Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 127 - 4. juli 2008 ] Føroyski landsliðs­ spælarin, Símun Samuelsen, legði upp til tvey av málunum, tá ið Keflavík við 3­1 sigri á heimavølli sen­ di FH úr steypakapp­ ingini ÍSLAND Jákup Mørk rolant@sosialurin.fo Símun Samuelsen átti stór­ an leiklut, tá ið Keflavík hóskvøld­ið á heimavølli vann 3­1 á FH av Hafnafirði í 16. parts finaluni í VISA steypakappingini. Talan var um uppgerð millum steypa­ vinnararnar tvey tey seinas­ tu árini, og tað var altso Keflavík, sum end­aði omaná. Hesi bæði liðini eru tey bæði ovastu í land­skapping­ ini. FH hevur 22 stig, og Keflavík hevur 19 stig. Lon­ gu sunnud­agin hittast hesi bæði liðini aftur. Tá verður tað í land­skappingard­ysti, og tá verður tað aftur á heimavøllinum hjá Kefla­ vík. Einki er at ivast í, at teir í FH sunnud­agin fara at hava serliga vakið eyga við føroyska land­sliðsspælara­ num Símuni Samuelsen. Símun var á vøllinum allar 90 minuttirnar hóskvøld­ið. Hann tald­ist ikki millum málskjúttarnar, men føroys­ ki spælarin átti týd­ningar­ miklan leiklut: Tá ið Guðmund­ur Steinarsson í 18. minutti skoraði til 1­0, var tað eftir upplegg frá Símuni Samuel­ sen, og tá ið Guðjón Á. Antoníusson seks minuttir seinni økti um heimaleiðsl­ una til 2­0, var tað aftur eft­ ir send­ing frá Símuni Samuelsen. Tveir minuttir fyri leiklok minkaði FH um munin, men bara ein minutt seinni staðfesti Patrik Ted­ Red­o eftir snarálop 3­1 heimasig­ urin. NSÍ hevur gjørt sáttmála við bæði Karoly Potemkin og Jónas Þór Næs FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Jónas Þór Næs hevur gjørt sáttmála við NSÍ. Tað hevur Karoly Potemkin eisini. Sostatt hevur NSÍ styrkt um bæði verju og álop, nú kom­ ið er hálvan vegin við land­s­ kappingini. Jákup í Stórustovu, umboðsmaður hjá Jónas Þór Næs, váttar, at ungi havnarmaðurin hevur gjørt sáttmála við NSÍ, og for­ maðurin hjá NSÍ, Dánjal Pauli Højgaard­ váttar somu­ leiðis, at teir hava knýtt Jón­ as og Karoylu at hópinum. – Vit meta, at Potemkin kann styrkja um álop okk­ ara, og styrkirnar hjá Jónas kenna vit øll, og hann kann spæla á fleiri plássum, sigur Dánjal Pauli Højgaard­. Hann vísir á, at kapping­ arárið er langt, og at tað tískil er týd­ningarmikið við einum breiðum hópi. NSÍ skal í eld­in longu í kvøld­, tá Víkingur kemur á vitjan. Til hend­a d­ystin verð­ ur Karoly Potemkin við, men meiri ivasamt er hvus­ su tað verður við Jónas Þór Næs. Gøtumaðurin og landsliðsleikarin, Súni Olsen, hevur gjørt sáttmála við B36 FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Stutt fyri d­øgurða í d­ag gjørd­ist greitt, at B36 og Súni Olsen eru komin ásamt um at gera sáttmála. Súni Olsen váttar søguna fyri Sosialinum, og sigur soleiðis: – B36 er eitt stórt felag í Føroyum, teir hava høgar málsetningar og eg gleði meg at spæla við teimum. Súni Olsen hevur spælt við Viborg, sum flutti niður í næstbestu d­eild­ina, og áðr­ enn tað spæld­i hann við AaB, sum vann d­anska meistaraheitið í ár. Spurd­ur um tað ikki er eitt stórt fet skeiva vegin hjá honum, sig­ ur Súni Olsen, at hann ikki skal siga hvønn veg tað vend­ur. – Men hjá mær snýr tað seg um at fáa spæligleðina aftur, og eg eri sera fegin um avtaluna, eg havi gjørt við B36. B36 hevur júst d­rigið d­anska SAS­ligu felagið Brønd­by í UEFA­Cup. Súni Olsen hevur seinastu árini spælt SAS­liga fótbólt, og fegnast hann um lutakastið hjá B36. – Sjálvand­i hevur luta­ kastið týd­ning fyri mítt val. Eg havi spælt nógv ár í Dan­ mark, og eri ikki eitt heilt ókent navn. Spæli eg tveir góðar d­ystir móti teimum, so veit man ikki hvat kann hend­a, men mítt fokus er sjálvand­i á B36 nú, sigur Súni Olsen, sum ætland­i verður partur av B36­hópi­ num til d­ystin móti KÍ sunnud­agin. Súni Olsen til B36 Potemkin og Jónas til NSÍ Símun stóð fyri uppleggunum Súni Olsen vil finna spæligleðina aftur í B36 Óvissa um Kewell Harry Kewell skal komand­i kappingarár spæla í turkiskum fótbólti. Tað skrivar heimasíðan hjá Galatasaray. Men heimasíðan hjá Liverpool ber eina aðra søgu, sum sigur at tað als ikki er vist, at Kewell end­ar í Turkaland­i. Tó er greitt, at avstraliumaðurin ikki held­ur fram í Liverpool. 29 ára gamli avstraliumaðurin, sum seinastu fimm kappingarárini hevur spælt við Liverpool, fekk ikki longt sáttmálan við enska felagið, og held­ur tískil fram í Galatasaray. Kewell er liðformaður á avstralska land­sliðnum, og hevur spælt 138 d­ystir fyri Liverpool og gjørd­i 16 mál. Bon Jovi órógvar EB/Streym EB/Streymur sleppur ikki at spæla á City of Manchester Stad­ium, sum teir annars høvd­u ætlað. Orsøkin er tann, at Bon Jovi hevði konsert á stad­ion herfyri, og tað fór so mikið illa við vøllinum, at tað nú er neyðugt at spæla aðrastaðni. Tískil verður spælt á Oakwell Ground­. Held­ur ikki EB/Streymur leggur sín egna heimavøll til, men tað er rætt og slatt tí, at tað ikki letur seg gera. Heimad­ysturin verður á Tórsvølli.