Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 • 4. juli 2008 Vikuskifti 20 Tvíhús – Torsteinsgøta 3, Tórshavn Tvíhús í tveimum hæddum á 69+50 - í alt samlað búvídd á uml. 119 fermetrar. Byggiár 2002. Á veghæddini er durur, gongd/trappa, baðirúm við brúsu, køkur, og fýrrúm/vaskirúm. Í ovari hæddini er gong, hjúnarrúm, tvey kømur og baðirúm við brúsu. Húsini liggja væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi, tætt við dagstovn og skúlar, skjótt til gongu heim í býin, gott busssamband. Húsini eru væl hildin og í góðum standi. Prísur : 1.175.000 Sethús – Brekkugil 4, Trongisvágur Sethús við bilhúsi í tveimum hæddum á 118+118 - í alt samlað búvídd á uml. 236 fermetrar. Byggiár: 1990. Grundøki 756m². Í ovari hæddini er gongd / trappa til veghædd, tvey baðirúm við brúsu, hjúnarrúm, køkur, stova og eitt kamar. Á veghæddini er gongd, kamar, fýrrúm, vaskirúm, ítrivsrúm og kjallari/bilhús. Frá stovuni er hurð út á stóra altan. Giring er kring húsini, grasplena og runnar í garðinum. Ognin eru sera væl hildin og í góðum standi, eru nýístandgjørd 2005. Húsini liggja væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi, liggja tætt við dagstovn, skúla og handil og hava sera gott og vakurt útsýni út á fjørðin. Prísur: kr. 1.200.000 Sethús Traðarvegur 22, Sørvágur Nýggju, sera snøggu og væl bygdu húsini eru í 2 hæddum hvør á 144 m2 – í alt 288 m2 – alt sera snøgt innrættað. Grundøkið er 763 m2. Byggiár: 2004. Í neðra er inngongd, durur / gongd / hall, stórt kamar, minni kamar, baðirúm við kar og brús, fýrrúm, stórt kjallararúm og garaga við sjálvvirkandi portri. Í erva er trappugongd, grovkøkur / vaskirúm við egnari inngongd, køkur / alrúm / borðsstova / stova, hugnastova / sjónvarpsstova, kamar, hjúnarrúm við baðirúmi og klædnarúmi. Húsini standa í veðurgóðum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg nær við skúla og dagstovn. Húsini hava sera vakurt panoramaútsýni yvir Sørvágsfjørð. Prísuppskot : 1.900.000 Sethús – Toftagøta 4, Fuglafjørður Hugnaligu húsini eru i trimum hæddum,, samlað búvídd umleið 100 fermetrar. Grundøkið er 159 m2. Byggiár : 1908. Urtagarður er niðan fyri húsini. Miðhæddin : gongd, stórt kamar, køkur, 2 stovur og trappa til ovastu hædd. Ovasta hæddin : baðirúm, hjúnarúm, 2 kømur og útiloft. Niðasta hæddin: fýrrúm/kjallararúm. Húsini eru í sera góðum standi, hava nýggj vindeygu, nýggjan klædning, nýtt tak, nýggjan køk, nýtt baðirúm, nýggja oljufýr og eru annars mestsum øll dagførd . Húsini liggja í friðaligum og barnavinarligum umhvørvi mitt í bygdini, hava gott útsýni. Prísuppskot: 1.100.000 Sethús – Kósabrekka 8 Klaksvík Húsini eru í trimum hæddum á 54+54+54 - í alt samlað uml. 162 fermetrar. Í miðhæddini er inngongd, gong trappa til loft og kjallara, køkur / spísistova / stova. Í ovastu hædd er gong, hjúnarrúm, wc, baðirúm við baðikari, og tvey kømur. Kjallarin er eitt rúm, ikki innrættaður. Til húsini er leysstandandi hjallur. Húsini er bygd 1952 men dagførd 1977 og 2005. Húsini liggja væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi og hava gott útsýni og hartil er góður sólargangur. Prísuppskot : 1.100.000 Sethús – Traðarbrekka 21 Hugnaligu og sermerktu húsini eru 130 m2 í ovaru hædd og 120 m2 í niðaru hædd – í alt 250 m2. Grundøkið er 493 m2. Húsini eru bygd í 1978 og dagførd í 2008. M.a. er nýggjur klædningur, bjálvað uttan, nýggj lágorkuvind- eygu, nýtt tak, oljufýr, nýggjur ketil og 3 nýggjar úthurðar. Húsini er væl bygd úr góðum og “rustikkum” tilfari. Í erva er inngongd, durur / gongd, baðirúm, køkur / alrúm / borðsstova / stova, kamar, hjúnarrúm við útgongd til útigólv, baðirúm. Í neðra er inngongd, durur, køkur / alrúm / borðsstova / stova, 3 kømur, baðirúm, vaskirúm við útgongd og fýrrúm / goymslurúm. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg nær miðbýin 3 min til gongu frá SMS. Dagstovnar, skúlar, handlar og busssamband er nær- hendis og frálíkt útsýni er yvir alla Havnina. Húsini verða seld, um nóg høgt boð fæst. Sethús – Nesvegur 73, Nes Hugnaligu húsini eru i trimum hæddum, 5o fermetrar hvør hæddin, samlað búvídd 100 fermetrar. Grundøkið er 680 m2. Byggiár: 1949. Urtagarður er í ferð við at verða gjørdur rundan um húsini, og stór terassa er eystanfyri.Til húsini hoyrur eisini ein stórur hjallur, har ein grovkøkur er við at verða gjørdur. Húsini hava hitapumpu og nýta ikki olju. Miðhæddin : gongd, wc, køkur, stova og trappa til ovastu hædd. Ovasta hæddin: baðirúm, hjúnarúm 3 kømur og klædnarúm. Niðasta hæddin: fýrrúm, 2 kjallara- rúm og 2 smærri rúm. Húsini eru í góðum standi, hava nýggj plastikkvindeygu og eru annars mestsum øll dagførd. Húsini liggja í friðaligum og barnavinarligum umhvørvi, og busssambandið er gott. Prísuppskot : 900.000 Tvíhús : Lynggøta 5, Norðskáli Í mai mánaði 2008 varð farið undir at byggja eini tvíhús á Lynggøtu við Norðskála, sum verða liðug í septembur mánaði 2008. Húsini verða í 1 hædd - samlað búvídd 95 fermetrar. Eisini er eitt ovasta loft íð kann innrættast Húsini koma at hava føroyaprofil klædning svart alminiumstak, tætt tróður við dúki, plastikk vindeygu og úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar ( Finland), og gólvini á vesinum verða sveisivenyl. Tey eru innrættaði soleiðis : Durur, gongd, baðirúm, forstova , 2 kømur, hjúnarrúm, grovkøkur, køkur,og stova. Møguleiki er at velja gólv og køk eftir egnum ynski. Eisini kemur eitt goymslurúm at hoyra til húsini. Prísur: kr. 1.150.000 Grundstykki – á Ryggi 35, Nólsoy Grundstykkið matr.nr. 88b á 458 m2 liggur sera væl fyri í norðara endanum í bygdini við asfalteraðan blindan veg í barnavinaligum, friðaligum og náttúruvøkrum umhvørvi við góðum útsýni. Lætt er at binda í el, vatn og kloakk. Tvíhús – Traðarvegur, Streymnes Á summri 2008 verður farið undir at byggja eini tvíhús áGerðisgøta 9, Lamba sum verða liðug í septembur mánaði 2008. Húsini verða í 1 hædd - samlað búvídd 95 fermetrar. Eisini er eitt ovasta loft íð kann innrættast. Húsini koma at hava føroyaprofil klædning svart almini- umstak, tætt tróður við dúki, plastikk vindeygu og út- hurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar ( Finland), og gólvini á vesinum verða sveisivenyl. Tey eru innrættaði soleiðis: Durur, gongd, baðirúm, forstova, 2 kømur, hjúnar- rúm, grovkøkur, køkur,og stova. Møguleiki er at velja gólv og køk eftir egnum ynski. Eisini kemur eitt goymslurúm at hoyra til húsini. Prísuppskot: 1.150.000 Grundstykki – Velbastaður Grundstykkið liggur í nýggjari útstykking, klárt til at seta tann fyrsta formin, matr. 24 ae, er byggibúgvið og planerað, komandi keypari kann fara í gongd beinavegin. Stykkið liggur væl fyri á blindvegi. Nýggi býlingurin liggur omanfyri bygdina Velbastaður, sum er ein gomul bóndabygd, útsýnið verður púra frítt omanfyri gomlu bygdina, út á Hestur, Koltur og Sandoynna. 10. min. í bili til Havnar. Tætt við dagstovn, skúla og busstoppstað. Virkisbygningur, Kajøkið Søldarfjørður Vinnubygningur á kajøkjinum í Søldafirði. Bygningurin er í einari hædd,eitt stórt høli umleið 80 fermetrar, skrivstova/køkur, skiftirúm og wc. íalt 120 fermetrar. Grundøkið 600 fermetrar. Byggiár 1980. Bygningurin kann útbyggjast til tað dupulta. Við bygninginum fylgjur loyvi til at útflyta feskan fisk og hummara. Við bygninginum fylgir eisini, ein elektriskur trukkur, ein lastvognur, 2 bingjur og 400 fiskakassar á 70 kg. Er eisini vælegnaður at nýta til onnur endamál, so sum smiðu, goymslurúm osv .Uttanumsøki er asfalterað. Bygningurin liggur sera væl fyri, lætt atkomuligur við stórum akførum. Bygningurin er í góðum standi, og er bygdur av bjálvaðum betong elementum. Prísuppskot : 1.9 mill Sethús – Neslíð 12, Vestmanna Serstaka sethúsi er eitt sniðhús / bjálkahús úr Kanada, sum er bygt eftir sera strongum krøvum, tá ið talan er um dygd og orkunýtslu. Húsini eru í einari hædd á 146 m2. Grundøkið er 555 m2. Byggiár: 2008. Har er inngongd, durur, gestawc, alrúm / køkur / borðsstova / stova við útgongd til terassu, bryggers / vaskirúm / fýrrúm, hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Undir húsinum er krúpikjallari við øllum installatiónum. Gólvhiti er í øllum húsinum eins og mistaðardustsúgvari. Møguleiki er fyri hitapumpu, og pláss er fyri at byggja garagu. Húsini standa í nýbygdum øki í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg. Stutt er til skúla, barnagarð o.a. og útsýnið er sera gott oman yvir bygnina og út á fjørðin. Møguleiki er fyri at fáa mvg. av arbeiðslønini (max. kr.150.000,00) aftur. Meira sæst á www.vvs.fo ella www.canadahuse.dk Ibúð :Marknagilsvegur 89 1 tv, Tórshavn Hugnalig og væl innrættað íbúð, sum er á stovuhæddini, stødd 68 fermetrar, tú gongur beint inn frá túninum, ongar trappur. Til íbúðina hoyrur eisini úthús og felags rúm. Íbúðin er væl bygd, væl bjálva, sera lýggj. Har er gongd, køkur/stova út í eitt, baðirúm, vaskirúm, hjúnarrúm og kamar. Flísagólv við hita er í gongd, baðirúmi og vaskirúmi. Íbúðin liggur í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi, við góðum sólargangi og góðum grannalagi. Beint við Handilsskúlan. Stutt frá dagstovni, handli og skúla. Góð parkeringsviðurskiftir. Vakurt og gott útsýni úr stovuvindeyganum út á fjørðin og út á Nólsoyar bygd. Prísuppskot : 1.6 mill Sethús – Hákunargøta 2, Hoyvík Snotiligu arkitektteknaðu húsini eru í 2 hæddum Ovara hæddin er 140m2 og niðara hæddin er 110m, umframt eina garagu íð er 30 m2 - í alt 280 m2. Grundøkið er 503 m2. Byggiár: 2007. Í ovaru hæddini, sum er opin upp í trórið, er, stór gongd, baðirúm við gosbað og brúsu, køkur, stova, hjúnarúm og trappuniðurgongd. Í niðaru hæddini : er kjallararúm/fýrrúm, gongd, wc, 3 kømur og eitt stórt rúm. Eisini er ein stór garaga, har íð tað eisini er møðuleiki at gera hjall. Niðara hæddin er ikki liðugt innrættað. Gólvvarmið er í øllum gólvunum í niðaru hæddini. Eisini er innbygdur dustsúgvari. Húsini standa í friðarligum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi og hava sera gott útsýni. Stutt er til allar hentleikar. Trøð – á Gørðum Kalbak Stóra trøðin matr.nr. 47a Kalbak er í tveimum pørtum - annar á 7.189 m2 og hin við ástandandi seyða- og hoyggjhúsi er 285 m2 - í alt 7.474 m2. Trøðin liggur miðskeiðis í bygdini við veg og er løtt at koma til. Har er turt dyrkað lendi, ið er hegnað, men ikki vetrarfriðað. Trøðin liggur í friðarligum og sera náttúruvøkrum umhvørvi við frálíkum útsýni. Prísuppskot : 600.000,00