Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 127 - 4. juli 2008 Summartónar um landið Tarira fer í vikuni at luttaka á Summartónum við tveimum konsertum, umframt einari framførslu, sum kórið sjálvt stendur fyri í sambandi við, at kórsins fyrsta fløga við heitinum “Døgg” verður givin út. Fyrsta konsertin á Summartónum var í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, har Tarira saman við Aldubáruni endurtók væleydnaðu framførsluna av kantatuni eftir Kára Bæk og Róa Patursson, ið varð framførd í mai, tá ið Norðurlandahúsið fylti fjórðings øld. Eftir serligum ynski úr Klaksvík verður konsertin við Tarira og Aldubáruni endurtikin í Christianskirkjuni í kvøld, fríggjakvøldið 4. juli kl. 20.00. Á útgávukonsertini fer kórið at framføra fleiri verk hjá føroyskum tónasmiðjum, m.a. fer kórið at frumframføra hugtakandi verkið “Náttúra”, sum Pauli í Sandagerði hevur skrivað til tekst hjá Christiani Matras. Verkið er bílagt av kórinum og er við á fløguni hjá Tarira. Útgávukonsertin hjá Tarira verður leygardagin 5.juli kl 16.00 í Müllers Pakkhúsi í Havn Hóast tær mistu bæði mammu og pápa í ógvusligari ferðslu­ vanlukku, fingu tær einki tilboð um sálar­ liga kreppuhjálp. Systrarnar, Elisabeth Eldevig, Anna Háberg og Rita Syderbø greiða frá, hvussu tað er, tá ferðslan drepur tey, sum tú elskar Ferðsla Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Tað er hvítusunnudagur, og veðrið er gott. Sólin speglar sær í svarta asfaltinum, og hóast fjøllini framvegis ikki eru heilt grøn, tykist tað, sum summarið longu er komið. Rosa og Ditleif Elde­ vig og ommu­ og abbason­ urin, Jann, hugna sær í bili­ num á veg suður til Havn­ ar. Jann er í Føroyum í feriu hjá ommu og abba, og nú skulu tey til fastrina í Havn til døgurða. Abbin og omm­ an eru sunnudagspyntað og í góðum lag. Abbin stýrir tryggur bilinum, og omman við sínum lætta lagið prátar og syngur. Men á landsvegnum við Sandvíkahjalla endar alt í einum stórum braki. 78 ára gamli Ditleif Eldevig doyr beinanvegin, meðan 77 ára gamla Rosa fær tíð at stað­ festa, at maðurin er farin, áðrenn hon eisini fer. Tey sum sita eftir Ditleif og Rosa andaðust og fingu frið. Men eftir sótu børn, ommu­ og abbabørn, skyldfólk og vinir og skiltu einki. Ferðsluvanlukkan tók bara nøkur sekund, men skelkurin og sorgin situr enn tung í kroppinum hjá einari heilari familju. Døturnar, Elisabeth Elde­ vig, Anna Háberg og Rita Syderbø hava í sambandi við minningardag teirra ferðsludeyðu valt at standa fram og fortelja um, hvussu tað var at missa foreldrini í einari so meiningsleysari ferðsluvanlukku. Tær ynskja at siga teirra søgu, fyri at vit sum sam­ felag kunnu duga betri at lofta einari slíkari álvarslig­ ari vanlukku. – Vit fortelja ikki okkara søgu, fyri at onnur skulu taka synd í okkum. Tað snýr seg ikki bara um hetta málið, men um hvussu vit sum samfelag lofta einari ferðsluvanlukku sum tí hjá mammu og pápa, sigur Elisabeth. Serliga er tað manglandi kreppuhjálpin til avvarð­ andi, sum tær vilja varpa ljós á. Í dag veit man, at skjót kreppuhjálp ger stóran mun fyri fólk, sum hava verið úti fyri ógvusligum og skak­ andi upplivingum, og til­ búgvingarætlanir fyri stórar vanlukkur umfata eisini sál­ arliga kreppuhjálp. Søgan um ferðsluvanlukk­ una á Sandvíkahjalla er millum annað ein søga um manglandi kreppuhjálp. Dagurin, tá verðin stegðaði Vanlukkudagin skuldu Rita og maðurin fara ein túr norður eftir, tá ein vinkona ringir og biður tey ikki fara, tí ein stór ferðsluvanlukka var hend norðan fyri Hvíta­ nes, og tað fór at taka eina løtu, áðrenn koyrandi var aftur. Vinkonan og maðurin vóru fyrst á staðið, men tey sóu ikki beinanvegin, hvørji fólk vóru í bilunum. Rita tosaði við vinkonuna, og hendan greiðir frá, at tal­ an var um eitt eldri par og ein ungan drong. – Hetta passaði til mammu og tey, og eg visti at tey skuldu suður til systir mína. Og so funnu vit út av, at tað veruliga vóru tey. Frá fólki á staðnum visti familjan, at pápin var deyð­ ur, men at mamman livdi, tí onkur hevði tosað við hana. Og ommu­ og abbasonurin livdi eisini. Tí skundaðu tey sær øll út á Landsjúkrahúsið. Tey vildu síggja, at pápin veru­ liga var deyður, og tey vildu vera um mammuna og Jann. Fingu einki at vita Men á Landssjúkrahúsinum var alt kaos. Tað var heilig­ dagur, og kanska vóru starvsfólkini eitt sindur færri enn vanligar dagar. Í øllum førum var ikki orka at taka sær av teim avvarð­ andi. – Vit vóru koyrd inn í eitt rúm og biðin at bíða har, til starvsfólkini á sjúkrahúsi­ num kundu siga okkum meira, greiðir Rita frá. Og har sótu tey í tveir heilar tímar. Í einum lítlum rúmi, uttan møguleika at síggja foreldrini og uttan kunning um, hvat fór fram, og hvussu mamman hevði tað. – Tað var ræðuligt bara at skula sita har og einki vita, sigur Anna. – Sjálvandi vildu vit sleppa til mammu, tí vit høvdu hoyrt, at hon livdi, leggur Elisabeth afturat. Skilaleys koyring d