Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 128 - 7. juli 2008 Føroyingar spæla El-hockey Sunnudagin 6. juli varð el-hockey roynt á fyrsta sinni í Føroyum. Á Hálsi í Havn, hevði ÍSB skipað fyri einum “Kom og royn” tiltaki, har fysiskt rørslutarnað kundu royna el-hockey. El-hockey er ein ítróttur, sum verður spældur av fysiskt rørslutarnaðum, sum oftast hava eina av fylgjandi prognosum: vøddasvinn, spasticitet, ryggmergsbrokk, liðagikt, og teimum sum eru komin til skaða í trafikkinum, ella eru komin til skaða á annan hátt. ÍSB vil við hesum tiltøkum royna, um tað er møguligt at byrja við eini nýggjari ítróttagrein, fyri børn og ung, sum ikki hava møguleika at lutaka í einum av verðandi tilboðum. El-hockey verður aftur á Vestanstevnuni í Miðvági, sunnudagin tann 13. juli frá kl. 16, í bygdarhúsinum. Tað er ókeypis at royna El-hockey. Hevði kúlustevnið á Heyki rakt Falk aftan fyri maskinskottið, kom Falkur neyvan aftur til lands Um einar fjúrtan dagar fer Falkur aftur til fiskiskap, tí tá verður Tórshavnar Skipa- smiðja liðug at umvæla skaðan, sum partrolarin hjá Førtoya Fiskavirking fekk, tá makkari hansara, Heykur, rendi inn í síðuna á honum á Sandoyarbankanum tíð- liga sunnumorgunin. Tað var gott veður, tá óhappið hendi, men kjaftsvart í mjørka. Kúkustevniðá Heyki gjørdi eitt meiri enn tveir metrar høgt og ein metur breitt hol undir vatngangi- num í bakborðssíðu á Falki, og sjógvurin fossaði inn í lastina. Nakað av sjógvi kom eisini í maskinrúmið, men tað eydnaðist mann- ingini at skalka lúkurnar har. Tað vísti seg, at pump- urnar kláraðu at halda skip- inum lens, og Falkur setti so kós ímóti Havnini, hagar hann og Heykur komu nakað fyri middag í gjár. Heppið hóast alt Meinhard Jacobsen, stjóri á Fisdkavirking og reiðari á Falki og Heyki, var komin á bryggjuna í Havn at taka ímóti skipunum. Hann var sum vera man harmur um tað, sum var hent, men fegn- aðist samstundis um, at eingin mansskaði stóðst av tilburðinum. Heykur rakti Falt mitt í lastina og einar seks metrar framman fyri skottið mill- um lastina og maskinrúmið. Á Tórshavnar Skipasmiðju eru tey ikki í iva um, hvat hevði hent, at kúlustevnið rakti Falk teir seks metrarnar aftari: - Ja, so hevði Falkur neyv- an komið aftur til lands, sigur Mourits Mohr. Hann vísir á, at var holið afturi í maskinrúminum, hevði skipið mist elveitingina, og so høvdu pumpurnar ikki virkað. Seks metrar aftari so kom Fa Nógvur sjógvur rann úr lastini, tá Falkur bleiv tikin upp á skipasmiðjuna Fiskurin fór til slógv Falkur og Heykur høvdu júst hálað, tá skipini stoyttu saman. Falkur hevði umleið 100 kør ella góð 60.000 pund av fiski í lastini, tá óhappið hendi. Tað vísti seg, at bara ein lítil partur av fiskinum kundi brúkast, og tí fór meginparturin til slógv.