Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 127 - 4. juli 2008 Nýggj bók eftir prædikumannin Osvald Kjærbo um ísraelsfók er ætlað sum ein eggjan og vegleiðing til øll kristin í dag Átrúnaður Hvørt mansbarn í Føroyum man kenna frásøgnina í Bíblinui um, hvussu Gud leiddi ísraelsfólk úr Egypta­ landi og gjøgnum oyðimørk­ ina til tað lovaða landi. Hetta er eisini evnið í nýggjari bók eftir præ­diku­ mannin og høvundan Osvald Kjæ­rbo. Vegleiðing Við bókini Skuggamyndir hins komandi. Úr Egypta­ landi til Kaanan – Úr træl­ dómi til frælsi setir Osvald Kjæ­rbo frásøgnina eisini í mun til okkara tíð. Hann vísir á, at frásøgnin um ísraelsfólk samstundis er æ­tlað sum vegleiðing og eggjan til øll kristin í dag, ið eins og ísraelsfólk á sinni, eisini ferðast gjøgnum eina oyðimørk á ferðini móti lovaða landinum, sum er himmalin. Osvald Kjæ­rbo sigur seg altíð hava verið sera hug­ tiknan av frásøgnini um ferðina hjá ísraelsfólki. Sjálvur hevur hann granskað nógv í evninum og eisini undirvíst í tí í mong ár á møtum og skeiðum kring landið. Í bókini vísir Osvald Kjæ­rbo á, at ungdómurin sjáldan hoyrir um hetta evnið á møtum í dag. Tí hevur hann skrivað bókina Skuggamyndir hins kom­ andi, ið hann vónar, at les­ arin kann brúka sum veg­ leiðing og andaliga hjálp. Nýggj bók um ísraelsfólk 85 ára gamli Osvald Kjærbo hevur seinastu fimm árini givið eina bók út á hvørjum ári. Hansara nýggjasta bók, ”Skuggamyndir hins komandi”, er júst komin í bókabúðirnar ave 70-ára gomul mamma Omkari Panwar, ið býr í býnum Muzzaffarnagar norðanfyri New Dehli í India, átti í dag tvíburar – 70 ára gomul. – Endiliga fingu vi tein son og arving. Vit hava biðið til Gud, til halgimenni og vitjað heilað støð fyri at biðja um ein arving, sigur pápin, 77­ára gamli Charan Singh Panwar. Saman hava tey framman undan tvæ­r vaksnar døtur og fýra ommu­ og abbabørn. 70­ára gamla Panwar noyddist tó gjøgnum fertilitetsviðgerð, fyri at tað skuldi eydnast at gerast við barn. Tað kostaði so nógv, at familjan mátti seljaoksarnar og pantseta jørðina. Føroyar stuðla børnum í Rwanda Uttanríkisráðið hevur latið Plan­International hálva millión í menningarstuðli til at standa fyri eini verkæ­tlan, har børn tala sína søk í fjølmiðlunum. Endamálið við verkæ­tlanini er at varpa ljós á ræ­ttindi barnanna við at lata rødd teirra tala í útvarpi og fjølmiðlum annars, soleiðis at børnini gerast virkin í arbeiðinum at menna orðaskiftið í Rwanda. Í 1994 var fólkadráp framt í Rwanda, og um 800.000 fólk vórðu myrd eftir bert 100 døgum. Í Rwanda eru tveir æ­ttarbólkar, hutuar sum eru um 84% av fólkinum og tutsiar, sum eru um 15 prosent. Ein lítil bólkur av hutuarum stóðu fyri drápunum, og teir nýttu m.a. miðlarnar at heita á hutuar um at gera sína skyldu at drepa tutsiar. Miðlarnir høvdu tí ein ræ­ðandi leiklut. Málið er nú at nýta miðlarnar positivt. Hetta skal gerast við at førleikamenna børn, ung og fjølmiðlafólk, sum skulu lýsa og umrøða evnir, sum hava við børn og ung at gera. Verkæ­tlanin er í fyrsta lagi í eitt ár, og byrjar í oktober. Uttanríkisráðið fæ­r frágreiðing frá Plan­International um gongdina í verkæ­tlanini í november 2009. RINGIÐ TEL 312 000 OG FÁIÐ EITT ÓBINDANDI TILBOÐ Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen HITAPUMPAN CTC-vørumerkið er vælkent hjá føroyingum. Við meira enn 50 árum á føroyska marknaðinum nýtist ikki at siga meira... Tygum fáa CTC-hitapumpuna hjá Mariu Poulsen. RINGIÐ TEL 312 000 OG FÁIÐ EITT ÓBINDANDI TILBOÐ Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp fo | www mp fo CTC-vørumerkið er vælkent hjá føroyingum. Við meira enn 50 árum á føroyska marknaðinum nýtist ikki at siga meira... Tygum fáa CTC-hitapumpuna hjá Mariu Poulsen.