Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Nr. 128 - 7. juli 2008 Viðmerkingar v. m. til grein hjá Karin Kjølbro, við heitinum “møðandi møsn” og greinir hjá Hendrik Old við heitinum “Friðarligt rán - ella? Greinirnar hava staðið í føroysku bløðunum og eru at finna á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum www. j.fo. Greinirnar snúgva seg um ávikavist Samhalds- fasta Arbeiðsmarknaðar- eftirlønargrunninum (SAG) og Arbeiðsloysisskipanina (ALS). Er útgjaldið úr “sam­ haldsfasta” ov lágt? Karin Kjølbro, fyrrverandi forkvinna fyri ALS, hevst í grein við heitinum “Møð- andi møsn” hin 3. juni 2008 í Dimmalætting at Hendrik Old, fyrrverandi løgtingsmanni fyri Javnað- arflokkin, tí hann loyvir sær at seta spurning við tvey ávís samfelagsmál – nevniliga við lága útgjaldið hjá SAG og at ALS ætlaði at byggja kostnaðarmiklan fyrisitingarbygning til sín sjálvs. Hendrik Old hevur í greinarøð, sum hann nevnir “friðarligt rán – ella?”, sett spurning við, um heimild er at áseta útgjaldið úr SAG so lágt, sum tað er í løtuni (í 2007 var útgjaldið 62% av samlaða inngjald- inum). Hann setir spurning við, um útgjaldið úr SAG ikki heldur eigur at vera 95% av inngjaldinum, soleiðis sum sagt varð í viðmerkingunum til nevndu lóg, ið varð sett í gildi í 1991. Hendrik Old nevnir fæið, sum nú stend- ur í SAG, fyri – “friðarligt rán” og leggur afturat, at “Soleiðis var ikki ætlað av Javnaðarflokkinum, ið bar lógaruppskotið ígjøgnum”. Spurningurin, ið Hendrik Old setir viðv. útgjaldinum hjá SAG, er sera viðkom- andi fyri alt Føroya fólk – og tá serstakliga viðkom- andi fyri allar fólkapensjón- istar í Føroyum og hevur umrødda mál ikki uppi- borið at fáa heitið “møð- andi møsn”. Spurningurin er hinvegin sera prinsippi- ellur og viðkomandi og eigur at verða svaraður av rætta politiska myndug- leika (løgmanni og lands- stýrinum). Í løgtingslóg nr. 55 um Arbeiðsmarknaðar- eftirlønargrunn frá 28. apríl 1992, ið er undir- skrivað av Atla P. Dam, táverandi løgmanni og Jóannes Eidesgaard, táverandi landsstýris- manni í sosialmálum verður nevniliga ásett í § 5, stk 2, at: “landsstýrið ásetir nærri reglur um útgjaldið úr grunninum”. Uppgávurnar hjá stýri- num fyri SAG eru einans, sambært § 5 í lóg um SAG, at áseta árligu veitingina: “Stýrið fyri grunnin ásetir árligu veitingina til eftir- lønartakarar í seinasta lagi 1. oktober á hvørjum ári galdandi fyri álmannaárið eftir”. Vilhelm Johannesen og Tummas Arabo, fyrrver- andi tingmenn og lands- stýrismenn fyri Javnaðar- flokkin, siga eins og Hendrik Old, at í sambandi við, at lógin um “samhalds- fasta” varð sett í gildi, varð í viðmerkingunum til lóg- ina sagt, at áleið 95% av árliga inngjaldinum skuldi nýtast árliga til útgjald til fólkapensjónistarnar. Hava Hendrik Old, Vil- helm Johannesen og Tummas Arabo grein í sínum máli viðv. útgjaldi- num úr “samhaldsfasta”, má fylgjan verða, at útgjaldið úr SAG beinan- veg verður hækkað. Hækkað útgjald til arbeiðsleys og lóg um ALS Hendrik Old fýlist somuleiðis á, at ALS ætlar at byggja ein luksusbygn- ing til sín sjálvs fyri pen- ing, sum er fingin til vega sum inngjald til arbeiðs- loysisskipanina. Lógin um ALS, ið varð sett í gildi í 1992, hevði og hevur framvegis sum fremsta endamál at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys. Fyrrverandi stýrisfor- kvinnan fyri ALS sýnist at halda, at tað er í lagi at nýta pening hjá ALS at byggja dýran fyrisitingar- bygning fyri, men kann hetta sjónarmið valla vera í tráð við endamálið við lóg um ALS. Í § 1 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS) er ásett viðv. endamálinum við arbeiðsloysisskipanini: “Arbeiðsloysisskipanin hevur sum endamál at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknað- in”. Ivi kann tískil ikki vera um, at fyrsta og fremsta endamálið hjá ALS er at veita arbeiðsleysum ein sømuligan og nøktandi arbeiðsloysisstuðul og ikki at nýta stóran part av uppsparda eginpeninginum at byggja kostnaðarmiklan fyrisitingarbygning fyri. Karin Kjølbro greiðir í grein síni “Møðandi møsn” frá, at ALS átti pening í grunni í 2002 og sigur, at “vit miðaðu ímóti at koma upp á 500 mió. kr., so at tað aldri skuldi henda aftur, at tú skuldi læna pening til útgjald hjá ALS.” Hon nevnir tó onki um, at 500 mió. kr. var “magiska talið”, sum hon miðjaði eftir, áður enn hon sum stýrisforkvinna fyri ALS yvirhøvur var sinnað at tosa um at hækka útgjaldið hjá ALS. Í sambandi við at fak- feløgini á privata og almenna arbeiðsmarknað- inum á heysti 1998 heittu á stýrið fyri ALS um at hækka útgjalds-% til 90% av einari arbeiðaraløn, segði Karin Kjølbro, stýrisforkvinna fyri ALS, at ALS mátti “konsolidera” seg og at skipanin mátti hava áleið 300 mió. kr. at standa ímóti við, áðrenn talan kundi verða um at hækka útgjaldið. Tá fakfeløgini síðan í 2002 aftur heittu á Karin Kjølbro og á stýrið fyri ALS um at hækka útgjald- % til 90% av einari arbeið- araløn, var aftursvarið hjá stýrisforkvinnu Karin Kjølbro, at skipanin mátti konsolidera seg, men nú var “konsoliderings”- upphæddin hækkað við 200 mió. – úr 300 mió. kr. til 500 mió. kr., áðrenn tosast kundi um um at hækka útgjaldið. Í 2005 kom eginognin hjá ALS upp á 500 mió. kr. og harvið fekk ALS 500 mió. kr. at standa ímóti við, men er útgjalds-% framvegis ikki hækkað. Karin Kjølbro átti at hava lagt sær í geyma, at politiski viljin Tjóðveldis- flokkurin (flokkur hennara) og Javnaðarflokkurin í 1994 meldaðu út, “at útgjaldið kundi hækka til 90% av einari arbeiðaraløn, tá peningur bleiv tøkur.” Og sjálvt um ALS sambært roknskapinum fyri 2007 hevði 640 mió. kr. at standa ímóti við, hava arbeiðsleys enn ikki fingið nakra hækkan av arbeiðsloysis-útgjaldinum. Endamálið við skipanini má røkkast – nevniliga at arbeiðsleys fáa eitt rímuligt og sømuligt útgjald (útgjaldið er 90% av einari arbeiðaraløn í Danmark, meðan útgjaldið bert er 70% av einari arbeiðaraløn í Føroyum), soleiðis sum lovað varð fakfeløgunum á privata og almenna arbeiðs- marknaðinum og teimum arbeiðsleysu fyri skjótt 14 árum síðani av tásitandi politiska valdinum (Tjóð- veldisflokkinum og Javnaðarflokkinum). Tíðin má verða komin til handa, at Tjóðveldis- flokkurin og Javnaðar- flokkurin, sum eisini anno 2008 sita við valdinum (saman við Miðflokki- num), fremja í verki tað, sum teir lovaðu teimum arbeiðsleysu og fakfeløgu- num í 1994. Politiski myndugleikin eigur at ganga saman við núsitandi stýri fyri ALS at syrja fyri, at arbeiðsloysisútgjalds-% hjá ALS verður hækkað til 90% av einari arbeiðaraløn, og at ikki verður drálað meiri í hesum álvarsmáli. Um peningur einaferð í framtíðini verður tøkur at byggja fyrisitingarbygning til ALS má tíðin vísa. Tórshavn hin 3. juli 2008 Samgongan siglir vandasjógv Núsitandi landstýris- maður í fiski- og tilfeingismálum hevur sagt, at vit eiga at vera varin og ansa eftir, at vit ikki tosa okkum til eina kreppu. Hetta eru sanniliga vísdómsorð, men tíverri má ásannast, at langt er ímillum, at orð og gerðir fylgjast. Tað er beinleiðis oyðileggjandi fyri vinnuna og trúvirði á politisku skipanina, at ymiskar útsagnir koma, har løgmaður og landstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum eru samdir um at fylgja tilmælum um munandi niðurskurð av fiskidøgum, serstakliga hjá húkaflotanum, samstundis sum ætlanin er at avtaka frádráttin hjá fiskimonnum. Partar av samgonguni taka ikki undir við yvirmonnunum og tala beinleiðis ímóti. Eg siti eftir við spurninginum. “Hvørjum gagna fráboðaninar hjá løgmanni og landstýrismanninum í tilfeingismálum og hví koma hesar útsøgnir beint áðrenn viðgerðina av fiskidøgunum fyri fiskiárið 2008/9? Partar av fiskiflotanum liggja, tí tað loysir seg ikki at loysa frá landi vegna ovurdýru oljuprísirnar og tí er ein annar spurningur: “Hvussu nógvir fiskidagar eru brúktir higartil í ár innan ymisku bólkarnar og hvussu nógvir dagar verða væntandi ikki nýttir í ár”? Uttan iva verður hópflýggjan úr fiskivinnuni eftir seinastu útsøgnunum frá serfrøðingunum á landi og teimum, oddamenninir úr samgonguni ið nú sita við valdinum eru komnir við. Fiskivinnan er framhaldandi álitið og høvuðsgrundarlag undir framtíðar málinum, at fáa ein sjálvberandi búskap. Vit liva í støðugari kapping við grannalond okkara, og verða umstøðurnar nógv betri í grannalondunum, missa vit okkara dugnaliga sjófólk, tað kemur at kosta í seinra enda. Í dag gjalda sjómenn skatt av 86% av inntøkunum upp til 500 túsund. Løgtingið hevur samtykt at broyta FAS-skipanina, so hon kann kappast við NIS og DIS. Eftir 1. januar 2009 koma teir ella tey sum sigla undir hesi skipan at hava 0 krónur í lands- og kommunuskatti, tí skatturin fer sum beinleiðis stuðul til reiðaríið. Ein meiriluti í Løgtinginum metti, at hetta er eitt neyðugt stig at taka, fyri at føroyska samfelagið kann fáa eitt annað bein at standa á umframt fiskivinnuna. “Hvussu kann tað betur gagna tí føroyska samfelagnum, at vit missa dugnaligar fiskimenn til olju og farmavinnuna, har teir sigla undir FAS og als ongan skatt skulu gjalda í mun til í dag, har teir gjalda skatt av størsta partinum av inntøkuni” ? Tað var ringast hugsandi tíðarbili, løgmaður valdi at fráboða avtøkuna av fiskimannafrádráttinum, og samgongan má beinan vegin taka hesa fráboðan aftur. Tað áliggur somuleiðis løgmanni at greiða fólki frá, hvørja ávirkan tað fær á føroyska samfelagið og heimliga arbeiðsmarknaðin, um fríu marknaðarkreftirnar skulu ráða og skipini uttan avmarkingar kunnu landa alla veiðina uttanlands. Politiska skipanin hevur sum høvuðsábyrgd, at skapa tryggar karmar um vinnuna og vísa á, hvussu vit stýra uttan um skerini, nú mótrákið tykist harðari enn higartil kent. Talan er um okkara høvuðsvinnu og eina rúgva av arbeiðsplássum bæði á sjógvi og landi. Her er brúk fyri samskifti, samstarvi og breiðum semjum millum politikarar og arbeiðsmarknað, hvussu vit á besta hátt í felag kunnu møta framtíðar avbjóðingunum. løgtingsmaður, umboð­ andi Sjálv­stýrisflokkin í Vinnunev­ndini Kári P. Højgaard fyrrv­erandi v­aralimur í stýrinum fyri ALS ingrid S. HenriKSen, “Møðandi møsn” – ella neyðugt samfelagskjak? viðmerkingar