Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 127 • 4. juli 2008 vit tað rætta, her verður hugsað um fiskivinnuna fyrst og fremst, so koma allir partar í samfelagnum at kenna hitan frá eini skjótt vaksandi menning. Stovnsrøkt er gandaorðið. Fiskimenn, útgerðarmenn, fiskiídnaðurin, fíggjarstovnar, ja, samfelagið alt, øll føðiketan í landinum, kemur út aftur sum hin stóri vinnarin í hinum endanum. Eftir at hava ligið á einum búskaparliga flúgvandi teppi, vovið úr lántum fjarðum, er vanligur gerandisdagur aftur í Føroyum. Niðagrísar og onkur frøðingur í akademiskari stórlætisørsku tosa um niðurgang, um hin stóra galesjutúrin. Um eina endurtøku av meginkreppuni í 92. Hetta er fjas, í hvussu er megna vit við fyrivarni og umhugsni hesaferð sjálvi at stjórna okkum burturúr tí ringasta. Vit eru longu í krasjroyndini. Allir parametrarnir standa annaðhvørt á null ella í topp, hin skeiva vegin. Harvið kann tað bara ganga hin eina vegin, frameftir. Megna vit nú at lata búskaparligu lógirnar skipa fiskiskipaflotan til tøka tilfeingið, tá er framtíðin okkara. Lív menniskjans er andi og materia. Tað vita teir, sum hava sitið í Hvalba og á Nesi og skoðað hesa vøkru oyggj, ið onkursvegna hevur verið sálarligi stabilisatorurin í øldir. Lítla Dímun lá har, hvussu víkti og vendi annars. Stórmenni í materiu og anda hava livað her um leiðir. Og gera tað framvegis. Fundamentið, undirstøðukervið, stendur undir fremstu vinnulívsbygdini í Føroyum ídag, og vónandi fara norðanfjørðsfólkini, sum hava leitað sær upp á oynna, at advokera fyri at einasti fløskuhálsurin í infrakervinum hjá hvalbingum og nesmonnum verður skeklaður úr ketuni skjótast gjørligt, nevniliga Hvalbiartunnilin. Her má og skal ein loysn finnast, allar grundgevingar liggja við hondina hjá politiska myndugleikanum, sum skal taka avgerðina. Nú vit standa á hesum Guðsgivna parnassos, og líta yvir landið, sum smá hálvthundrað túsund menniskju eru sett til at røkja, mega vit staðfesta, at samrekingarmegin er øgilig í fólkinum. Hetta er samleikin, identiteturin, sum er grundarlagið undir øllum. Málið, mentanin, Guðstrúgvin. Ósjónligi strongurin við nógvum kardelum, ið liggur latentur, sum ein meginás ígjøgnum hvørt hjarta og hvønn heila í okkara vælsignaða móðurlandi. Hetta er kraftin, sum ger, at 40 ættarlið hava megnað at búleikast í oyggjunum, og eru vit nóg hyggin í røktini av tí alra dýrabarasta vit eiga, so koma í hvussu er 40 ættarlið eftir okkum, sum her standa. Táið søkt verður at grundvirðunum hjá eini tjóð ressast kvinnur og menn úr sæti og standa tjóðini við lið. Komi at hugsa um Sisimiutráðstevnuna í 1970 táið danin Mogens Boserup mælti til at gera enda á grønlendskum máli, sum hann helt vera eina forðing fyri allari menning í Grønlandi. Hann var boðin við sum fyrilestrarhaldari og táið ráðstevnan var liðug takkaðu grønlendingar honum fyri ómakin og journalisturin Ulloriannguaq Kristiansen handaði honum eina sømdargávu. Eina lítla kajakk við ongum skinni, ongum segli, eitt bert beinaræ. Og endasalutturin hjá kenda tíðindamanninum var: ”Grønlendska fólkið við ongum móðurmáli er sum ein kajakk við ongum skinni - ongari bólstring. Hetta er essensurin, sjálv kjarnan, hjá øllum tjóðum, øllum heimsins fólkum. Og umframt hetta mega vit ásanna, at orðini hjá jugoslaviska sjefideologinum, kommunistinum Edvard Kardelj, eru æviga sonn: ”Ongin statur, ongin skipan tíansheldur nakar politiskur flokkur, kann gera eitt menniskja eydnuríkt. Tað er bara menniskja sjálvt sum kann skapa sær sína egnu lukku. Ikki sum einsatakur persónur, men saman við øðrum menniskjum á javnrættindastøði. Vit eru farin ígjøgnum kjarnu trýstsins. Lægdin liggur norðanfyri okkum. Kósin er eysturhall, og um skamma stund fáa vit undangongu, tá ræður bara um at halda skútuni á rættari kós. Takk fyri tann ovurmikla heiður at vera sloppin framat hesum forkunnuga røðarapalli, 48 hálvgyllin til víddar, á fyrsta sinni. Góða eydnu nú tit flúgva suður, síga niður og stima norður og tøkk fyri at tit tímdu at koma higar fyri at leggja oyra til tað sindrið av hugsan, sum ein vanligur føroyskur bygdadrongur nú einaferð kann varta upp við á hesum leiðum. Hendan løtan er visuella staðfestingin av natúruni, sum eini eind av samanflættaðum træðrum. Føðiketan, har øll liðini kunnu veiðast burðardygt. Lívið í havinum, í bjørgunum og í vallaða lendinum á oynni. Kenslan, sum hesa løtuna verður sprænd inn í æðrar, sál og fatan stendur í grellari andsøgn til pseudoreligiøsu fatanina hjá metrosexuellu íbúgvunum á meginlondunum, sum eiga sannføringin um, at pylsuvognurin er einasta dýrið í føðiketuni. Seinasta glappakastið í hvalamálinum, frammanundan komandi ársfundinum í Kili, er besta dømi um, at menniskja er í holt við at flyta seg í stórlopum frá sínum egna uppruna. Her er nógmikið at verja og at standa á varðhaldi fyri. Mátti summarið verið tykkum og okkum til kveikingar og móðurlandinum til signingar. Latið okkum taka avbjóðingarnar í tøkum tíma - heldur enn at lata mótloysi skríða sum ormar í sinninum. Tjóðskaparligir fiskimálaráðharrar á Lítlu Dímun. Mynd Jan Müller Heini Holm, Flemming Jespersen, Óli Jensen og Róin Schrøter í songhýri á Toppinum í Lítlu Dímun. Mynd Jan Müller Tey lýða á, meðan Tórbjørn Jacobsen førir fram røðu á fólkafundi í Lítlu Dímun. Mynd Jan Müller Høvdingar og Dímunavinir hittast. Mynd Jan Müller Náttúran í Lítlu Dímun er sum í ævintýrlandi. Mynd Jan Müller