Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 128 - 7. juli 2008 Restina av hesum árinum skulu allar skurðviðgerðir avlýs­ ast uttan tær, sum eru bráðneyðugar og sjúklingar skulu held­ur ikki vænta sær at fáa allan neyðug­ an heilivág. Tað eru nøkur av sparitiltøk­ unum, sum Land­s­ sjúkrahúsið skjýtur upp at seta í verk Sparitiltøk Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ert tú ein av teimum mongu, sum ganga og bíða eftir at sleppa undir skurð á Lands­ sjúkrahúsinum, tí tú plágast av pínufullum brokki, sárum hemoridum, ringum knæi ella uppslitnari mjødn, skalt tú fyrireika teg at bíða nógv longri enn tú annars hevði væntað. Landssjúkrahúsið hevur ikki nóg mikið av pengum til at halda øllum tí vanliga virkseminum gangandi og tí eru tey nú farin at fyrireika seg til at seta ógvuslig og umfatandi sparitiltøk í verk. Í hesum sambandi hevur leiðslan á Landssjúkrahús­ inum sent landsstýrismann­ inum í almanna­og heilsu­ málum, eitt uppskot um hvussu sparingar kunnu setast í verk restina av árin­ um fyri at halda játtanina. Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri at fáa 30 milliónir afturat í ár fyri at halda fram við virkseminum á sama støði restina av árin­ um, sum higartil. Góðtekur landsstýrismað­ urin spariuppskotið hjá Landssjúkrahúsinum, verð­ ur hann noyddur at biðja Løgtingið um eina eyka­ játtan upp á 15 milliónir. Men hinar 15 milliónirnar, sum mangla í, mugu spar­ ast. Eftir uppskotinum hjá Landssjúkrahúsinum er besti máti at spara upp á, at minka munandi um virk­ semið og at minka munandi um útreiðslurnar til heilivág heilt munandi. Nógv longri bíðilistar Tá ið vit fáa boð um spar­ ingar, høvdu vit vanliga roynt at spart í starvsfólka­ lønum, tí tað er næstan 80% av okkara útreiðslum. ­ Nú koma boðini um sparingar so seint, at tað er meiningsleyst at hugsa um at spara í lønum, tí tey allar­ flestu hava seks mánaða uppsagnartíð, sigur Allan Skaalum, stjóri á Lands­ sjúkrahúsinum. Hann sigur, at tískil er neyðugt at hugsa um aðrar sparingar og har er tað á tveimum økjum, at sparing­ ar, sum muna nakað, kunnu gerast. ­ Í fyrstu syftu hava vit tískil skotið upp, at allar ætl­ aðar skurðviðgerðir verða útsettar til næsta ár. Tað merkir, at restina av árinum verða tað bara tær bráðneyðugu skurðviðgerð­ irnar, sum verða framdar. Avleiðingin av hesum verður sjálvsagt, at allir bíðilistar fara at longjast munandi. ­ Tað er greitt, at skal ein skurðviðgerð útsetast í eitt hálvt ár, verður bíðilistin eitt hálvt ár longri sigur stjórin á Landssjúkrahúsin­ um. Stór ávirkan- lítil sparing Allan Skaalum leggur hin­ vegin afturat, at heilsuverkið hevur eina umfatandi til­ búgving á nógvum økjum og hesi fólkini eru tøk, hóast tey hava nakað at gera ella ikki. Tá ið tey eru til reiðar til tilbúgvingina hava tey nógva tíð til avlops, tí tað er tíbetur sjáldan, at brúk er fyri tilbúgvingini. ­ Men halda vit aftur í virkseminum, er ávirkanin stór, men sparingin er lut­ falsliga lítil, tí tey skulu hava løn kortini. ­ Einasta sparing, ið er at heinta, er at spara vørur til viðgerð og røkt og har kunnu kanska tvær, tríggjar milliónir sparast Ikki ráð til heilivág Men tann størsta sparingin er at heinta er við at spara heilivág. ­ Serliga tann nýggi og effektivi heilivágurin er dýrur, men vit hava skotið upp at spara heilivág fyri 10 milliónir restina av árinum. ­ Tað merkir, at Lands­ sjúkrahúsið fer ikki at hava ráð til at geva sjúklingum allan tann heilivágin, sum teir higartil hava fingið. Sostatt eru kostirnir tvinnir: Antin fáa sjúklingar ikki heilivágin yvirhøvur, ella hendir tað, sum stjórin á Landssjúkrahúsinum er mest sannlíkt og tað er, at sjúklingarnir fáa heilivágin kortini, men at tað ikki verð­ ur landssjúkrahúsið, sum rindar fyri hann, men onkur annar, almennur kassi. Hvør hesin kassin skal vera, dugir hann ikki at siga nakað um. Men tað er fyri so vítt ongin sparing hjá landskass­ anum. Hinvegin vísir hann á, at í Danmark situr ein serkøn nevnd og ger av, hvørji við­ gerðartilboð danir skulu hava og, hvønn heilivág, teimum skal standa í boði, men útreiðslurnar til nógv av heiliváginum verða ikki goldnar av heilsuverkinum, men av eini serligari játtan. ­ Sostatt nervar tað ikki heilivágsnýtsluna til sjúk­ lingarnar, skuldi tað hent, at donsk sjúkrahús noyðast at spara. ­ Útreiðslurnar til heilivág eru eksloderaðar síðstu árini og tað er ein trupulleiki hjá heilsuverkinum at figgja heil­ ivágin, leggur hann afturat. Tunnil upp ella niður Spurningurin er nú um lands­ stýrismaðurin í almanna­ og heilsumálum góðtekur tær sparingar, sum Landssjúkra­ húsið hevur skotið upp. Tað fáa vit at vita um eina viku, tá ið fundur verður ímillum landsstýrismannin og leiðsluna á landssjúkra­ húsinum. ­ Vit duga so ikki at síggja aðrar møguleikar at spara, so verður tað ikki góðtikið, at vit skerja virksemið mun­ andi og minka munandi um útreiðslurnar til heilivág, verður helst neyðugt at játta landssjúkrahúsinum meiri pening. Hann sigur, at hann sakn­ ar eisini, at politiski mynd­ ugleikin tekur eina avgerð um, hvørji viðgerðartilboð skulu vera á Landssjúkra­ húsinum framyvir og játtar pening eftir tí. Tað hevði givið teimum møguleika at lagt eina langtíðar ætlan fyri virkseminum. ­ Sum støðan er nú, verða tað ógvuliga stuttskygdar sparingar, sum vit noyðast undir og tað er ikki ein trygg støða at óvissa valdar um, antin vit aftur skulu standa í somu støðu næsta ár. Spurningurin er so, hví hesar sparingarnar koma so brádliga. ­ Í alt ár og líka til nú, hava vit fingið politisk boð um, at virksemið skal halda fram óbroytt og tað er ikki fyrrenn nú, at vit fáa boð um at seta sparingar í verk. ­ Høvdu vit vitað hetta fyrr í ár, hevði tað sjálvandi verið lættari at spart, uttan at tað merktist so ógvusliga, sum tað nú fer at merkjast, verður okkara uppskot góð­ tikið og vit ikki fáa meiri pening, sigur Allan Skaal­ um. Allan Skaalum/ Landssjúkrahúsið Allan Skaalum, stjóri á Lands­ sjúkrahúsinum hevur nú lagt eina umfatandi spariætlan fyri landsstýrismannin í almanna­og heilsumálum. Tekur landsstýrismaðurin undir við tilmælinum, fer landssjúkrahúsið ikki at hava ráð til nógvan heilivág og all­ ar skurðviðgerðir verða útsett­ ar, uttan tað, sum er bráð­ neyðugt Landssjúkrahúsið ikki ráð at geva sjúklingum heilivág Friðarligt vikuskifti Løgreglan hevur havt eitt friðarligt vikuskifti, siga vakthavandi á støðini í Klaksvík og í Havn. Tvey ferðsluóhapp hava verið í vikuskiftinum, men eingin persónskaði. Ein bilur rendi á eitt bussskýli á Ringvegnum í Havn, og tveir bilar rendu saman í Klaksvík. Eini 10­15 fólk hava fingið klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt við ov nógvari ferð, tá løgreglan var úti við mátara í vikuskiftinum. Í Klaksvík hava tvey fingið klipp í koyrikortið fyri, at børn hava sitið uttan trygdarbelti í bilinum. Ein bilur er meldaður stolin, og tveir hava verið úti fyri herverki. Bardagi var í Klaksvík fríggjakvøldið, men løgreglan megnaði at steðgu honum, og eingin varð meldaður. ArtiCon lægsta boðið Av teimum fimm fyritøkunum, sum sluppu at bjóða upp á arbeiðið at gera nýggjan skúla á Argjum, hevði Articon lægsta boðið, sum var upp á 131 milliónir krónu. Fríggjadagin hevði Tórshavnar Kommuna lisitatión upp á arbeiðstøkuna „nýggjur skúli á Argjum“. Fimm fyritøkur vóru prekvalificeraðar til at bjóða upp á arbeiðið. Articon hevði lægsta boðið upp á slakar 131 mió.kr. Verkætlanin fevnir um ein skúla, sum er 6.400 m2 til støddar, har rúm skal verða fyri umleið 450 næmingum og 50 lærarum og øðrum starvsfólki. Eisini skal rúm verða fyri felagsøkjum, fimleika­ og samkomuhøll, serstovum v.m. Arbeiðið at byggja nýggja skúlan verður skipað eftir partalagsleisti, har arbeiðstakarin m.a. skal luttaka í menningini av projekttilfarinum.