mánadagur 7. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
[ Nr. 128 - 7. juli 2008 ]
Allan Mørkøre,
sum er venjari hjá
AB, sigur seg ikki
hava upplivað slíkt
kortspæl, sum hann
gjørdi í Leirvík
leygardagin, tá AB
spældi móti Víkingi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað vakti ans, tá dómarin í
Leirvík,
Rúni
Gaardbo,
brúkti kortini ikki færri enn
17 ferðir í dystinum millum
Víking og AB. Sjey spælarar
á hvørjum liði fingu gult
kort, umframt at tríggir
spælarar vórðu riknir av
vøllinum eftir gula kort
nummar tvey.
- Eg havi spælt fótbólt í
20 ár, men eg havi ongan
tíð áður upplivað eitt slíkt
regn av kortum, sigur Allan
Mørkøre, sum er venjari
hjá AB.
Uttan at vilja gera við-
merkingar til sjálva døming-
ina, so heldur Allan, at talan
avgjørt ikki var um nakran
hart spældan dyst.
- Tað var tað ikki. Men
sum venjari má eg siga, at
tíbetur vóru vit á odda og við
11 móti 9 monnum, tá kortini
av álvara komu. Hetta gav
mær tann møguleikan, at eg
skifti teir mans út, sum høvdu
fingið gult kort, so hesir ikki
eisini skuldu fáa reytt. Men
ein av teimum innskiftu fekk
so kortini reytt, so hann fái
eg ikki brúkt næsta vikuskifti,
sigur Allan Mørkøre.
Heilt galið
Heilt so varin í orðavalinum
var liðskiparin hjá AB,
Steinbjørn Olsen, ikki. Tor-
bjørn hevur sjálvur dømt,
og hann helt, at dømingin
leygardagin var undir alt
lágmark.
- Hann dømdi hampuliga
væl fyri steðgin, men so
skjótt, sum seinni hálvleikur
byrjaði, gekk heilt galið.
Og eg má siga, at eg havi
ongan tíð áður upplivað
slíkt. Hatta er nakað, sum
ikki eigur at koma fyri,
segði
Steinbjørn
Olsen
millum annað við Rás2.
Og Steinbjørn legði aftur-
at, at hevði hann dømt sjálv-
ur, vildi hann mett, at hesin
dysturin í mesta lagi kostaði
seks gul og kanska eitt reytt
kort.
Fyri steðgin hevði Rúni
Gaardbo bert givið eitt gult
kort. Eitt varð givið fyri
kjaftaslit, tá menn gingu av
vøllinum, og í seinna hálv-
leiki gjørdist talan um slíkt
kortregn, at flísin í miðal
varð havd á lofti fyri hvørjar
tríggjar minuttir.
Við Rás2 segði Rúni
Gaardbo í stuttari viðmerk-
ing, at talan í øllum førum
var um kort, sum vórðu giv-
in fyri ófantaligt spæl ella
kjaftaslit.
Mátti taka menninar av vøllinum
Sigurin hjá Havnar
bátinum var krúnan
á verkinum hjá Havn
ar Róðrarfelag, sum
umframt 10manna
fara sigurin eisini
vann í trimum øðrum
kappingum í væl
eydnaða kappróðr
inum í Vestmanna
Kappróður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað gekk sum eftir ánni at
avgreiða kappróðrarnar á
Fjarðastevnu í Vestmanna
leygardagin.
Barnaróðrarnir vóru væl
og virðiliga fingnir frá hond-
ini, áðrenn ásettu tíðina til
FM róðrarnar. Á slagnum
trý gelti startskotið fyri
gentubátunum, og klokkan
var ikki farin av hálvgum
fimm, tá ið síðsta 10-manna-
farið fór um málið.
Líkindini vóru av teimum
fagrastu.
Heiður
himin,
lýkka í luftini og stilli. Nú
er róðrarárið so mikið gam-
alt, at rógvararnir og stýri-
menninir rættuliga eru kom-
nir í venjing, og tað ger, at
uppgávan hjá teimum, sum
stíla fyri, verður lættari,
enn hon var í fyrstu róðrun-
um á árinum.
Ein onnur orsøk, til at tað
gekk so skjótt og væl, var,
at tað ongantíð var neyðugt
at flyta fasta startin, tí allir
róðrarnir vóru 1000 metrar.
Á aðalfundinum hjá Róðr-
arsambandinum fyrr í ár
var umrøðan av róðrartein-
unum enn eina ferð frammi.
Tá varð samtykt at seta
bólk at viðgera spurningin
fyri at lýsa málið og fyri at
tosa við róðrarfólk um
spurningin.
Málið verður tikið uppaftur
seinni. Ein møguleiki, sum
hevur verið nevndur, er at
strika 1500 metra málið
soleiðis, at tað bara verður róð
av 1000 og 2000 metrum.
Góður dagur hjá HR
Eftir at tað ikki hevur gingið
meiri enn passaligt hjá
Havnar Róðrarfelag í fleiri
ár, hava fyrireikingarnar í
felagnum til hetta árið verið
góðar, og tað sæst aftur á
úrslitunum.
Besta úrslitið higartil í ár
rakk Havnar Róðrarfelag í
Vestmanna
leygardagin.
Krúnan á verkinum var tað,
at tað aftur eydnaðist Havn-
arbátinum at vinna. Harvið
er tað framvegis stórur
spenningur um FM-heitið í
kappingini
millum
10-
mannaførini Havnarbátin og
Ormin.
Umframt í kappingini
millum 10-mannafør vann
Havnar Róðrarfelag eisini
dreingja kappingina, kapp-
ingina millum 5-mannafør
við kvinnum og kappingina
millum
5-mannafør
við
gentum.
Tað er møguleiki fyri, at
fleiri FM vinnarar verða
funnir, tá tað leygardagin
verður kappróður á Vestan-
stevnu í Miðvági.
8-mannafarið
Heiða-
báturin og dreingirnir og
kvinnurnar
við
Sílinum
hava vunnið allar róðrarnar
higartil.
Havnin tók
stór tøk
Lagið var í toppi, tá Havnarbáturin streyk fyrstur um málið í 10-mannafarsróðrinum. Og so kundi róðrarfólkið koyra kring
høvuðsstaðin í lastbili leygarkvøldið
Mynd: Jens Kristian Vang
Talan var kanska um kortmet í einstakum dysti,
tá Rúni Gaardbo dømdi 1. deildardystin millum
Víking og AB leygardagin
Savnsmynd
United áhugað í Huntelaar
Hollendski álopsspælarin Klas-Jan Huntelaar avdúkar nú ein
loynidóm, sum ikki hevur verið serliga væl goymdur. Hann
viðurkennur, at enska felagið Manchester United hevur sýnt honum
stóran áhuga. - Eg veit, at ávís ensk feløg fylgja mær, til dømis er
Manchester United sera áhugað í mær, sigur Klas-Jan Huntelaar
sambært Skysports. Huntelaar spæl fyri hollendska stórfelagið Ajax
úr Amsterdam.
Gravesen venur
við eykaliðnum
Fyrrverandi danski landsliðsspælarin Thomas Gravesen
hevur sáttmála við skotska felagið Celtic, men har eru tey
ikki serliga áhugað í danska spælaranum longur. Farna
kappingarár var Gravesen leigaður til enska felagið
Everton, og nú hann er komin aftur til Celtic at spæla,
hevur venjarin givið honum boð um at venja við
eykaliðnum. Hetta verður mett sum eitt greitt tekin um, at
felagið vil av við danska spælaran.