Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 127 - 4. juli 2008 lýsingar Søkt verður eftir fýra pedagogum og einum hjálparfólki til Dagstovnin við Landavegin at byrja ávikavist 4. august og 1. september 2008 ella eftir avtalu. Til 4. august er talan um ein pedagog til vøggustovu og tveir til barnagarðsstovu, harav annað er farloyvisstarv. Til 1. september er talan um ein pedagog og eitt hjálparfólk til barnagarðsstovu, har hjálparfólkastarvið er farloyvisstarv. Øll størvini hava 40 tíma arbeiðsviku við møguleika fyri tillagingum. Setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti annars verða sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til Dagstovnin við Landavegin, Landavegur 84, 100 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. juli 2008. Meira at vita Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kirstina Djurhuus, leiðara, tel. 302380, ella Brynhild Guttesen, varaleiðara, tel. 250704. Les eisini um størv og starvspláss á heimasíðu okkara www.123hjemmeside.dk/dag_land. Søkt verður eftir trimum pedagogum til dagstovnin Lítlaskóg at byrja 4. august ella eftir avtalu. Talan er um tveir pedagogar til skúlastovu at arbeiða 30 tímar um vikuna og ein til vøggustovu at arbeiða 20 tímar um vikuna. Setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti annars verða sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til Lítlaskóg, Postboks 217, 110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. juli 2008. Meira at vita Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Beintu Dalbø, leiðara, á tel. 219135. Gev gætur: Um pedagogar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Søkt verður eftir trimum pedagogum og einum hjálparfólki til Dagstovnin á Velbastað at byrja 1. august ella eftir avtalu. Møguleiki er at arbeiða fulla ella niðursetta tíð. Um stovnin Stovnurin hevur vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla. Stovnurin hevur góð hølisviðurskifti, stóran garð og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi oman fyri bygdina á Velbastað. Okkara leistur at arbeiða eftir er viðurkennandi námsfrøði, og við einum nýggjum og øðrvísi starvsfólkabygnaði leggja vit dent á samstarv, trivnað og menning. Í løtuni ganga 64 børn í aldrinum frá einum til átta ár á stovninum. Setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti annars verða sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til Dagstovnin á Velbastað, Norðuri á Heyggi 55, 176 Velbstað og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. juli 2008. Meira at vita Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jóhonnu Rubeksen, leiðara, tel. 218132. Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan Smílibýlið eftir tveimum pedagogum at byrja 11. august 2008 ella eftir avtalu. Talan er um 30 tíma arbeiðsviku. Setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti annars verða sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til Frítíðarskúlan Smílibýlið, Stoffalág 82, 100 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. juli 2008. Meira at vita Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Joan Heinesen, leiðara, tel. 2106446. Leys størv Tórshavnar kommuna Pedagogar og hjálparfólk til Dagstovnin við Landavegin Pedagogar og hjálparfólk til Dagstovnin á Velbastað Pedagogar til Lítlaskóg Pedagogar til Frítíðarskúlan Smílibýlið