mánadagur 7. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 128 - 7. juli 2008
Stutt Sagt
Merkel
ímóti
Mugabe
Týski kanslarin, Angela
Merkel, dylur ikki fyri,
hvat hon heldur um zim
babwiska forsetan, Robert
Mugabe. Við APtíðinda
stovuna sigur hon, at ES
fer at fremja øll hugsandi
tiltøk fyri at fáa Mugabe
og stjórn hansara frá.
Vit fara at seta allar
hugsandi revsiatgerðir í
verk, og vit fara eisini at
kanna, um vit kunnu
avmarka ferðamøguleikar
nar hjá zimbabwisku leið
arunum meiri enn higartil,
sigur Angela Merkel við
AP. Amerikanska stjórnin
er eisini sera misnøgd við
framferðina hjá Robert
Mugabe, og George W.
Bush, forseti, segði í
síðstu viku, at USA fer at
herða síni tiltøk ímóti
zimbabwiska forsetanum
og stýri hansara.
Angela Merkel heldur lítið
um Robert Mugabe
Mynd: AP
Flýddu
til Spania
148 flóttafólk úr Afrika
komu í gjár til Kanarisku
Oyggjarnar í einum lítlum
báti. Sponsku myndugleik
arnir siga, at báturin, sum
er úr glastrevjum, kom at
landi á La Tejitestrondini
á Tenerife gjáramorgunin.
Flóttamenninir
ætlaðu
ivaleyst at sleppa upp á
land í loyndum, men
fremmand ferðafólk boð
aðu myndugleikunum frá,
skrivar Reuters. Tá løg
reglan kom á staðið,
royndu flóttafólkini at
sleppa til rýmingar, men
tað eydnaðist løgregluni
at taka øll, og tey vórðu
seinni latin umboðum fyri
Reyða Kross. Eingi verður
sagt um, hvørjum afrik
onskum landi ella londum
flóttafólkini eru úr.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Herurin visti alt um handilin, og herurin gjørdi einki,
uttan at Musharaf visti tað og góðkendi tað
Abdul Qadeer Khan
útlond
Altsamt fleiri velja at
halda frí umborð á
ferðamannaskipum,
og Nordkapp er eitt av
teimum væl umtóktu
ferðamálunum
Tað var trongligt í havnini í
norðurnorska býnum Honn
ingsvåg fyrradagin. Ikki
færri enn seks ferðamanna
skip vóru komin hagar við
ferðafólki, men bara eitt
teirra slapp at bryggju. Hini
noyddust at liggja uttanfyri,
og ferðafólkini máttu flytast
aftur og fram smáum bát
um.
Meiri enn 10.000 ferða
fólk vóru við teimum seks
skipunum. Nógv tey flestu
nýttu høvi til at fara í land
at hyggja seg um, og tað
stóra ferðamálið var Nord
kapp.
Áhugin fyri at vitja Nord
kapp er so stórur, at Honn
ingsvåg er vorðin ein av
teimum mest brúktu ferða
skipahavnunum í Noregi.
Hetta summarið vitja ikki
færri enn 112 skip býin.
Trongligt við Nordkapp
112 ferðamannaskip vitja
Honningsvåg í summar
Mynd: Nordlys
Maðurin aftan fyri
kjarnorkuverkætl
anina hjá Pakistan
vil vera við, at
landsins forseti,
Pervez Musharaf,
góðtók, at Pakistan
seldi Norðurkorea
kjarnorkutøkni
Fyri fýra árum síðani játtaði
pakistanski
kjarnorkuser
frøðingurin Abdul Qadeer
Khan, at hann hevði latið
myndugleikunum í Norður
korea, Iran og Libya kjarn
orkutøkni. Hann legði aft
urat, at hann hevði einsa
mallur ábyrgdina av gøl
uni.
Í vetur fekk Pakistan
nýggja stjórn, og samstundis
misti Pervez Musharaf, for
seti, ein part av sínum valdi.
Tað hevur havt við sær, at
nú er Abdul Qadeer Khan
til reiðar at siga eitt sindur
meiri um tað, sum hendi, tá
tey trý londini fingu kjarn
orkutøkni úr Pakistan. Um
vikuskiftið segði hann við
amerikonsku
tíðindastov
una AP, at Pervez Musharaf,
forseti, var vitandi um og
góðkendi, at Norðurkorea
fekk kjarnorkutøkni úr Pak
istan í 2000.
Eitt norðurkoreanskt
flogfar kom eftir tilfarinum,
og stjórnarherurin var væl
og virðiliga kunnaður um
flogfarið og farmin, sum
tað fór avstaðaftur við,
segði Khan við AP. Í 2004
kom fram, at Norðurkorea
hevði fingið pakistanska
útgerð til at ríka uran við.
Ríkað uran kann brúkast
sum brennievni í kjarnorku
verkum og til at gera kjarn
orkubumbur við.
Stjórnarherurin visti alt,
og hetta kann ikki vera
hent, uttan at Musharaf gav
tilsøgn um tað, segði Abdul
Qadeer Khan. Tá tíðinda
maðurin hjá AP spurdi
kjarnorkuserfrøðingin, hví
hann so tók alla ábyrgdina
á seg í 2004, svaraði Khan,
at hann hevði fingið at vita,
at tað var best fyri landsins
trygd.
Harafturat
hevði
hann fingið lyfti um at
sleppa undan revsing, um
hann tók ábyrgdina á seg,
segði hann.
Men tað lyfti bleiv ikki
hildið, segði Abdul Qadeer
Khan, sum hevur sitið í
húsavarðhaldi í Islamabad,
síðani hann fyri fýra árum
síðani avdúkaði kjarnorku
søluna.
Sjálvur
hevur
Pervez
Musharaf ikki gjørt viðmerk
ingar til ta álvarssomu
skuldsetingina, men í einari
røðu um vikuskiftið segði
hann, at hann hevur ongar
ætlanir um at gera eftir krav
inum frá andstøðuni um at
fara frá.
- Hann visti at vit lótu Norður-
korea fáa kjarnorkutøkni
Pervez Musharaf. Visti hann, at Pakistan seldi Iran, Libya og Norðurkorea kjarnorkutøkni?
Mynd: Polfoto