Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 • 4. juli 2008 Vikuskifti 22 Í síðstu viku var ein av teimum mongu framsýningunum í Smiðjuni við Lítluvík, sum nevnast listaframsýningar, men sum sjálvd­an hava tað stóra uppá seg listarliga sæð. Um hesa framsýningina kann tó sigast beinanvegin, at hon skaraði framúr og tók hend­an ummælaran av bóli. Kvinnan, sum hetta stutta ummælið í høvuðsheitum snýr seg um, eitur Silja Strøm (f.1987). Vit hava upplivað hana áður eitt nú á Ólavsøkuframsýningini, men á hesari framsýningini hómast av álvara umhvarvið av eini veruligari listakvinnu. Hon framsýnd­i í Smiðjuni saman við mammu og systir síni; Gyðju Hjalmarsd­óttir, sum sjálv nevnir seg fegnan amatør og Ingilín D. Strøm, sum við sínum 16 árum er rættiliga ung enn, men sum ivaleyst kann gerast heilt góð, fylgir hon somu leið sum systirin Silja, tí tað liggur eyðsýnliga væl fyri í hesari familjuni. S ilja fór í síðsta ár und­ir listarliga útbúgving á The Glasgow School of Art og vísti á framsýningini skúlaavrik innan ymisk tøkni, sum øll vóru merkt av framgongd­ og listarligari búning. Hon hevur m.a. arbeitt við eini portrettverkætlan, sum vit sóu á framsýningini í ekspressivum mynd­um, sum vóru málaðar við oljumáling á pappír. Harumframt sýnd­i hon fram prent og mod­eltekningar, umframt nakrar fínar tekningar, har hon sameinir eitt einfalt barnslig úttrykk við fløktum, setningum á ein originalan og áhugaverd­an hátt. Hesar mynd­irnar, sum altso eru figurativar, ímynd­a oftast eitt barn, sum tekst við okkurt vanligt so sum at lesa, práta í telefon osfr. Á sama hátt sum í teknirøðum sæst hvat figurarnir siga í taliboblum og í hesum førinum tala teir svart við longum, fløktum setningum, ið snúgva seg um ymisk listasøgulig fyribrigd­i. Skemtið vísir á tað absurd­a og sprettur av mótsetninginum millum tað spontana og ektaða, sum vit sambind­a við barnið og sjálvshátíðarliga, intellektuella tokutalu, sum hoyrir teimum vaksnu til. E nn eru trý ár eftir av útbúgv­ ingini hjá Silju Strøm í Glas­ gow, ið seinnu árini er vorðið eitt satt listmekka fyri progressivu listini. Tað verður spennand­i at síggja hvat Silja fær burturúr komand­i árini. Men longu nú kunnu vit staðfesta, at hennara listagávur eru sjáld­sama væl paraðar við skynsemi og áræði. Tí ivist eg onga løtu, at okkurt gott er í væntu. Ávegis Ummælarin var tikin á bóli til listaframsýning í Smiðjuni við Lítluvík Listaframsýning Kinna Poulsen post@sosialurin.fo