fríggjadagur 4. juli 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 4. juli 2008
23
tíðindi
Troubadoururin
Teitur fekk á ársins
Roskilde Festivali
heiðurin at opna stóra
Orange Pallin, har
mong stórfingin løta
er farin fram, og har
mangt eitt viðurkent
tónleikanavn hevur
staðið á palli gjøgnum
árini
Knút H. Eysturstein
eysturstein@yahoo.co.uk
Teitur byrjaði róliga og í
góðum stíli við hugsunar
sama sanginum »Guilt by
Assosiation«.
Hevði
Gretsch gittara og violin
boga
í
hond,
og
við
violinboganum streyk hann
varliga eftir gittaranum, so
atmosferiskar
og
hug
vekjandi ljóðfladur komu
flótandi úr stóru hátalar
unum. Bólkurin kom uppí,
og Teitur og bólkur fram
førdu eina minimala og
einfalda útgávu av sangin
um, sum riggaði væl. Var
liga uppleggið stód sum ein
sterk og góð kontrast til
stóra Orange pallin, ið ann
ars mangan hevur verið
karmur um meira buldruttar
tónar.
Eingin slingur
Vid Teiti á palli vóru blás
arar, og tað sum sá út til at
vera eitt føroyskt gentukór.
Tad gjørdist skjótt greitt, at
tað riggaði væl vid gentu
kórinum afturvið, og útset
ingarnar til blásarar vóru
framúrskarandi í ljóðmynd
ini. Eisini vóru gittarar,
klaver, percussion, marim
ba, glockenspiel og annað
væl valt habengut sloppið
vid á pallin, og tað riggaði
eisini væl. Mest tí at botn
urin var tryggur og góður;
Derek Murphy á trummum
og Mikael Blak á bassi hava
spælt leingi vid Teiti, og har
er eingin slingur í valsin
um!
»Louis
Louis«
elvdi
skjótt til nógv klapp millum
áhoyrararnar, og felags
sangurin rungaði í niðurløg
unum. Teitur var allan vegin
í gjøgnum í góðum hýri;
chillaður, avslappaður, men
eisini fokuseraður og við
uppá tað. Sá út til at kenna
seg heima á pallinum.
Staðfesting av
viðurkenning
Sigast kann, at konsertin
var ein staðfesting av, at
Teitur og tónleikur hansara
hevur fingið afturljóð í
norðanlondum
og
aðra
staðni við. Nógv fólk vóru
uppmøtt, og tey livdu væl
við í konsertini. Tó vóru
summi, sum høvdu hug at
fara, tá konsertin var hálv
runnin, kanska mest tí at
her ikki var talan um bein
leiðis veitsluhugaðar tónar,
men meira hugvekjandi og
reflektivar av slagnum. Her
var á ongan hátt talan um
eina apufest, og var tað tað,
ið man ætlaði sær, so fór
man lort í býin. Vit, sum
eftir vóru, livdu væl við í
tónleikinum.
Hóast løtan sum heild var
av meira friðarligum slag,
fekk stak dansabli »Cathe
rine the Waitress« lív í føt
urnar (»fut i fejemøget«,
sum skaldið John Mogensen
tók til á sinni), og fólk
dansaðu heilt fitt afturvið
lagnum. Taktføstu lógva
brestirnir rungaðu. »Hitch
hiker«
groovaði
eisini
avstað í einum lekrum feeli,
har ikki sørt rock n roll
kendir undirtónar sníktu
seg upp úr musikkinum.
Teitur royndi seg við meira
frekligum gittarlótum, og
endin var eitt satt gittar
rock freakout, har teymarnir
vóru sleptir eina løtu. Hetta
riggaði ordiliga væl. Talan
var hóast alt um Orange,
ikki so? Hvørt hetta meira
sýraða innslagið var ein
heilsan
til
noise
rock
legendurnar My Bloody
Valentine,
ið
spæla
á
Roskilde
leygarkvøldið,
skal her vera ósagt!
Hinvegin var alt meira
vakurt og friðsælt í frálíka
»You get me«, og »Legen
dary Afterparty« var rør
andi »skeivur« og lívligur
uppá tann feita mátan. Sang
urin er um gittarleikaran
Chris Whitley, sála, ið Teit
ur møtti einaferð, og hesa
løtuna á Dyrskuepladsen
gjørdist hann ein hásongur
til tónleikin og lívið. »Einki
nýtt er undir sólini«, skriv
aði Prædikarin fyri eini
2250 árum síðani, men
sumt av tí, sum er her, er
vakurt alíkavæl. M.a tón
leikur, tá hann elir fram hitt
djúpasta og sannasta í menn
iskjum. Bæði teim sum
framføra, og teim sum taka
ímóti. Yvirhøvur var her
talan um eina vakra løtu
undir sólini.
Góður tónleikur
Teitur og væl mannaði bólk
urin spældu eina góða og
avslappaða konsert. Hóast
flottu og semihypaðu um
støðurnar á Orange, tóku
tey tað róligt; vóru ikki
komin fyri at royna at
imponera nakran; at fáa
eina ella aðra ímyndaða
grýtu uppá kók, men at
spæla góðan tónleik. Tað
gjørdu tey eisini, og tá
avtornar, er tað tað, sum
imponerar; góður tónleikur.
Sólríka og vakra løtan
endaði vid, at Teitur stillaði
seg
einsamallur
fremst,
meðan bólkurin fór av pall
inum.
Síðani
framførdi
hann heitislagið av nýggj
astu plátuni »The Singer«,
púra einsamallur og uttan
fylgispæl. Hetta var frykti
liga kul, og undirstrikaði
enn betri kontrastin millum
»stóru« umstøðurnar og
minimala tónleikin. Teitur
sang inniliga frammanfyri
stóru mannamúgvuni, og
vit tóku gleðiliga ímóti;
»We raise our voice in
unison, at the end of every
show...«
Ja, tað var líka við.
»Á ein ella annan
hátt var lívið bara
uppsummerað eitt
sindur hesa løtuna«
- Búi Rouch
Ein vøkur løta undir sólini
HD 1. partur
HD 1. partur tekur tvey ár og er sjálvstøðug
grundútbúgving í vinnubúskapi. Fyrra
árið eru lærugreinarnar vinnubúskapur,
dátugreining
og
samfelagsbúskapur.
Seinna árið eru lærugreinarnar vinnulívs
rættur, háttalæra, vallærugreinar og
verkætlan. Til ber at taka stakgreinar, tó
ikki háttalæru og verkætlan.
HD 1. partur verður boðin út í samstarvi
millum Føroya Handilsskúla og Handils
háskúlan, Århus Universitet. Undirvíst
verður ætlandi mánakvøld og mikukvøld
kl. 16.0019.10.
Upptøkutreyt til HD 1. part er gymnasial
miðnámsútbúgving, t.e. HH, HT, HIF, HF
ella student.
Nýggjur flokkur byrjar í september 2008.
Tilmeldingarfreistin er mánadagin 18.
august 2008.
Umsóknarbløð og kunning um HD 1.
part eru á heimasíðu Handilsskúlans,
www.fh.fo. Umsóknarbløð við próg
vum verða send Føroya Handilsskúla,
Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177,
FO110 Tórshavn.
HD 2. partur
HD 2. partur tekur eisini tvey ár, har tú
velur sergrein. Í løtuni kunnu føroysk
lesandi taka sergrein í roknskapi og
búskaparstýring sum fjarlestur.
Nýggjur flokkur, har til ber at taka
fjarlestur, byrjar í september 2008.
Tilmeldingarfreistin er 11. august 2008.
Umsóknarbløð eru tøk á heimasíðuni hjá
Handilsháskúlanum,
Århus
Universitet,
www.asb.dk. Umsóknarbløð verða send
Ritu K. Madsen, upptøkuvegleiðara Handils
háskúlans, á rkm@asb.dk.
Eru spurningar, ert tú vælkomin at
venda tær til skrivstovu okkara. Opið
er mánadagfríggjadag frá 8.0016.00.
Skrivstovan er tó stongd í tíðarskeiðnum
7. juli–11. august.
HD-útbúgvingin
HDútbúgvingin er viðurkend hægri útbúgving fyri eitt nú komandi og
verandi leiðarar hjá tí privata og tí almenna. Útbúgvingin er skipað sum
parttíðarlestur og tekur fýra ár.
FØROYA
HANDILSSKÚLI
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Tel 31 71 77
Telefax 31 33 74
www.tsu.fo