fríggjadagur 4. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 • 4. juli 2008
Vikuskifti
7
ið setti tann fyrsta hegnpelan niður
yvirhøvur, mundi hava gjørt heiminum
tær størstu ónáðirnar. Klandur og
stríð, ræðsla, gremjan og venan.
Kríggj og drápa. Í meginávaringini
segði hann: ”Tit eru glataði, um
tit gloyma, at gróður og lív er alra
manna ogn, og Jørðina eigur ongin.”
Nógv vatn er runnið í sjógv síðani,
m.a. gjørdu hvalbingar eitt ordans
hál, táið teir keyptu hesa oynna, og
síðani hava teir prógvað seg sum
dugnamenn undir ekstremum og
marginalum umstøðum. Jørðin í
Føroyum er tvíbýtt, og tað fer hon
ivaleyst at vera í allari framtíð. Ongar
ætlanir eru um at nationalisera
ognarjørðina og á sama hátt man
tann dagurin fara at vera seinur,
táið politiskur meiriluti fæst fyri at
privatisera landsjørðina. Eitt tvíbýti,
sum føroyingurin eftir øllum at døma
hevur sáttað seg við. Positivt skipar
seg undir.
Tað verður róð framundir, at vit
aftur standa á kreppumørkum.
Frøðingar av alskyns slagi, sum í tíð
og ótíð ota seg fram í spottljósið
við sínum vísdómi, ganda aftur eitt
svart hol fyri framman. Hugtakið
kreppa er nú vorðið líka so vatndeyvt
sum orðið revolutión – bylting ella
kollvelting. Í útvarpinum tosaði ein
fyri kortum um eina kollvelting í
gastronomiini, minnist ikki orsøkina,
men helst var tað onkur kokkur ið
hevði verið so merkiliga kreativur, at
hann ístaðin fyri at loypa ella at kóka
- hevði steikt eitt grunningshøvd á
pannuni. Onnur kollvelting enn tær
søguligu má sigast. Hugsi m.a. um
tað fronsku, russisku og cubansku.
Tá galt tað lív, og bardaga fyri at
lágstættirnar í heila taki kundu
fáa okkurt til matna. Nú er orðið
devaluerað til at snúgva seg um eitt
ávíst umskifti í sjálvari matgerðini.
Bara tað hakar eitt sindur í vælferðar
yvirflóðini, so hongur orðið kreppa
uppi yvir okkum, sum eitt svørð,
nýkomið av hvørvisteininum, líka
hvast sum tað, ið hekk undir bitunum
hjá fyrstanum og tyranninum
Dionysos, táið lív og lagna
Damoklesar stóð ella fall við megini í
hárinum av einum rossafaksi.
Føroyar hava tíanbetur valt at
gerast ein partur av meldrinum
har marknaðarmegin ræður. Í
fiskivinnu og vinnu annars. Vit eru
ikki komnir heilt á mál, men tað
gongur skjótt tann rætta vegin. Og
hetta er einasti hátturin, skulu vit
vignast í einum støðugt minkandi
heimi. Hetta er vinnufrymilin við
evsta kappingarelementinum, ið
gevur frægasta úrslitið til býtis í
samfelagnum. Men vit mega venja
okkum við, at heldur ikki hesin
kapitalistiski búskapurin er ein
endaleysur skrúvugangur. Sveiggini
í streymtalvuni, sum eru meira
alsjónsk í firðunum báðum kring
okkum her vit nú standa, norðan-
og sunnantil, eru galdandi í øllum
lívsins viðurviðurskiftum. Harfyri
er ongin orsøk til at rópa hesar
garrvillu og glúpsku úlvarnar fram
í ljósan dag, hvørja ferð tað lotar
úr hanakjafti. Menniskjans spektur
er so vælsignað gyrðið. Mentala
skiftið so fleksibult. Hugsi um
eirindaleysa filosoffin Diogenes, sum
meginpartin av lívinum gekk í einum
kyrtli, búði í eini tunnu og sum livdi
av várkunnugávum. Táið Alexander
hin Stóri var blivin herovasti í
Grikkalandi, vitjaði hann kenda
kyniska heimspekingin, og spurdi
hann, um tað var eitthvørt hann
kundi hjálpa honum við, í hansara
sjálvvalda fátækdømi. Svarað varð
sum væntað úr tunnuni: ”Alexander,
tú stendur mær í so meinur, flyt teg
úr sólarglæmuni, tað er tað einasta,
tú kanst hjálpa mær við í løtuni.”
Kemur eitt lítið hóttafall á, so
eru tað bara vit sjálvi, sum kunnu
gera nakað við tað, og táið 40
ættarlið hava hórða undan okkum
í oyggjunum, so er tað tekin um, at
tærið er nóg máttmikið mentalt og
kropsliga til at byrgja upp fyri, táið
sveiggjloddið fer niðan brekkuna.
Mesti vinningurin, profitturin,
kemur úr havinum og úr avleiddum
vinnum á landi. Soleiðis sum landið
liggur og geografiska undirlendið
er skipað, eru vit spunnin inn í ein
háturbulentan og háfrekventan
búskap. Við lutfalsliga stórum inn-
og útflutningi. Yvir tíð skulu hesir
báðir faktorarnir javnviga, annars
kemur sperðil í. Tvs., at í longdini
stendur og fellur innflutningurin við
útflutninginum. Vælferðarstøðið er tí
í stóran mun ein avleiðing av tí sum
framleitt verður í landinum sjálvum
til útflutnings, serliga í einum
landi, harið lítil ella nærum ongin
framleiðsla er til egnan marknað og
fáir konsumerandi munnar eru at
metta.
Ein fiski- og tilfeingismálaráðharri
kann tí bara hava eina kreddu í sínum
politikki. At virka fyri eini so góðari
stovnsrøkt sum møguligt og harvið
einum í nøgd so jøvnum útflutningi
sum gjørligt. Vónandi kann so ein
javnur prísvøkstur menna vælferðina,
og skilagóða stovnsrøktin javna
sveiggini í búskapinum so væl sum
gjørligt. Hetta eru lunnindini, so
leingi vit hava ein monobúskap, sum
fær alla sína rávøru úr havinum.
Í hesum døgum er mest nýtta
orðið undan hvørjum húsahorni,
hvørji keys og í politisku skipanini
kvennkynsorðið kreppa. Fiskaprísirnir
eru lutfalsliga lágir, oljuprísurin er
methøgur, vertikala integreringin í
fiskivinnuni hevur fingið ein ordans
lúsing, og flestu av fiskastovnunum
eru trároyndir heilt at vandamørkum.
Seinasti faktorurin er tann avgerandi
fyri politisku skipanina. Hinar hava
vit ikki stórvegis ávirkan á. Sjálvt
eftir góð tríati ár við 200 fjórðinga
fiskimarki, hava vit framvegis
ikki funnið útav, hvussu vit skulu
skipa okkum í mun til havsins
tilfeingi. Nú er tann stundin komin.
Umráðandi verður, at politikararnir
nú trýsta á røttu knøttarnar, soleiðis
at ókomnu ættarliðini arva eitt
tilfeingisgrundfæ, sum gevur eina
so javna og optimala resourcurentu
til búskapin sum yvirhøvur gjørligt.
Vanstýringin í fiskivinnumálum
hesi seinastu árini eigur og skal
steðga, ímeðan vitið og skilið hjá
fiskimonnum, fiskifrøðingum og
at sær komnum politikarum má
miðja eftir krossvegnum har stál og
stovnar møtast á so lívfrøðiliga og
búskaparliga sjálvregulerandi støði
sum gjørligt. Hetta er íløgan, vit
sum nú liva og agera, kunnu gera
í framtíðina hjá okkara børnum og
abbabørnum. Tær avgerðir sum
nú vera tiknar fáa eina kolossala
ávirkan á menningina frameftir. Gera
ða sum ormar í sinninum
➘
Tórbjørn Jacobsen heldur fyrstu
fólkafundarrøðuna nakrantíð á toppinum á
Lítlu Dímun. Mynd Trúðboðin
Stolt og hábærslig er hon, Lítla
Dímun, úr tyrluni hjá Atlantsflogi.
Mynd Jan Müller