Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 • 4. juli 2008 Vikuskifti 24 Í stuttum Cher trupulleikar av fjeppara Tá Cher herfyri ætlaði sær í býin við nøkrum vinfólkum, valdu tey at fara til countrybýin Nashville. Men tá ein mannligur fjeppari sá hana í eini barr, gjørdist hann frá sær sjálvum. 36 ára gamli maðurin royndi fleiri ferðir at sleppa fram við sterku lívverjunum hjá sangarinnuni. Hann megnaði enntá eina ferð at taka um miðjuna á sangarinnuni, ið hann, eftir øllum at døma, bert vildi práta við. Men hetta helt Cher ikki vera serliga stuttligt. Løgreglan varð boðsend og maðurin lagdur í hondjørn. Eddie Murphy tímir ikki meira Amerikanski sjónleikarin Eddie Murphy hevur í nógv ár spælt við í stórum og minni filmum, men nú hevur hann mest sum mist hugin at verða filmssjónleikari. - Eg havi spælt við í næstan 50 filmum, og nú er tað við at verða soleiðis, at eg ivist í, hví eg skal spæla fleiri filmar, sigur 47 ára gamli Eddie Murphy. Hann er í hesum døgum aktuellur við filminum Meet Dave. Australski sjónleikarin Heath Ledger doyði brádliga fyrr í ár. Hann gjørdist bert 28 ára gamal. Nú verður Ledger uppkallaður í australska býnum Perth, haðani hann er ættaður. Eitt nýtt sjónleikarhús fyri umleið 400 milliónir krónur skal byggjast har, og tað skal hava navnið Heath Ledger Theater. Sagt verður, at nýggja sjónleikarhúsið skal verða ein heiður til sjónleikaran, sum millum annað spældi við í nógv umtalað filminum Brokeback Mountain. Ledger verður uppkallaður Mamman hjá tí frálíka blinda soul-tónleikaranum, Stevie Wonder, doyði fyri tveimum árum síðani. Tað førdi við sær, at hann helt ein langan steðg í tónaleikalívi sínum. Men tó var hetta ikki endin fyri hann – heldur tvørturímóti. Hann er nú farin undir eina Evropa-turné, hvørs endamál er, at halda minni um mammuna á lívi. Eitt annað týdningarmikið endamál við teimum komandi konsertunum, er at standa saman um at mótmæla ímóti rasismu. Tann fyrsta konsertin hjá Stevie Wonder verður í Ålborg tann 8. septembur. Tó eru atgongumerkini til hesa konsertina langt síðani útseld. Wonder-innrás í Europa Madonna selur stórt Tað kann væl vera, at Madonna skjótt fyllir 50. Tað kann eisini væl vera, at hon og maðurin Guy Ritchie skjótt skulu skiljast. Og kanska er nýggjasta fløgan ikki líka góð sum ’Like A Prayer’. Men Madonna megnar enn sum altíð at selja ein hóp av atgongumerkjum. Longu nú eru tær flestu konsertirnar hjá henni útseldar av komandi konsertferðini ”Sticky and Sweet Tour”. Chicago, New York, Toronto og Boston hava ongi pláss eftir, og í alt hava higartil yvir ein millión fólk ogna sær eitt atgongumerki. ★ ★ ★ ★ ★ ★