fríggjadagur 4. juli 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 • 4. juli 2008
Vikuskifti
6
Onkuntíð, táið vit hildu leiðina vestur
í hav, annaðhvørt til Grønlands ella
alla leiðina yvir til amerikanska
meginlandið, og lofttrýstskipanirnar
lógu syðri á, tí at eitt máttmikið
hátrýst ikki lá suðuri við Azorurnar
og pumpaði lægdirnar norður í
Grønlandsfjørðin ella norður ímillum
okkum og frændurnar í útnorði,
plagdu vit at leggja á stórklingruna,
stórsirkulin, so tætt uppundir
Vestmannaoyggjarnar sum gjørligt.
Alt eftir rákinum tóku vit Suðuroyar-
ella Dímunarfjørð ávegis. Táið Lítla
Dímun slerdi inn á radaraskermin
vistu vit, at hetta um stutta stund
var seinasta landkenningin, áðrenn
norðurhavið lá víðopið í allar ættir.
Sjálvt um vit vita, at Lítla Dímun
ikki var til á tíðarinnar morgni,
er yngri enn Skapanarsøgan, eitt
sovnað gosfjall, so var hon hvørja
ferð ein Guðasjón fyri eygunum,
líkamikið hvussu líkindini annars
vóru. Bermiliregn, orkan ella silvitni.
Ein skansi umgyrdur av íðum
og vaggandi gjálvi, sjóroki, sum
brestist so høgt á loft og krámaði
sum hvítar kløur inn í sjónarringin.
Aðrar tíðir dró aldan upp og niður
við klettin, sum búkurin á einum
sovandi dýri. Visti man ikki betur,
kundi lagið á Guði havt verið so kátt
hin dagin, táið hann savnaði vøtnini
undir himmalinum á einum stað,
soleiðis at turrlendið kom undan,
at hann eykavagant slepti eini
grótrúgvu úr lógvanum, fyri at geva
heimsins stóru støddfrøðingum eitt
endaligt fasitt um, hvussu hugtakið
symmetri skal skiljast. Ein avsagaður
viggvaksin sylindari. Lítla Dímun.
Dímunurnar – brattar, smáar, líta
suðureftir báðar. Tað er ikki av tilvild,
at Hans Andrias í Áarstovu tengir tær
báðar oyggjarnar saman í sanginum:
”Lítið yvir Føroyaland.” Málfrøðingar
halda seg vita, at dí merkir tvey og
at muinn merkir heyggur ella høvd.
Upprunin er keltiskur. Tveir heyggjar.
Stóra- og Lítla Dímun. Og sunnanfyri
Suðuroyggin so nýtvigin, sum
Heðin Brú tekur til, úr optikkinum
hjá einsamalla hvalbinginum í Lítlu
Dímun.
Í kvæðaskaldskapinum verður
oyggin sett í eitt dramatiskt ljós,
sum ein næstan ótakandi kastali.
Teir tilkomnu ivast í, um teir yngru
eru førir fyri at ganga upp á oynna, í
Brestiskvæðinum hjá Mikkjali, hóast
sól í skorar gyllir, ongin blæsur vindur
á vág og sjógvurin er stillur. Men
teir vilja ikki forða bragdarhuginum
hjá ungum alvum, hóast teir ivast
í teirra kropsliga førleika undir so
ekstremum viðurskiftum. Seinasta
argumentið hjá Sigmundi gjørdi
munin, táið hann í lokreplikkini segði
tey vælkendu orðini: ”Hann, ið alist
við øsku inni, lítið í leikum dugir !”
Kvæðið er eisini eitt slag av einum
nekrologi um frumseyðaslagið í
oyggjunum. Og sagt verður, at oyggin
bar fimmhundrað áseyðir av hesum
vártreysta slagi, ið var so stygt og
kvikt sum villur fuglur og líka so svart
sum kolamógvur. Yrkjarin harmast
um, at hvalbingar tóku hendan
vargin av, men okkurt bendir á, at
teir hava verið frammanfyri sína
tíð. Nú hava teir góðan helming
gangandi, vælsaktans tí at teir við
royndum hava funnið fram til, at tað
er mest burðardyggi stovnurin í tali,
og við góðari røkt fæst frægasta
ressoursurentan burturúr á hendan
hátt.
Formliga er landsstýrismaðurin
í tilfeingismálum landsins størsti
festari, umsitur alla landsjørðina,
onkur samríkismaður sigur helst
kongsjørðina, og tí kann tað tykjast
løgið, at ognarmenninir av teimum
48 hálvgyllunum í Lítlu Dímun hava
givið honum tann heiður at flyta
fram fyrstu fólkafundarrøðuna á
oynni nakrantíð. At hvalbingar reka
oynna í felag, og ikki hava stikað
seg inni hvør ímóti øðrum, er helst
eisini orsøkin til optimala úrslitið á
hvørjum ári. Prógv um, at hetta kann
gerast í privatum regi, um eigararnir
eiga nóg sterka solidaritetskenslu
í sær, til at reka vinnu í felag. Í
øðrum førum gongur tað oftani av
skriðuni og fraklendingurin, oddviti í
heimspeki, Jean-Jacques Rousseau,
mundi ikki fara heilt skeivur, táið
hann útbasuneraði, at tann maðurin,
Dímunarrøðan
Torbjørn Jacobsen
Latið ikki mótloysi skríð
- Kemur eitt lítið hóttafall á, so
eru tað bara vit sjálvi, sum
kunnu gera nakað við tað, og
táið 40 ættarlið hava hórað
undan okkum í oyggjunum, so
er tað tekin um, at tærið er nóg
máttmikið mentalt og kropsliga
til at byrgja upp fyri, táið
sveiggjloddið fer niðan brekk-
una, segði Torbjørn Jacobsen
millum annað í røðu sínari á
fólkafundinum í Lítlu Dímun
Tey kvøða Brestirskvæðið fyri fyrstu ferð á Lítlu Dímun. Mynd Jan Müller