mánadagur 7. juli 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindi
Nr. 128 - 7. juli 2008
Óhappið við Falki
kemur Føroya
Fiskavirking sera illa
við
Tað hevur gingið sera
striltið at fáa gongd á
raksturin hjá partarolar
unum Falki og Heyki,
síðani teir komu til landið
stutt fyri jól í fjør.
Tá skipini høvdu verið
til fiskiskap í tveir dagar,
noyddust tey innaftur, tí
alt riggaði ikki, sum tað
skuldi. So fór Fiskimanna
felagið í verkfall. Men
fyrsti túrurin aftan á verk
fallið gjørdist ikki drúgv
ari enn tann fyrsti, tí tá
trolararnir høvdu roynt í
tveir dagar, kom eldur í
umborð á Falki. Síðani
hava trolararnir verið til
fiskiskap og hava fiskað
væl, men nú liggja teir
aftur.
Tað kann ikki sigast
annað, enn at vit hava
verið stak óhepnir við
hesum skipunum, og tað,
sum nú hendi, var avgjørt
ikki tað, sum vit høvdu
brúk fyri, ásannar Mein
hard Jacobsen, reiðari.
Nú vónar hann, at Fiska
virking kann finna ein
tøkan partrolara, so Heyk
ur kann sleppa aftur til
fiskiskap.
Tað ræður um at
avmarka tann fíggjarliga
missin mest møguligt,
sigur Meinhard Jacobsen.
Johanna farin til Skotlands
Hóskvøldið fór sluppin Johanna TG 326 til Skotlands. 17 mans eru við og ferðin
tekur væntandi umleið 9 – 10 dagar. Leiðin gongur til Port Williams og so til
sonevndu Kaledonsku kanalina, sum gongur ígjøgnum Skotland. Johanna fer so í
slúsurnar. Og Johanna endar so við kenda Loch Ness og Inverness. Johanna er
væntandi aftur í Føroyum á leið tann 11. juli. Talan er um leigutúr við
løgreglumonnum, men onnur enn løgreglufólk eru eisni við á ferðini. Johanna
hevur 3 aðrar ætlaðar túrar á skránni í summar.
Johanna TG326 stevndi út eftir Vágsfirði hóskvøldið (Mynd: Johs.Andreasen)
Hans Jákup Olsen lá í koyggju síni umborð á Falki, tá skipið brádliga fekk ein stoyt,
men í fyrstani helt hann ikki, at talan var um nakað álvarssamt. Tað var ikki fyrr enn
teir sóu, hvussu nógvur sjógvur kom í lastina, at menninir varnaðust, hvussu álvarssom
støðan veruliga var.
- Var tú nakrantíð bangin?
Nei, tað var eg ikki, og eg haldi ikki, at nakar var bangin, segði Hans Jákup Olsen
við Rás2, stutt eftir Falkur var komin at bryggju.
Eingin var bangin
lkur ikki aftur
Hans Jákup Olsen og sonurin Eirikur, sum var komin at taka ímóti pápanum
Hetta var ikki tað
vit høvdu brúk fyri
Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, og Richard
Mortensen, nevndarformaður, vóru komnir at taka ímóti
skipunum
Heykur fekk lítlan skaða av stoytinum og fer aftur til fiskiskap beinanvegin
Teir báðir sleipibátarnir hjá Tórshavnar Skipasmiðju togaðu Falk yvir at bedingini