mánadagur 7. juli 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 128 - 7. juli 2008
Sosialurin
Føroyanevnd stovnað
í Westminster
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá, leygardag tó frá kl.
11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Herfyri frættust tey góðu tíðindi, at ein Føroya-
nevnd er sett á stovn í bretska parliamentinum,
Westminster. Talan er um eina sokallaða “all-
party parliamentary group”. Limirnir í nevndini
eru bretskir tinglimir, sum øll onkursvegna
hava ein serligan áhuga fyri Føroyum. Nevndin
hevur um 20 tinglimir, sum umboða ymsu økini í
Bretlandi og er partapolitiskt óheft.
Føroyska sendisstovan í London segði í tíðinda-
skrivi, at yvirskipaða endamálið er at fremja
sínámillum kunning og samstarv. Ætlanin er, at
nevndin skal arbeiða við felags áhugamálum sum
til dømis fiskivinnufyrisiting, orku, ferðavinnu og
umhvørvisbroytingum. Nevndarlimirnir kunnu
eisini føra fram føroysk sjónarmið í House of
Commons. Nevndin vil fegin hitta ráðharrar og
politikarar úr Føroyum, tá tey vitja í Bretlandi,
og hon fer væntandi eisini at samskifta við Uttan-
landsnevndina hjá Løgtinginum. Seinni vónar
nevndin eisini at fáa høvi at koma á vitjan í
Føroyum verður sagt í kunningini.
Sigmundur Ísfeld, sendimaður í London, frøist
um, at góða sambandið, sum leingi hevur ver-
ið millum Føroyar og Bretland, nú er styrkt
og komið í eina meira skipaða legu í bretska
politiska kervinum.
Formaður í nevndini er Alistair Carmichael ting-
maður fyri Hetland og Orknoyggjarnar. Vara-
formaður er Lord Faulkner of Worcester limur
í House of Lords. Kassameistari er Sir Nicolas
Winterton tingmaður og skrivari er Angus
MacNeil tingmaður fyri Suðuroyggjarnar.
Vit kunnu ikki annað enn ynskja sendistovu
okkara og annars uttanríkistænastuni her á
landi tillukku og góða eydnu við hesum frálíka
tiltaki. Hetta er týðandi liður í royndum okkara
at gerast meira sjónlig sum serstøk tjóð og fólk í
umheiminum, at byggja brýr millum londini bæði
og annars at menna samstarvið á øllum økjum
– við henda risastóra granna okkara.
Eingin ivi er um, at vit eitt nú á orku- og kolvetnis-
økinum kunnu fáa stórt gagn av størri samskifti
og samstarvi við Stórabretland. Her hugsa vit ikki
minst um royndirnar at menna tann stóra og enn
lítið útbygda oljulandslutin millum Hetland og
Føroyar.
Áhugavert er annars at blaða í Sosialinum
frá 90-árunum, tá Louis Wilson, pionerur og
undangongumaður í stríðnum fyri føroyskum
áhugamálum í Bretland vísti á nettup týdningin
ein slík Føroyanevnd kundi hava. Nú er hon so
veruleiki og vit ynskja henni góðan byrð.
Enn einaferð er staðfest, at
fíggjarlógin fyri 2008
byggir á kreativt bókhald.
Enn eitt fíggjarnevndar
skjal er viðgjørt í fíggjar
nevndini. Hesa ferð var
talan um at játta 5 mió.
krónur til Sernámsdepilin.
Frammanundan eru knapp
ar 10 mió. krónur játtaðar
til Smyril, og Landssjúkra
húsið manglar 30 mió.
krónur. So fíggjarlógin
sum bleiv samtykt á
miðjari nátt fyri góðum
mánaði síðani skal longu
hava einar 45 mió. krónur
afturat á útreiðslusíðuna.
Tá tað er komið afturat, er
avlopið vent til hall.
Tað løgna við hesum
meirútreiðslunum er, at tær
allar vóru kendar áðrenn
fíggjarlógin var endaliga
samtykt. Landsstýrismað
urin í almanna og heilsu
málum visti, at Lands
sjúkrahúsið mátti hava
fleiri pengar, landsstýris
kvinnan í samferðslu
málum visti, at Smyril
skuldi í dokk og Menta
málaráðið var kunnað um,
at Sernámsdepilin hevði
tørv á hægri játtan enn tað,
sum stóð á fíggjarlógini.
Men kortini varð fíggjar
lógin samtykt uttan nevndu
játtanir.
Tað ljóðaði annars, at
tamarhald skuldi fáast á
útreiðslunum og at “klokku
klárar mannagongdir”
skuldu eyðkenna arbeiðið
hjá samgonguni, men
higartil hevur lítið verið at
sæð til tað. Avlopið sum
skuldi verða skrivað við
trýsifraðum tølum er
burtur, og tvey fíggjar
nevndarskjøl eru longu
skrivað tann fyrsta mán
aðin síðani fíggjarlógin
kom í gildi.
Sjálvandi skulu stabili
satorarnir á Smyrli fáast at
virka áðrenn veturin kemur
og sjálvandi eiga børn við
serligum tørvi at fáa ta
hjálp, sum tey hava brúk
fyri. Tað er ikki tað, ið
funnist verður at. Men
átalast má, at landsstýrið
onga fíggjarstýring hevur
og at ein kreativ fíggjarlóg
er samtykt, sum ikki vísir,
hvørjar frammanundan
kenda útreiðslur lands
stýrið ætlar at hava í
fíggjarárinum.
Føroyar hava brúk fyri
eini arbeiðsførari sam
gongu, sum megnar at
halda skil á stýringini av
samfelagnum. Men eina
slíka samgongu hava vit
ikki í løtuni.
Tað var við stórum áhuga,
at eg las frágreiðingina frá
Løgtingsing Umboðsmanni
(LUM) um, at nógv av
viðurskiftunum, sum hon
fanst at á sambýlinum á
Bóndaheygi 14, nú eru við
at koma í rættlag. Tað vakti
eisini mín áhuga at lesa frá
greiðingina frá Nærverk
inum til LUM, har tað m.a.
stendur ”... trupulleikin
við væntandi arbeiðsorku,
havandi í huga metlága
arbeiðsloysið, ið fevnir um
øll starvsøki í landinum.
Hetta er eisini ein trupul
leiki, sum Nærverkið
merkir avleiðingarnar av.”
Eg havi sum avvarðandi
at einum búfólki á Mýruni
4 6 seinasta árið verið
vitni til og partvíst partur
av stríði millum starvs
fólkini øðrumegin og fyrr
verandi leiðsluna á sam
býlinum og Nærverkið
hinumegin. Avleiðingin av
stríðinum var, at tey
starvsfólkini, sum høvdu
arbeitt longst á sambýli
num, søgdu seg úr starvi.
Talan var um starvsfólk,
sum við sínum fakligu og
menniskjaligu eginleikum
vóru sera væl skikkaði til
bæði at vera um búfólkini
á sambýlinum og at sam
skifta við okkum avvarð
andi. Fleiri teirra høvdu
arbeitt á sambýlinum í
fleiri ár, tey kendu og
kundu tulka okkara
menningartarnaðu, bæði
hvussu tey virkaðu sum
einstaklingar og í bólki og
høvdu eitt sera gott
samskifti við okkum
avvarðandi.
Tað týdningarmesta
tilfeingið innan hesa skip
anina er júst starvsfólkið,
og hesi vóru snøgt sagt júst
tað slagið av starvsfólki,
sum okkara menningar
tarnaðu og skipanin, sum
varðar av teimum, hava
tørv á. Hesi starvsfólkini
høvdu megnað at skapa
tryggar og mennandi
karmar fyri búfólkini,
hóast tað vísti seg, at tey
ígjøgnum longri tíð høvdu
virkað undir út av lagi
vánaligari leiðslu.
Mann skuldi trúð, at
Nærverkið, sum hevur
ábyrgdina av viðurskiftu
num hjá menningartarn
aðum, sá tað sum sína
uppgávu at handla út frá
tørvinum hjá teimum við
menningartarni og júst
virðismetti hesar egin
leikarnar hjá starvsfólku
num. Men nei, tvørtur
ímóti, til síðst føldu starvs
fólkini seg so kroyst av
Nærverkinum, at tey valdu
at siga seg úr starvi, hóast
tey øll ynsktu at halda fram
á sambýlinum.
Bæði áðrenn og aftan á
uppsagnirnar bar Nærverk
ið seg at, sum um tey ikki
ynsktu hesi starvsfólkini.
Tí loypur tað mær í eyguni
at lesa, at Nærverkið sigur
seg merkja trupulleikarnar
av væntandi arbeiðsorku.
Nærverkið - starvsfólkaorka og hugburður
Kreativ fíggjarlóg fyri 2008 er staðfest
Sambandsflokkurin
KAj LEo
joHANNESEN
TURIð
jAcoBSEN