fríggjadagur 4. juli 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 • 4. juli 2008
VIKUSKIFTI
9
skemt
Í rangastrúpan
Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið
heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við
teimum útsagnunum, sum vit hava prentað
niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á
prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja
vit við hesum senda eina áheitan til lesarar
okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar
ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu
miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast
okkum við bæði bræv- og telduposti.
Nær er so stytsti dagur?
Dagurin í dag er styttur 12 minuttir síðani stytsta dag
Útvarp Føroya
Hvat við misnýtaranum?
Betri umstøður til viðgerð av rúsevnum
Sosialurin
Hann mátti følt tað, um so var
Kaj Leo Johannesen kennir seg ikki stungnan í ryggin
www.uf.fo
Coldplay gestir?
Vit spæla eitt sindur av tónleiki, meðan vit bíða eftir okkara
gestum. Tað verður Coldplay.
Radius í ÚF
Fólkini minka
Tiltakið verður minni og eg rokni við, at spæliplássið riggar betri
til hetta sum eitt hugnaligt og intimt spælistað. Hetta avmarkar
sjálvandi, minni fólk sleppa til.
Jón Tyril á Kjak.fo um munin á G! og G!mini
Ein og sami maður
Løgmaður vil hava enda á stríðnum millum Jenis Hans Paula
www.uf.fo
Mangar eru kappingarnar, og
stundum verður kappast um at
finna vakrastu kvinnuna. Men
hendan kappingin í Riyadh
í Saudi Arabia er eitt sindur
øðrvísi. Her snýr tað seg um at
finna vakrastu geitina. Og ein
vinnari varð funnin.
Vakrasta geitin
Sunn last
Hesin bilurin lastar meira, enn
mann skuldi trúð. Og lastin er
sunn – súrepli frá dúrki til loft.
Kundi verða líka so stuttligt
at sæð eina mynd av, hvussu í
allari víðu verð eigarin hevur
fingið øll súreplini inn í bilin,
og hvussu hann ætlar at fáa
tey útaftur.
Hvar er
arbeiðs-
eftirlitið?
Hesir báðir handverkararnir
brúka hugflogið, tá teir koma
fram á ein trupulleika. Hetta er
í Eystureuropa, og har er eftir
øllum at døma einki strangt
arbeiðseftirlit at halda eyga við
arbeiðsfólki.
Málson ella
Malson
B36 hevur staðfest, at Karoly
Potemkin skjýtur ov fá mál, og tí
hava teir sagt sáttmálan við hann
upp. Og hvussu kann mann so tryggja
sær, at næsti álopsspælarin fer at
verða stinnari frammanfyri málið. Jú,
kanska við at keypa sær ein spælara
við eftirnavninum Málson.
Kreativ velting
Ofta verða stór og sterk djór nýtt til at velta við, men hesin
maðurin hevur eftir øllum at døma ikki nakað neyt ella
nakran hest at hjálpa sær. Tíbetur fyri hann er konan til
reiðar at taka eitt tak. Javnstøða ella ikki – hetta sær út til
at rigga.