fríggjadagur 4. juli 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 127 - 4. juli 2008
sansir.fo
Starvið sum útoyggjalærari í Mykines skúla verður lýst
leyst til setanar frá 1. august 2008. Komandi skúlaár
verða 2 næmingar í Mykines skúla.
Um starvið
Útoyggjalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans og
hevur sjálvur alla undirvísingina í skúlanum.
Søkt verður eftir útoyggjalærara, sum
• undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava
fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd
av virksemi skúlans
• skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv
millum skúla og heim
• skal vera førur fyri at loysa trupulleikar
• í samstarvi við foreldrini skal virka fyri, at
næmingarnir fáa sum mest burtur úr skúlagongdini
bæði fakliga og sosialt
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein
fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við tænastu í
Mykines skúla.
Starvið er fl okkað í lønarfl okkunum 27.1, 28.1, 29.1,
29.2 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið
og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av læraraprógvi, skeiðum,
frágreiðing um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum
skulu verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
15. juli 2008.
Umsóknin verður stílað til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo
Tey, ið ynskja fl eiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja
til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella Olaus
Jespersen, deildarstjóra, tlf. 355050.
Tórshavn, 2. juli 2008
Mentamálaráðið
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Starv sum útoyggjalærari í Mykines skúla
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in