Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 128 - 7. juli 2008 Teir fimm næmingarnir úr Tekniska skúla í Klaksvík gjørdust nummar tvey í endakappingini í European Business Game, sum hesaferð var hildin í Bolzano í Suðurtyrol BUSINESS GAME Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fimm næmingar úr Tek­ niska Skúla í Klaksvík løgdu sína virkisætlan fram í kapping við níggju onnur ung virkir í Europa. Aftur í ár gjørdast Føroyar nummar 2 í harðari kapping við Dan­ mark. Á triða plássi kom Skotland. Hugskotið hjá næming­ unum á Tekniska Skúla í Klaksvík var eitt virki nevnt C­Secure, ið hevur ment ein bjargingarvest, sum í mun til verandi bjargingar­ belti er lættari at koma í, og við hesum minkast tíðin, tann neyðstaddi er á sjón­ um. Luttakandi londini eru Suðurtyrol, Slovakia, Kro­ atia, Kekkia, Danmark, Grønland, Føroyar, Skot­ land, Frankaríki og Italia. Hugskotini í ár vóru úr: • Tyrol: allskyns tænastur til djór • Frankaríki: vistfrøðiligur snapsur framleiddur úr øli • Kroatia, súltutoy í kera­ mikkrukkum, ætla ferða­ fólki • Danmark: Nikkeltestari • Grønland: madrassa har kvinnur við barn kunnu sova á búkinum • Italia: alkoholtestari til bilar • Slovakia: ferðafólka­ vinna • Skotland: lummatelda, sum ein kann hava við sær alla staðni • Kekkia: bamsur, sum hjálpa smábørnum at sovna • Føroyar: menning av bjargingarvesti. Næmingarnir úr øllum londunum hava í býnum Merano norðurn fyri Bol­ zanoa verið saman í fimm dagar, har møguleiki hevur verið fyri at knýtt vinarbond og skapa netverk. Harafturat hava næmingarnir fingið innlit í søgu og mentan í Tyrol. Skipað varð fyri útferðum í alpunum, vitjan á søvnum, vínslotti, fundum við ungar íverksetarar har­ ímillum málarar, bakarar, og ymiskar tænastufram­ leiðarar. Tað eru Føroya Banki, Eik Banki og Vinnuhúsið, sum eru høvuðsstuðlar hjá EBG­verkætlanini í Føroy­ um, og sum saman við Mentamálaráðnum geva næmingunum í vinnu­ og miðnámsskúlunum hendan møguleika. Onnur, sum hava hjálpt næmingunum í ár, eru Íverksetarahúsið og Trygdarmiðstøðin. Tey luttakandi úr Føroy­ um, sum allir eru næmingar á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, eru: Jógvan Sámal Poulsen Evald Johannesen Bergur I. Johansen Jón Kámar Joensen og Súsanna Joensen. Lærarar í lærugreinini, sum hava arbeitt við EBG (European Business Games) vóru Karin Kirke Petersen og Olga Biskop­ stø. Norskur fagnaður til Eivør Klappini rungaðu og fløgur vórðu seldar í hópatali, tá Eivør Pálsdóttir hevði konsert í Noreg fríggjakvøldið. Sagt verður, at Eivør snøgt sagt legði áhoyrararnar í Bakgarðinum í Arendal fyri sínar føtur. Talan er um eitt av teimum væl umtóktu spælistøðunum í Noreg, og tí eru áskoðararnir vanir við góðar framførslur, men trampandi og klappandi fagnaðu hesi fleiri ferðir føroysku songkvinnuni. Og heldur ikki hevði Eivør nóg mikið av fløgum við, tí longu tá bíðirøðin var komin í helvt, var fløgukassin tómur, so nógv vildu ogna sær eintak eftir konsertina, sigur fyrrverandi stjórin í Norðurlandahúsinum, Jan Kløvstad, sum var millum áhoyrarnar. Saman við Eivør vóru Benjamin Petersen, Rógvi á Rógvu og Chris Herzberger. Tekniski skúli í Klaksvík nummar tvey í Evropa Futt bjóðar Lenu og Niclas fram á ólavsøku Futt, ið er nýstovnan av gamla tónleikarafelagnum FUT, skipar fyri konsert á Ólavsøku. Konsertin verður í Tórsgøtu tann 25. juli og góð føroysk nøvn spæla, men enn eru bara Lena og Niclas almannakunngjørd TóNlEIkUr Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Gamla tónleikarafelagið FUT er farið í søguna. Felagið skipaði í mong ár fyri konsert á ólavsøku, umframt at royna at betra um umstøður hjá tónleik­ arum. Men felagið er endur­ stovnað, og risið úr øskuni, og eitur nú Futt. Størsta broytingin, umframt navnið og nýtt búmerki, er helst, at orðið fakfelag er strikað úr endamálsorðingini. Ístaðin stendur, at arbeitt verður fyri at betra korini hjá tónleikarum í Føroyum, og øll hugsandi sløg av tónleiki eru nevnd sum tey øki, ið arbeitt verður fyri. Futt hevði tíðindafund á Hvonn hósdagin, og kunn­ gjørdi har, at ólavsøku­ konsertin í ár verður øðrvísi og undir nýggjum umstøð­ um. Konsertin verður longu tann 25. juli, og nógv góð føroysk nøvn fara á pallin. Talan verður um eina konsert við tveimum pall­ um. Ein úti í Tórsgøtu, og so eisini Tjóðpallurin. So ber til at ganga ímillum, nakað sum vit kenna tað frá Asfalt konsertunum. Enn eru nøvnini tó ikki almannakunngjørd, men Lena og Niclas spældu til tíðindafundin, og tað var ikki av tilvild. Tey eru nevni­ liga fyrsta navnið, sum Futt letur til almenningin. Lena og Niclas fara á pall við bólki í Tórsgøtu tann 25. juli. Meira verður at frætta um konsertina, sum tíðin gongur, og ólavsøkan nærk­ ast. Atgongumerki kunnu keypast hjá Tutl á Káta Horninum í Havn. Matvøruprísirnir hækkaðir 6,9 % sein­ asta árið, ravmagn og hiti 28,8 %. Brúk­ araprístalið fór 2,2 prosent upp frá fyrsta til annan ársfjórðing 2008. Seinastu fýra ársfjórðingarnar er prístalið hækkað 6,7 prosent BÚSkAPUr Jóanis Nielsen joanis@post.olivant.fo Hetta er størsti bæði ársfjórðings­ og árligi prís­ vøkstur, síðan nýggja brúkaraprístalið kom í gildi fyrsta ársfjórðing 2001, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni. Prísvøksturin annan árs­ fjórðing var 2,2 prosent. Frá fyrsta til annan árs­ fjórðing hækkaði brúkara­ prístalið 2,2 prosent, úr 113,9 til 116,4. Tað er framvegis prísvøksturin á brennievni og matvørum, sum toga prístalið upp­ eftir. Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 20,2 prosent upp, og prísirnir á brennievni til bilar 11,5 prosent. Eins og í fyrsta ársfjórð­ ingi eru allir matvørubólk­ ar dýrkaðir henda árs­ fjórðingin. Samanlagt eru mat­ vøruprísirnir í handlum farnir 2,1 prosent upp, fyrsta ársfjórðing var vøksturin 1,3 prosent. Fyri veitingar á matstov­ um hevur prísvøksturin verið 4,1 prosent móti 2,6 prosentum fyrsta árs­ fjórðing. Frítíð og mentan er farið 1,1 prosent upp, serliga av prísvøkstri á ferðing til útlond. Árligi prísvøksturin er 6,7 prosent Annan ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir í miðal 6,7 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er uppaftur hægri enn prísvøksturin fyrsta ársfjórðing, tá prísirnir vóru 6 prosent hægri enn fyrsta ársfjórðing í 2007. Tað hevur verið stórur prísvøkstur í flestu mat­ vørubólkum seinasta árið. Prísirnir á oljum og fiti­ evnum eru farnir 14,7 prosent upp, breyð og kornvørur 9,9 prosent, mjólk, ostur og egg 7,7 prosent. Matvøruprísirnir saman­ lagt eru í dag 6,9 prosent hægri enn somu tíð í fjør. Nýggja búmerkið hjá nýggja Futt var eisini at síggja á Hvonn hósdagin Matvørur, ravmagn og hiti nógv dýrkað seinasta árið