Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 127 - 4. juli 2008 ] Helgi L. Petersen til ÍF Fuglfirðingar hava styrkt um hópin fyri restina av hesum kappingarárinum. Í fjør var Helgi L. Petersen ein týðandi lutur í stríðnum hjá ÍF at vinna sær uppflyting, men hann metti ikki, at stundir vóru til Formula-fótbólt í ár. Ístaðin hevur hann hugnað sær í 2. deild, har hann hevur spælt við Fram, men nú metir Helgi sjálvur, at hann hevur hug til meira enn tað. Helgi vandi í gjárkvøldi við ÍF, og ætlandi verður hann í hópinum, sum um vikuskiftið skal royna seg móti EB/Streymi. Bæði HB og B68 taptu óvæntað seinasta umfar, men nú ætla tey aftur á rætta kós FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam HB er fullmannað, soleiðis sæð. Ólavur í Ólavsstovu er tøkur aftur, eftir at hann fór út við heilaskjálvta herfyri, og hevur sitið nakrar dystir uttanfyri. Hann hevur verið einasti leikarin, sum hevur sitið uttanfyri og tískil er HB-liðið rokna at vera full- mannað. Hinvegin er tað einki dulsmál, at Tróndur Vatnhamar er misnøgdur við at vera avsettur, og grundgevingina hann hevur fingið, kann hann ikki góð- taka, segði hann við Sosialin í gjár. Tískil er tað ikki óvæntað, um navn hansara ikki stendur á dómaraseðli- num sunnudagin. Jákup fór ikki Tað var undir dystinum mikukvøldið, at misnøgd hansara kom til sjóndar. Tað skrivaðu vit eisini um í hósdagsblaðið okkara. Eitt annað vit skrivaðu var, at Jákup á Borg eisini tóktist at vera misnøgdur. Hann varð útskiftur stutt fyri leik- lok, og rýmdi av vøllinum áðrenn dysturin var av, skrivaðu vit. Hetta var tó ikki rætt! Jákup á Borg varð tikin út, men stóð við útskiftaraskýlið til Lars Müller hevði bríkslað dyst- in av. Vit harmast um mis- takið, og biðja lesaran og Jákup á Borg halda okkum til góðar. Bymar er farin Ein leikari sum fór beint av vøllinum og niðan í um- klæðingarrúmið, eftir at hann varð skiftur út seinasta umfar, er danin Jacob By- mar. Danin var sjónliga mis- nøgdur, tá hann varð tikin út í sínum seinasta dysti fyri B68. Hann megnaði ongantíð at fáa bóltin í netið, sum hann annars var ætlaður til, og nú er hann so ikki partur av B68-hópinum longur. Harafturímóti er Jóhan Dávur Højgaard við aftur, eftir at hann spældi 1. deild- ar fótbólt farna vikuskiftið. Tað kemur væl við á Toft- um. Enn betur hevði tað verið, um veteranurin Øssur Hansen gjørdist tøkur. Hetta vóna tey á Toftum, hóast tey úr B68-leguni meta tað at vera ivasamt, um tað letur seg gera. Tveir sigrar á muni B68 er uppflytari í deildini, og harvið eisini niðurflytin garkandidatur. HB er topp- lið og kappast um meistara- heitið. Kortini hevur høv- uðsstaðarfelagið bara vunn- ið tveir fleiri dystir enn uppflytararnir. Henda mun ynskja havnarmenn at økja, meðan uppflytararnir royna at minka um hann. Í B36 vóna tey, at bæði Sam Malson og Súni Olsen eru við, tá teir fara at takast við KÍ í Klaksvík FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá vit hóskvøldið frættu úr B36-leguni, var framvegis ikki heilt greitt, hvussu gekst við at fáa seinastu undirskriftirnar upp á pláss. Men vónin var avgjørt, at bæði enski Sam Malson og føroyski Súni Olsen skuldu hava øll pappír og loyvi í lagi, áðrenn fríggjadagurin var lokin. Og eisini er Johan V. Gunnarsson nú aftur tøkur, eftir at spæliloyvið hjá honum hevur verið í danska Køge í vár. Og tað er uttan iva góður styrkur hjá B36. Hinvegin er hópurin nú uttan Karoly Potemkin, sum fyrr í vikuni fekk sekkin í felagnum, og heldur ikki er Tamas Nagy við hesaferð. Hann er leik- bannaður til dystin í Klaks- vík, og í løtuni er hann utt- anlands. Hjá KÍ er talan eisini um styrk. Páll Klettskarð hevur hetta seinasta árið skotið hópin av málum fyri ung- lingaliðið hjá Fremad Amag- er, og hann hevur tikið spæliloyvið við sær, nú hann er heima í summarfrí. Hartil er Kristian á Lakjuni nú aftur tøkur eftir skaða, meðan Bjarni Jørgensen neyvan er til reið- ar at spæla, hóast hann er byrjaður at venja aftur. John Hammer er eisini á skaða- listanum hjá KÍ, og hann verður so ikki tøkur. Í B36 vóna tey, at Súni Olsen verður við í hópinum sunnudagin savnsmynd Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 13 10 - 2 - 1 29 13 16 32 2 NSÍ 13 7 - 3 - 3 21 14 7 24 3 HB 13 6 - 4 - 3 24 11 13 22 4 B36 13 5 - 6 - 2 16 9 7 21 5 Víkingur 13 5 - 3 - 5 20 15 5 18 6 KÍ 13 3 - 5 - 5 16 22 -6 14 7 ÍF 13 4 - 2 - 7 16 25 -9 14 8 B68 13 4 - 2 - 7 9 19 -10 14 9 Skála 13 2 - 5 - 6 10 20 -10 11 10 B71 13 2 - 2 - 9 13 26 -13 8 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB/S 14 11 - 1 - 2 35 10 25 34 2 07 Vestur 13 10 - 1 - 2 57 20 37 31 3 TB 15 9 - 2 - 4 42 12 30 29 4 AB 13 9 - 1 - 3 45 17 28 28 5 HB 13 4 - 4 - 5 20 14 6 16 6 Víkingur 13 4 - 3 - 6 17 34 -17 15 7 KÍ 12 4 - 1 - 7 18 39 -21 13 8 NSÍ 14 2 - 4 - 8 24 43 -19 10 9 EB/S 14 3 - 0 - 11 13 60 -47 9 10 B68 13 2 - 1 - 10 16 38 -22 7 KÍ-B36: Styrkt árstalsfelag til Klaksvíkar Meistararnir hava veruliga fingið glið á seinastu umførini, og teir ætla sær enn trý stig, nú eysturoyaruppgerð er á skránni FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir eina rættiliga laka byrj- an upp á kappingarárið hev- ur NSÍ veruliga fingið fótin fyri seg seinastu umførini. Á stigatalvuni er talan nú um annaðpláss, og hetta vilja teir gulu og svørtu fegnir styrkja um viku- skiftið. Og fortreytirnar skuldu verið til staðar, tí runavík- ingar hava í løtuni allar mans tøkar. Tað hava teir hjá Víkingi hinvegin ikki. Kaj Ennigarð fekk í vikuni heilaskjálvta undir venjing, og hann er neyvan tøkur. Sølvi Vatn- hamar breyt armin, tá Vík- ingur vann á EB/Streymi í miðvikuni, og Sverri Jacob- sen hevur ein knæskaða, sum helst heldur honum til summarsteðgurin er av. Og hartil er Magnus Skorðalíð eisini leikbannaður. Og so er spurningurin annars, um víkingarnir hesa ferð eru til reiðar at spæla væl tveir dystir á rað. Nakað sum hevur verið sera trupult hjá teimum higar til í ár. HB – B68: Skulu reisa seg NSÍ-Víkingur: NSÍ komið ígongd KÍ kvinnur skulu til Litava Lutakastið til UEFA Cup kappingina hjá kvinnum sendi KÍ til Litava at spæla innleiðandi bólkaspæl. KÍ kom í bólk saman við Zvezda-2005 úr Russlandi, 1. FC Femina Budapest úr Ungarn og Gintra Universitetas úr Litava, sum verða vertir fyri bólkaspælinum. Kappingin hjá KÍ kvinnum verður í døgunum frá 4. til 9. september. Øll liðini spæla ímóti hvørjum øðrum, og liðið, sum vinnur bólkaspælið, fer víðari í kappingini. Hetta er áttanda árið á rað, at KÍ kvinnur taka lut í UEFA Cup fyri kvinnur.