fríggjadagur 4. juli 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 127 - 4. juli 2008
Føroysk lív eru minni
verd enn donsk. Revs
ingin fyri at drepa
fólk í ferðsluni er í
øllum førum linari
í Føroyum enn í
Danmark. Meðan
danskar lógir um
rúsdrekkakoyring
og ferðsludráp eru
herdar, lata føroyskir
politikirarar sum
einki, staðfesta av
varðandi hjá Rosu
og Ditleif Eldevig,
sum doyðu í ferðslu
vanlukku í fjør
Ferðsla
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Politikarar svíkja ferðslu
trygdina. Hóast Ráðið fyri
Ferðslutrygd og løgreglan
gera eitt gott arbeiðið fyri
at bøta um føroysku ferðslu
trygdina,
so
undirgrava
landsins politikarar hetta
arbeiðið. So harður er dóm
urin hjá avarðandi, sum
mistu foreldrini í skilaleys
ari ferðsluvanlukku fyri ári
síðani.
Elisabeth Eldevig, Anna
Háberg og Rita Syderbø
greiða á næstu síðunum í
dagsins blað frá, hvussu
hart tað var at missa bæði
mammu og pápa ein stillan
hvítusunnudag í fjør. For
eldrini vóru á veg til Havn
ar, tá ein ung genta við full
ari ferð rendi beint inn í tey.
Bæði lótu lív.
Nú minningardagur fyri
ferðsludeyð er sunnudagin,
vilja systrarnar staðiliga
heita á politikararnar at
gera teirra part í fyribyrgj
andi arbeiðnum fyri størri
ferðslutrygd.
– Tá dómar fyri ferðslu
dráp eru so mildir, sum teir
eru í Føroyum, so siga vit
sum samfelag við tey, sum
koyra skilaleyst, at tað ger
ikki so nógv, staðfestir
Anna.
Hetta undirgrevur arbeið
ið hjá Ráðnum fyri Ferðslu
trygd, heldur hon. Og systr
arnar eru samdar.
Føroysk lóg
ikki dagførd
Herfyri fall dómur í máli
num um ferðsluvanlukkuna
á Sandvíkahjalla. Gentan,
sum varð ákærd fyri óviljað
manndráp og skilaleysa
koyring, fekk 10 mánaðir
fongsulsrevsing, umframt
at hon misti koyrikortið í
seks ár.
Dómurin er harður eftir
føroysku
viðurskiftum.
Men revsingin fyri ferðslu
dráp er nógv linari í Føroy
um enn í Danmark, tí før
oyska lógin er ikki eins og
danska lógin dagførd.
Í Danmark er lógin broytt
fyri at undirstrika álvaran
av skilaleysari koyring og
fyri at staðfesta, at bilfør
arar, sum koyra ábyrgdar
leyst hava ábyrgd.
Elisabeth, Anna og Rita
halda tað vera óskiljandi, at
føroyska lógin ikki eisini er
dagførd.
Danska lógin herðir mill
um annað revsingina fyri
rúsdrekkakoyring, og systr
arnar, sum sita eftir við nív
andi sorgini og sakninum
eru vísar í, at ein føroysk
dagføring eisini hevði verið
við til at broytt hugburðin
til rúsdrekkakoyring í Føroy
um.
Mannalív lítið verd
Tá dómur fall í málinum
um ferðsluvanlukkuna, sum
kostaði foreldrunum lívið,
vóru tær tríggjar til staðar,
og tær hava eisini heilsa
upp á gentuna, sum varð
dømd.
Tær leggja dent á, at tær
ikki koma við hesi áheitan,
tí tær ynskja hesu gentu
nakað ringt, men tær vilja
fegnar, at onnur ikki skulu
uppliva, hvussu hart tað er,
tá ferðslan drepur.
– Tað er ikki tí, man vil
hava hevnd. Fyri okkum
kann tað gera tað sama,
hvør dómurin er. Vit fáa
ikki foreldrini aftur. Men
revsiramman er ein ávaring
til tey, sum koyra bil og ein
staðfesting av, hvussu álvar
samt tað er at taka eitt
mannalív, staðfestir Elisa
beth.
– Dómurin staðfestir, at
tvey lív eru verd 10 mánaðir.
Tað eru boðini, sum sam
felagið gevur við hesum
dómi, leggur Anna afturat.
– Tað er eisini synd í gent
uni, sum koyrdi á. Hon skal
liva við hesum restina av
lívinum, og kanska kundi
hetta verið fyribyrgt, um
ávaringarnar móti rúsdrekka
koyring vóru sterkari, sigur
Elisabeth.
Politikarar svíkja
sína ábyrgd
Tí hevur tað so stóran týdn
ing, at politikarar vakna og
taka nullhugsjón og fyri
byrgjandi átøk í álvara, eru
systrarnar allar samdar um.
– Politikarar mugu vakna.
Í Danmark er lógin broytt,
soleiðis at man týðiliga vís
ir, at man tekur skilaleysa
koyring og rúsdrekkakoyr
ing í álvara, sigur Anna
Háberg.
Á næstu opnu er longri
samrøða við tær tríggjar,
um hvussu tað var at missa
foreldrini uttan nakra ávar
ing í einari púra skilaleysari
ferðsluvanlukku.
Men tær vilja fegnar nýta
hetta høvið at koma við
hesi áheitan til politikarar
nar. Tí teir sita við evstu
ábyrgd fyri ferðslu og revsi
lógini. Og tað er ábyrgdar
leyst ikki at dagføra hesar
lógir, halda tær.'
Politikarar svíkja ferðslutrygd
Føroyar mítt land
Sunnudagin klokkan 13 verður høvi at endurhoyra tær fimm sendingarnar, sum
vóru í røðini »Føroyar, mítt land« á Rás2 í vikuni, ið fór. Vit hoyrdu um
mentakvinnuna Mariu í Dalólastovu í Havn, vóru á sightseeing í Hoyvík, hoyrdu
seinastu sendingina í røðini um føroyska tjóðbúnan, hesaferð um stakkin, trivið
varð í brot úr søguni um vegagerð og bilferðslu í Føroyum í fyrru helvt av tjúgundu
øld, og síðsta sendingin í vikuni snúði seg um størsta hólm í Føroyum, Tindhólm.
Tey, sum løgdu sendingarnar til rættis hesa vikuna og bóru tær fram, vóru Turið
Sigurðardóttir, Janus Mohr, Nicolina Jensen Beder, Eirikur Lindenskov og Ólavur
Clementsen. Lurtið eftir áhugaverdu sendingunum á Rás 2 sunnudagin klokkan 13.
Janus Mohr er stigtakari og leggur sendingarnar »Føroyar mítt land« á Rás2 til rættis
- Tá dómar fyri ferðsludráp eru so mildir, sum teir eru í Føroyum, so siga vit sum samfelag við tey, sum koyra skilaleyst, at tað ger ikki so nógv, staðfestir Anna. Háberg, sum misti bæði foreldrini í
syrgiligu ferðsluvanlukkuni á Sandvíkarhjalla í fjør. Í Danmark er ferðslulógin herd, men føroysku politikararnir lata bara standa til, staðfesta Anna og systrarnar, sum Sosialurin hevur prátað við
Myndir: Álvur Haraldsen