fríggjadagur 4. juli 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 21
Nr. 127 • 4. juli 2008
Kommunustjórin í mentamálum
í Tróndheim kommunu - Ger-
hard Dalen helt fyrilestur
í Býráðshøllini í Klaksvík
hóskvøldið 19. juni 2008 undir
heitinum: Listalig prýðing í tí
almenna rúminum! Gerhard
Dalen hevur lisið tónleikavísindi
við lærda háskúlan i Oslu, og er
ein góður fyrilesari.
Sjáldan hoyrir tú so mergjað
orð í so vælvaldum lýsingum
um list og tess týdning í upp-
livingum, sum hetta kvøldið, har
Gerhard Dalen nam við, hvussu
stóran týdning listin hevði fyri
okkum øll. ”List skal upplivast og
ikki bert skoðast”, sum vit flestu
gera. Tróndheim er ein livandi
býur við 145.000 íbúgvum, har
listalig hugtøk eru gróðursett í
barnagørðum, skúlum, heimum t.
d. fyri minni ment, kommunalum
bygningum uttan og innan.
Í okkara huga vaks fram eitt
framkomið samfelag, har
æstitikkur í hugsan og verumáta
nam við upplivingar hjá øllum
aldursbólkum í samfelagnum í
samband við listprýði, sum vóru
víða um í hesum staði. Serliga
útilistin var hugtakandi.
Peter Bastian
Danski tónleikaheimsspeking
urin, fysikkarin og tónleikarin
Peter Bastian(1943) nemur við
hugtakið list í tíðarritinum, Billed-
pædagogisk tidsskrift 1996 í sera
forvitnisligumn vendingum. List er
ikki, men ta løtu, tá ið áskoðarin
fer og hyggur at listini, og tekur
hana til sín, hendir nakað við
honum og listini. Ein sákykna er
ikki lív, men ber í sær møguleika
fyri lívi. ”Objektið” er sáðkyknan,
og ”subjektið” er eggið. Vit eru
objektið og myndin er subjektið.
Tá ið sáðkyknan kemur í samband
við eitt burðardygt egg, kemur lív
í. Eitt listaverk er ikki . Ikki fyrr
enn verkið møtir einum áskoðara,
kemur lív í. Tá ið vit nøra um
okkara fruktagóðu, listaligu
hugtøk t. d. í útilist, mennir
hetta okkara tilvit um listina og
umhvørvið (tóma rúmi). Eisini
kveikir hetta okkara kensluligu
fatan av okkum sjálvum í mun
til umhvørvið. Hetta segði t. d.
Gerhard Dalen fleiri ferðir í sínum
fyrilestri í ymiskum vendingum.
Ein troyggja
– eitt træ
Hetta hugtók okkum at flyta
myndina av vegginum út ímillum
fólk - gera instalatiónir, har
listin bleiv partur av okkara lívi
og medviti. Eitt listafólk hevði
latið eitt træ í eina troyggju í
einum barnagarði í Tróndheimi.
Tey vaksnu hildu hetta vera
ørt, yptu øksl og sóu hetta sum
nakað tvætl, men børnini hildu:
”Sjálvandi skuldi træið latast
í!” Lummar vórðu niðast við,
so børnini løgdu sínar smálutir
í troyggjuna. Børnini áttu
listaverkið, áttu troyggjuna,
sum var í ymiskum litum. Lítli
lutur teirrra, sum goymdi seg í
troyggjuni, hevði tað gott eins og
staraungi í búri. Troyggjan bleiv
eitt listaligt heim, har barnið í
síni livandi verð vendi aftur til eitt
listaligt upphav, sum var teirra.
Tá ið svá er, ert tú komin langt
ávegis í listaligari fatan – títt
tilvit er skýrt í djúphugsni í einum
barnalund í einum listaligum
hugtaki. Hetta er tað vakra við
listini.
Heim fyri minni ment
Í garðinum kring eitt heim fyri
minni ment vóru standmyndir í
rundum skapum, sum sóu út sum
marsmenn. Hetta var so yndisligt
og livandi, at tú fer aftan á fer
táraði, tá íð Gerhard Dalen tosaði
um hesar listaligu verur. Tey
minni mentu ferðaðust millum
hesi mjúku skap - nomu við tey
og á sín hátt tosaðu tey við
hesar ”livandi deyðu” listaligu
lutir. Vit, sum halda okkum vera
fullborin, høvdu kanska farið
framvið og bara latið eygað nortið
við hesi skap í nøkur sekund.
Tey minni mentu, sum ofta hava
eitt stutt minni, vendu aftur til
hesar yndisligu verur, sum vóru
einkarbørn og staksystkin teirra.
Hesi fólk høvdu ikki fingið so
nógv í vøggugávu, men her gekk
sjón fyri søgn. Listina vóru tey
eins glað fyri, sum vit onnur,
tí tey upplivdu hana. Sáðið og
eggið vóru eisini vovin inn í teirra
tilvit í einklum skapum, sum
gav teimum tryggleika og góðar
upplivingar. Tá ið fólk fara inn í
listina á hendan hátt, verður hon
ein (seiða)lygn í sjónum, og av
somu orsøk verður lívið tess ríkari
hjá okkum øllum. Hvørt ár setir
Tróndheim komuna eina ávísa
upphæd ( 1,25 % av intøkuni hjá
kommununi) á fíggjarætlanini hjá
kommununi til list. Hetta munar
væl, og øll eru glað fyri hetta.
Tónleikur
Tað kundi verið okkurt annað
at nomið við, men eg vil leggja
afturat, at tvey ung fólk frá
Tróndheimi spældu eini trý løg
hesa stund, vit tvøldust undir
bitunum í Býraðshøllini í Klaksvík.
Ungfólkini, Ásbjørg Ryeng,
spældi upp á Bandoneon og Lars
Magnus Steinum spældi upp
á violin. Bandoneon er ljóðføri,
sum líkist einari lítlari harmoniku,
og er upprunaliga týskt , sum
t. d. kom til Suðuramerika við
týskarunum, sum fluttu hagar í
19. øld. Her verður tað ofta nýtt,
tá ið tangoløg verða spæld. Tað
gjørdu hesi ungu eisini og fyltu
”tað tóma rúmið” við svingandi
tangoløgum. Sera væl spælt.
Eg saknaði lands-, kommu-
nalpolitakarar og fólk, sum sita
á trónini og umboða mentanar-
partin í kommununum víða um.
Bert kommunalpolitikarar úr
Klaksvík vóru og lýddu á, men eg
vildi hildið tað, at tað hevði verið
ógemeina gott, um felagsskapur
kommununar her á landi tók um
endan , og bað hann koma aftur
at halda fyrilestur um list (útilist)
fyri limum sínum og fólki, sum
starvast hjá komununum.
Dávur Winther stílaði fyri
og bjóðaði fólki við nýtum og
blíðum orðum at vera hjartaliga
vælkomið til hesa forvitnisligu
fyrilesing, sum lat seg í eina
troyggju, sum fjálgaði um okkara
listaligu nøring... og so sáðið
og eggið. Ja, tað kann eg siga
tykkum, tað skuldu tit hoyrt!!!
Umhvørvið skal prýðast við list
Handilsskúlin á Kambsdali hevur júst avdúkað nýggj listarverk eftir Edward Fuglø, sum skulu prýða skúlan í mong ár frameftir
List
Frits Johannesen
Sjáldan hoyrir
tú so mergjað
orð í so væl
valdum lýsing
um um list og
tess týdning í
upplivingum,
sum hetta
kvøldið, har Ger
hard Dalen nam
við, hvussu
stóran týdning
listin hevði fyri
okkum øll,
skrivar Frits
Johannesen í
hesari grein