fríggjadagur 4. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 127 - 4. juli 2008
Tað stóð rættiliga
nógv á Jenisi av
Rana, tá ið hann varð
fríkendur í Føroya
Rætt í morgun og
hann sigur, at hesi
bæði síðstu árini hava
verið sum eitt helviti,
ið várharra og álit
frá sjúklingunum
hava ført hann heil
skapaðan ígjøgnum
RættaRmál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta hevur verið tann
ringasta tíðin í mínum lívi.
Men nú er at leggja hetta
aftur um bak og líta fram-
eftir.
Tað eru nú tvey ár síðani,
at Jenis av Rana, løgtings-
maður og lækni, varð meld-
aður fyri at hava misrøkt
sínar skyldu sum lækni.
Sjálvur sigur hann, at
hendan tíðin hevur verið so
trupul, at hann hevði hug at
samanbara hetta sum at
hava verið tvey ár í einum
helviti.
Men ikki fyrrenn í gjár
kom tað so langt, at málið
var til viðgerðar í Føroya
Rætti og klokkan 9.15 í
morgun kom so løtan, har
dómurin skuldi fellast og
tað sostatt skuldi staðfestast
um hann var sekur ella ósek-
ur.
Og tað var týðiligt, at tað
hevur staðið nógv á Jenisi
av Rana, tí tá ið hann hoyrdi
dómaran siga tey forloys-
andi orðini, at hann var frí-
kendur, tók hann báðar
hendurnar upp fyri andlitið
og brast í sjóheitan grát.
- Eg sigi bara halleluja,
var hansara allar fyrsta við-
merking til fjølmiðlarnar,
tá ið hann kom úr aftur rætt-
arsalinum, eftir at dómurin
var feldur.
Hann takkaði eisini vár-
harra fyri at hann hevði fært
tey ígjøgnum tað helviti,
sum hann hevði hug at kalla
hesi bæði síðstu árini.
- Hetta var ein so stórur
lætti, at tað kann ikki sigast
við orðum. Eg hevði fyri-
reikað meg upp á, hvussu
eg kundi fara at reagera.
Men eina slíka reaktión
hevði eg ikki væntað men
hvussu reaktiónin veruliga
verður, uppdagar tú ikki
fyrrenn tað rapar og tað
loysist upp fyri frustratión-
unum,
vónbrotunum
og
kanska óttanum við.
Jenis av Rana varð ákærd-
ur fyri at hava forsømt sína
fráboðanarskyldu til barna-
verndina, eftir at ein ung
genta skuldi havt fortalt
honum í viðtalinum, at pápi
hennara hevði framt kyns-
ligan ágang ímóti henni.
Sjálvur hevur Jenis av
Rana alla tíðina tvíhildið
um, at hetta var tann beri
heilaspuni og í morgun
fekst so dómarans orð fyri,
at hann er ósekur.
Alt rættarmálið var fyri
afturlætnum hurðum fyri at
verja tað ungu gentuna,
sum hevði verið fyri kyns-
ligum ágangi frá pápanum.
Seinni fekk pápin dóm
fyri misbrotið, men spurn-
ingurin hesuferð snúði seg
um Jenis av Rana visti um
málið í so stóran mun, at
hann átti at havt boðað
barnaverndini frá.
Tað vóru bæði fremmand-
ur
dómari,
fremmandur
ákæri og fremmandur verji,
sum førdu sakina í Føroya
Rætti.
Hevur verið hart
Jenis av Rana sigur, at hesi
bæði árini hava verið ring-
asta tíð í hansara lívi.
- Men tað allar ringasta
var eftir at ákærin hevði
havt sínar endaligu viðmerk-
ingar til málið seinnapartin
í gjár.
- Tá føldi eg meg næstan
at standa til ein deyðadóm,
tí eg upplivdi ákæran ómeta-
liga ágangandi og óbehagi-
liga og tað var avgjørt ikki
nakað, sum hevur økt mítt
álit á ákæruvaldið.
- Tað var ein løgin kensla,
tí eg hevði ikki væntað ein
slíkan ágang í einum før-
oyskum rættarsali,
- Í einum føroyskum
rættarsali, eiga vit at kenna
okkum trygg, leggur hann
afturat.
Hann sigur, at hann ikki
hevði ivast í at stevnt fyri
ærumeiðing, vórðu orðini
søgd uttanfyri rættarsalin,
sum ákærin førdi fram,
áðrenn hon legði málið í
hendurnar á dómaranum.
- Men hevur hendan tíðin
verið ring, var løtan í morg-
un, tá ið dómurin varð sagd-
ur, ein av teimum allarbestu
løtum í mínum lívi, tí dóm-
arin var samdur við mær
um, at eg var ósekur.
Jenis av Rana sigur, at
ongin kann siga frá, hvussu
trupul hendan tíðin hevur
verið.
- At vakna um næturnar
og rópa eftir hjálp, havi eg
ikki upplivað áður, fyrrenn
nú og tað hevur verið ein
dagligur kampur at fara til
arbeiðis hvønn dagin.
Annars segði ákærin í
morgun, at tey hava gjørt
sær stóran ómak í málinum
og hava ført tey sjónarmið
fram, sum tey halda, hava
týdning fyri málið.
Ikki mist álitið
Eitt tað týdningarmesta hjá
einum lækna, er at sjúk-
lingarnir hava álit á honum
og í hesum føri var vandi
fyri, at hann kundi mist tað
álitið.
Men tað hevur hann onki
merkt til heldur tvørtur
ímóti.
- At sjúklingar hava mist
álitið á mær, havi eg tíbetur
onki merkt til yvirhøvur og
tað hevur verið ein ómetalig
styrki og tað eri eg ómeta-
liga glaður fyri.
- Men hetta kundi eisini
kostað mær mín løgtingsess,
tí tað var um reppið, at eg
fall á valinum í januar og
tað er væl hugsandi, at hend-
an sakin hevur kostað mær
nógvar
atkvøður,
sigur
Jenis av Rana.
Hann sigur, at nú er bara
at leggja hetta afturum og
at líta framyvir.
Ákærin hevur ikki tikið
støðu til um málið skal
skjótast inn fyri Lands-
rættin.
Við fjølmiðlarnar í morg-
un segði ákærin, at tey nú
fóru at lesa dómin og so
taka tey støðu til um dóm-
urin skal skjótast inn fyri
Landsrættin.
Jenis av Rana ivast ikki í,
at dómurin verður ikki
skotin inn fyri landsrættin.
- Tað droymi eg ikki um,
tí nú hetta fáa ein enda,
segði hann.
Jenis brast í sjóheitan grát
Dómurin
Soleiðis ljóðaði dómurin yvir Jenis av Rana:
Der er imidlertid ikke belæg for at antage, at tiltalte, heller ikke på grund af sit
mangeårige bekendtskab til familien og den øvrige kontakt til familien, herunder
gennem den menighed hvor både tiltalte og de færdedes, bevidst har valgt at
undlade at underrette bøneværnstjenesten om de oplysninger, som tltalte havde fået
kendskab til.
Der er endvidere ikke tilstrækkeligt grundlag for at fastslå, at det burde have stået
tiltalte klart, at tiltalte, efter de oplysninger, som tiltalte var blevet bekendt med om
de to spontane episoder og karakteren av disse, havde pligt til at underrette
børneværnstjenesten herom.
Da forholdet iøvrigt ikke kann henførest undir straffelovens § 157, vil tiltalte derfor
være at frikende
Thi kendes for ret
Tiltalte, Jenis av Rana, frifindes. Statskassen betaler sagens omkostninger
- - - - -
Ì dóminum verður víst til grein 157 í revsilógini. Hon sigur:
Når nogen, som virker i offentlig tjeneste eller hverv, gør sig skyldig i grov eller
oftere gentagen forsømmelse eller skødesløshed i tjenestens eller hvervets udførelse
eller i overholdelsen af de pligter, som tjenesten eller hvervet medfører, straffes den
pågældende med bøde eller fængsel indtil 4 måneder. Uden for foranstående
bestemmelse falder hverv, hvis udførelse hviler på offentlige valg.
- Eg sigi bara halleluja, var fyrsta vimerkingin hjá Jenisi av Rana, eftir at hann varð fríkendur í morgun