Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 127 - 4. juli 2008 Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í samskiftismálum, tók í gjár alment SHEFA 2 kaðalin í nýtslu. Hetta er størsta einstaka íløgan hjá Føroya Tele, og hevur kostað felagnum góðar 120 milliónir krónur SAMSKIFTI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo »...teir tosa úr Gøtu og suður í Vág úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá hin rómverski pávin lá deyður ein dag brátt vistu teir tað, brátt vistu teir tað« Soleiðis tók Bjørt Sam­ uelsen til í røðu í gjár, tá nýggi SHEFA 2 kaðalin varð alment tikin í nýtslu. Tað var landsstýriskvinn­ an sjálv, sum »trýsti á knøtt­ in«. Tað fór fram við at hon við músini trýsti á eitt ikon á telduni, og stutt eftir var sambandi gjøgnum SHEFA 2 kaðalin heilt niður til Telehouse London opið. Fyri at venda aftur til »Í Gøtu ein dag«: ­ »Ílatogið« var fyrsti tele­ grafkaðalin millum Føroyar og útheimin, sum eisini lá til Hetlands, og sum varð tikin í nýtslu í 1906, segði Bjørt Samuelsen. Nýggja »ílatogið« gongur frá Klingruni í Hoyvík um­ vegis Maywick í Hetlandi, Ayre of Cara í Orkney­ oyggjunum, Banff og Aber­ deen í Skotlandi til Tele­ house í London. ­ Hesin nýggi kaðalin fer, saman við FARICE, at geva Føroyum trygt fjarskifti út­ eftir, og at kalla óavmarkaða fjarskiftisorku mótvegis út­ heiminum í nógv ár fram­ eftir, segði Kristian David­ sen, stjóri á Føroya Tele. Bjørt Samuelsen, lands­ stýriskvinna, sannaði orða­ takið, at »mangt broytist á mansins ævi«. Og fáar eru tær vinnur, har broytingarnar ganga skjótari enn júst innan samskiftisvinnuna. ­ Minnist sjálv, tá eg sum smágenta var og vitjaði ommu og abba mín heima á Sandi, og spelaði oman á telefonstøðina, har hin smarta telefondaman sat og helt skil á leidningunum og vísti mær inn í klivan til telefonina, har telefonboð vóru norðuri úr Havn, segði Bjørt Samuelsen. Avtalu við BT Og landsstýriskvinnan helt fram: ­ Lítið grunaði óvitin, at hennara egnu børn fá tíggju­ ár seinni fóru at ganga við telefon í lummanum, og hava hug at skifta hesar út eins ofta og tannbustina, fyri at kunna vera ajour við nýggjasta móta og møgu­ leikarnar, segði hon. SHEFA 2 kaðalin er størsta einstaka íløgan hjá Føroya Tele, og hevur kostað felagnum meiri enn 120 milliónir krónur. Hetta er samstundis fyrsti fipur­ kaðal, sum verður lagdur millum Hetland, Orkney­ oyggjar og Skotland. Av tí sama hevur Føroya Tele kunna gjørt eina 15 ára avtalu við British Telecom um at teir nýta SHEFA 2. Kaðalin gevur stórar møguleikar at bjóða sam­ skiftistænastur til økini nærhendis kaðalinum, ikki minst til oljuvinnuna. ­ Og SHEFA­2 kaðalin er ein farleið, til aðrar møgu­ leikar. Eitt nú hava vitanar­ tungar vinnur tørv á at flyta stórar mongdir av dáta mill­ um Føroyar og umheimin fyri ein rímiligan penga, segði Bjørt Samuelsen. Hetta er ein fýra ára long verkætlan, sum nú er førd út í lívið. Planlegging og botnkanningar vórðu gjørd­ ar á heysti 2005 og í 2006, og sjálvt arbeiðið við at leggja kápilin fór fram í 2007 fram til summarið 2008. Tað var kanadiska kaðal­ skipið »IT Intrepid«, ið legði kápilin. Hann er griv­ in niður í botnin og skuldi verið rættiliga væl vardur, eisini við tað, at hann er vardur við stálverju. Kaðal­ in er 800 kilometrar langur. Í døgunum 4. til 9. juli hevur listakvinnan Elin Josefina Smith framsýning av 28 oljumálningum í Smiðjuni í Lítluvík LISTAFRAMSÝNING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað serliga forvitnisliga við hesari framsýningini er, at listakvinnan, Elin Josefina Smith, hevur fingið yrkj­ aran, Tórodd Poulsen, at skriva yrkingar til 18 av málningunum. Tey, ið vitja framsýning­ ina, fáa eintak av yrking­ unum útflýggjað, er áhugi fyri tí. ­ Eg plagi at gera mest glaðar myndir, men hesa­ ferð havi eg einar fimm myndir, ið eru meiri spyrj­ andi um tilveruna, sigur Elin Josefina Smith. Til ferniseringina, sum verður í dag, fer Sámal Ravnsfjall at spæla. Framsýningin er opin fram til mikudagin 9. juli. ...teir tosa úr Gøtu... Elin Smith í Smiðjuni Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna, trýstir á ikonið á telduni, sum letur SHEFA 2 í gongd, mðan tøkningur frá Føroya Tele greiðir frá, hvat hendir á skíggjanum Mynd: Álvur Haraldsen Elin Josefina Smith sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík fram til mikudagin Mynd: Álvur Haraldsen Kaðalin liggur soleiðis úr Klingruni umvegis Hetland, Orkneyoyggjarnar og Skotland niður til Telehouse í London Gongur væl at bora Tað var frammi herfyri, at tunnilin, sum SEV borar við Norðskála, liggur ov nær Norðskálatunlinum, og at hann tískil kundi verða til ampa fyri hesum. – Vit hava verið samdir við Landsverk um at fáa óvildugar norskar serfrøðingar at kanna málið, og út frá tí, sum teir komu fram til, hava vit valt at fylgja teirra ávísingum og lækka tunniln frá 8 niður á 10 metrar, umframt at flyta hann seks metrar eystureftir, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við Landsverk, og gongur sum ætlað. Arbeiðið verður gjørt út frá teirri vitan vit høvdu, og út frá teimum royndum, Landsverk fekk, tá teir gjørdu Norðskálatunnilin, sigur Hákun Djurhuus, sum eisini vísir á, at allar trygdarfyriskriftir alla tíðina verða fylgdar.