Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 [ Nr. 128 - 7. juli 2008 ] Ein partur av triðja hálvleiki á Rás2 eru SMS-boð frá lurtarunum. Í tann mun at tíðin røkkur, verða hesi boð lisin upp í sendingini. Og bestu SMS’ini verða eisini prentað í mánadagsútgávuni av Sosialinum. »Ta id b36 ik megnar at vinna a okkum her nordi, so vænti eg ik at teir hava nakran møguleika imoti brøndby;-)« »Eli ma ik hava dunk vi hondina :- ) « »Øll eru hjartalig vælkomim til stordystin nsi-hb komandi torskvøld vid løkin og vonandi geva a tvey god lid okkum askodarum eitt gott fotboltsupplivilsiat fara vid i summarferiu.« »Gott kempa b71. Tit eru fantastiskir!« »Dunkur og Eli :-) nej nej, han knalladi dunkin út til àskodarnir« »Tummas rubeksen.og trondur slgurson abslute ta farligsta àlops makkara parid i fo!« »Neutralur askodari: hatta var fuletandi skomm at siggja B68 i Gundadali i dag...Luktar av 1. Deild! Var ik imponeradur av HB heldur!« »Teir ì midverjuni hja b71, voru bara soo godir.« »Eli a landsliei sum vatnberari :$)« »Allan Tungà, B71, er føroya besti vinstri bakkur! Lìtli gullbrand rular :)« »Injector arena? Hvì gera kì meira bygdasligt enn tad er? PS: Rodrigo super, hald hann so leingi titt kunna Djurhuus« »Her er ein gód ein: Kí eru ósigradir a Injector Arena! « »Aheitan á EB/ST taki og blaki stjørnuhamin og taki arbeiðshandskarnar uppáaftur og arbeiði sum eitt lið so koma stigini eisini.« Sum fyrsti føroyski svimjarin nakran tíð kom Pál Joensen upp um 900 stig á Fina-styrkislistanum. Hetta tá hann i einum høgdi 45 sekund av føroyska metinum á 1.500 metra frísvimjing Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Pál Joensen gjørdi veruliga bart, tá svimjarar hjá Suður­ oyar Svimjifelag um viku­ skiftið tóku lut í Danish Open í Gladsaxe. Bæði á 800 og 1.500 metra teininum mest sum skræddi Pál burtur av før­ oysku metunum á langbana. Ikki færri enn 30 sekund vórðu skorin av metinum á 800 metrum, og á 1500 metrum karvaði vágbingurin 45 sekund av gamla meti­ num. Og tað gav eisini úrslit á fina­styrkislistanum. Tað er ikki long tíð síðani, at Elspa Mørkøre og Pál Joensen sum fyrstu føroyingarnir svumu seg upp um 800 stig á hesum listanum, men tann marknaðsteinin hevur Pál nú flutt enn longur. Lonu leygardagin kom hann upp á 902 stig á 1500 metrunum, og tá hann sunnudagin svam sín besta 800 metur, gjørdist talan um 936 stig á listanum. Umframt at seta føroysk met á teinunum, var talan so ruddiliga eisini um donsk juniormet. Væl at merkja juniormet, ið eru sett av svimjarum, sum í heyst skulu taka lut í OL. Sagt í 3. hálvleiki Framgongdin hjá Pál Joensen stendur bara við. Um vikuskiftið fór hann upp um 900 Fina-stig á bæði 800 og 1500 metrum Pál upp um 900 stig