fríggjadagur 4. juli 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 127 • 4. juli 2008
Vikuskifti
Í hesum døgum er ein sera forvitn
islig og í føroyskum høpi øðrvísi
framsýning at síggja í Kunst
museum Sønderjylland í Tønder
við verkum hjá slóðbrótandi
føroyska listamanninum Tóroddi
Poulsen, sum vit kanska kenna
best frá teim mongu bókunum,
hann hevur latið úr hondum.
Men í myndunum kenna vit aftur
hansara smáu, ágrýtnu súkklarar
og kerliga spei, m.a. í sukursøtu
tulkingini av Merkinum, sum er
sett saman av bláum, reyðum
og hvítum bommum. Leggjast
kann aftrat, at reyða krossmerkið
er gjørt úr kongabommum
(sjálvandi). Umframt installatiónir
og readymades, altso listaverk,
sum eru sett saman av framman
undan framleiddum lutum sum
dukkum, kustum osfr. sýnir
Tóroddur Poulsen fram stein
prent, sum hann hevur gjørt
á Grafiska Verkstaði Føroya í
Gundadali í Havn. Summi teirra
vóru at síggja á framsýningini,
sum Tóroddur Poulsen hevði í
Norðurlandahúsinum saman við
Bjarna Werner Sørensen herfyri.
Men mong verk eru nýggj, eins
og einstøk eru gjørd til høvið, t.d.
omanfyrinevnda bommflagg, ein
uppseting við pappírsbátum o.a.
Steinsetingar
Í sambandi við framsýningina,
sum hevur heitið »Steinsetingar«
ella »Stensætninger«, er komin
út prýðilig bók á donskum, har
ein ørgrynna av verkum hjá
Tóroddi Poulsen er umboðað,
bæði myndir, installatiónir og
yrkingar, umframt ein tekstur,
sum undirritaða hevur skrivað um
listamannin og hansara øgiligu
menning tey útivið tólv árini,
hann hevur tikist við myndlist.
Teksturin hevur heitið »Sten er
også sprog«, sum er ein setningur
tikin frá hugleiðingunum hjá
Tóroddi sjálvum um at skapa,
sum stendur í tíðarritinum Vencil
(nr.3/2007), har listamaðurin
m.a. skrivar: »Hóast einhvør idiot
sleppur t.d. inn á ting, so dugir
ein og hvør idiot ikki at yrkja, men
ein skal vera idiot fyri at fáast við
tað burturav. Ein slíkur havi eg
verið nú í nøkur ár. Seinnu árini
havi eg harafturat arbeitt meiri
við myndlist. Havi gjørt royndir
við myndum og tekstum saman.
Fyri meg hevur skriftin altíð verið
mynd. Og øvugt..«.
Bókin
Umframt at snúgva seg um bæði
myndlist og poesi hjá Tóroddi
Poulsen, ber teksturin í bókini
»Stensætninger« eisini við
føroyska listaumhvørvið, sum tað
sær út í løtuni. Ove Mogensen,
ið er ein av leiðarunum á
listasavninum í Tønder hevur
saman við Tóroddi Poulsen
skipað fyri framsýningini, eins og
hann stendur fyri einum stuttum
inn og útgangi í bókini, har hann
m.a. skrivar: »Landskabet som
motiv gengivet i et naturalistisk
eller abstrakt billedsprog
udgør fortsat den største part
af Færøernes billedkunst. En
af de få kunstnere, der har
brudt med denne tradition er
Tóroddur Poulsen. Kunstmuseet
i Tønder har derfor fundet det
væsentligt at præsentere denne
kunstners univers... Tóroddur
Poulsens kunst betegner et
nødvendigt nybrud i færøsk
kunst..«. Í skrivandi stund er ikki
upplýst hvørt framsýningin skal
víðari, men væntandi skal hon
tað og tá er at vóna, at eitt av
hesum støðum verður heima í
Føroyum. Framsýningin er opin
í Kunstmuseum Sønderjylland
inntil 14.september 2008.
Bókin »Stensætninger Tóroddur
Poulsen« telur 131 blaðsíður
og er til sølu fyri 150 krónur í
Grafiska Verkstaðnum, Norður
landahúsinum og í bókabúðunum
.
Nýbrot í føroyskari list
Tóroddur Poulsen hevur slóðbrótandi framsýning
í danska býnum Tønder
Listaframsýning
Kinna Poulsen
post@sosialurin.fo