Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindi Nr. 127 - 4. juli 2008 Café Vágsbotn er nú veruleiki. Caféin læt upp í gjárkvøldið sum ein roynd, og klokkan 11 í morgun læt so upp av álvara. Talan er um úticafé, sum verður opin frá 1. mai til 1. september CAFÉLÍV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað eru eftir hondini meiri enn tvey ár síðani, at Jóhannes Jensen sendi inn umsókn um loyvi at gera eina úticafé í Vágsbotni. - Tankin er gamal. Tað var í mars 2006, at eg sendei umsóknina inn, og sjálv við- gerðin hevur tikið eini tvey ár, sigur Jóhannes Jensen, sum eisini er stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn. Men hann leggur dent á, at hetta ikki skal skiljast sum kritikur. - Eg skilji væl, at tað hevur tikið sína tíð. Hetta er jú ikki ein standard umsókn, og tað eru nógvir instansir íblandaðir, sigur Jóhannes Jensen. Tankin aftan fyri cafeina er at fáa lív aftur í Vágsbotn, men kortini væl undan tað, at sølutorgið og ætlanirnar hjá Býráðnum við Tórsgøtu og Vágsbotni vóru alment kendar. - Men sølutorgið kemur sjálvandi væl við og verður eitt gott ískoyti til at fáa lív aftur í Vágsbotn, sigur Jóhannes Jensen. Spurdur, um grundarlagið skal verða útlendsk ferða- fólk, sigur hann, at tað væntar hann ikki. - Nei, Tað eru snøgt sagt eingi ferðafólk. Grundar- lagið verður avbygdafólk, sum koma til Havnar, og so havnarfólk, sum ferðast í miðbýnum. Hetta skal verða eitt stað, har øll kunnu koma, tað verið seg ungar barnafamiljur og eldri fólk, sigur Jóhannes Jensen. Hugnaligt umhvørvi Stjórin á Café Vágsbotn sigur, at hann leigaði hølini frá P/F Poul Hansen við tí fyri eyga, at skapa lív aftur í Vágsbotni. Hann harmast tí, at Karlsborg er latið aftur. - Sæð út frá einum professionellum sjónarmiði er tað ógvuliga óheppið, at Karlsborg er latið aftur, tí tað hevði skapt upp aftur størri aktivitet um tann cafein eisini var opin, sigur Jóhannes Jensen. Hann fegnast annars um, at býráðið hevur tikið stig til at minka um ferðsluna í Vágsbotni. - Bæði vegbungurnar, sum nú eru komnar, og at Gríms Kambans gøta nú er stongd fyri gjøgnumkoyr- ing, minkar um ferðsluna. Og tað átti at verið bannað ørindaleysum at koyrt út í Bakka, tí tað er ikki neyðugt hjá bilum at koyra mitt inni ímillum fólk, sigur Jó- hannes Jensen. Hann heldur, at býráðið hevur handlað professionelt og málrættað við sínum ætlanum í Tórsgøtu og Vágsbotni. - Teir hava avgjørt uppi- borið eitt herðaklapp, sigur Jóhannes Jensen. Bíligt – men ølið dýrt Sum eina roynd læt Café Vágsbotn upp í gjárkvøldið, og læt so upp av álvara í morgun. Hetta verður ein café, sum fer at bjóða vanligt kaffi, cappucino og café latte og vaflur og køkur, tvey sløg av salati og tvey sløg av sandwich. Har aftrat verður sodavatn og øl at fáa. - Alt verður selt í eingangs íløtum, so tað er so um- hvørvis viðarligt sum gjør- ligt, sigur Jóhannes Jensen. Tað verður tað veikara slagi av øli, sum verður at fáa á Café Vágsbotn, og orsøkin til tað, sigur Jó- hannes Jensen, er hon, at fólk skulu ikki siga har og drekka seg full. - Tað er eisini tí, at vit hava valt at selja ølið lutfalsliga dýrt. Men annars verður hetta eitt bíligt stað, sigur Jóhannes Jensen. Róð hevur verið fram und- ir, at Undirhúsið nú gjørdist partur av Café Vágsbotn, men hetta er ikki so. - Caféin fer als ikki at ávirka Undirhúsið. Talan er eina og aleina um eina úticafé, og teir, sum ganga í Undirhúsið, fara als ikki at merkja nakran mun – annað enn at teir nú kunnu fara út um at keypa sær ein kaffi- munn, sigur Jóhannes Jensen. Við Café Vágsbotn og sølutorginum er veruligt lív við at koma aftur í Vágsbotn. Tað var lív í í Vágsbotni, tá Zacharias á Argjaboga seldi bensin og agn úr lítlu hølunum Frá bensinpumpu til ølpumpu Latið varð upp í gjárkvøldið – sum ein roynd. Og har var beinanvegin góður stemningur Mynd: Jóhannes Jensen David og Goliath Tað man vera sjáldan, at Norröna er minni »maðurin« her í lívinum. Men tað hndi, tá føroyska flaggskipið í morgun kom úr Íslandi. Við molendan lá nevniliga »Costa Atlantica« úr Genoa í Italia. Skipið er 300 metrar langt og hevur 12 ferðafólkadekk, sum ølle ru nevnd eftir filmum, sum kendi italski leikstjórin, Frederico Fellini, hevur leikstjórnað. Pláss er fyri 2114 ferðafólkum í 1057 kabinum, og manningin telur 897 umborð á 85.614 BRT stóra ferðamannaskipinum. Til samanberingar er Norröna 165 metrar long, hevur 318 kabinur og pláss fyri 1482 ferðafólkum. Manningin telur 118, og Norröna er 15.922 NT stór.