báðum botnpropp­ unum í ár. Skála vann trygt á útivølli móti B68, meðan B71 vann 2­0 á heimavølli móti klaksvíkingum. Nú ætla liðini bæði, at tey, fyri fyrstu ferð í ár, skulu royna at vinna tveir sigrar á rað. Til uppgávuna hava heimamenninir allar mans tøkar. Eingin skaði ella leikbann darvar, og sama er støðan hjá gestunum, sum koma av Sandoy. Dysturin er ógvuliga av­ gerandi fyri lagnuna hjá lið­ unum báðum í bestu deild­ ini. Tí frammanfyri tey liggja ÍF og B68, sum bæði vunnu sínar dystir síðsta umfar. Við øðrum orðum gera tey sítt fyri at halda seg omanfyri niðurflytingar­ strikuna, og sum tað sær út til í løtuni, skulu Skála og B71 ikki rokna við hjálp frá teimum. Liðini bæði hava eisini innsæð, at javnleikir ikki røkka langt í longdini. Teir koma væl við móti liðum í toppinum, men móti liðunum í lægra endanum skulu trý stig fáast til vega. Tískil fara bæði liðini á vøllinum við eini vón og einum vilja um, at tað ber til at vinna annan sigurin á rað. savnsmynd ÍF hevur aftur gyltan møguleika Skála – B71: Við sigri í skjáttuni ÍF hitaði væl upp til Varmakelduna við sigrinum mikukvøldið, meðan EB/Streymur hevur tapt fyri fyrstu ferð savnsmynd Skála og B71 hava innsæð, at javnleikir røkka ikki langt í longdini, og fara tí eftir sigrinum