Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 128 - 7. juli 2008 ] FÓTBÓLTUR Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Bæði Skála og B71 hava havt trupulleikar við at fóta sær í Formuladeildini í ár. Illa hevur gingist við at skjóta mál, har Skála og B71 samanlagt hava skotið færri mál enn oddaliðið, EB/Streymur. Undir Mýruhjalla á Skála átti graslíkið undir hesi spennandi botnuppgerð, har øll stigini vóru sera til­ trongd hjá báðum liðum. Vardu borg Tað sást greidliga á spælin­ um, at liðini ikki høvdu ráð at tapa. Liðið vístu ikki tenn frammi í álopinum, men leikararnir aftraðu seg als ikki við at fara í neyðugu takklingarnar. Fyrri hálvleikur gekk ógviliga javnt fyri seg, men størsta møguleikan fekk Skála, men stongin var við sandoyingum. Í aðru atløgu varð eisini skotið á málið, men tá bjargaði Símun Rógvi Hansen í B71­málin­ um. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 0­0, og hetta var samanumtikið eitt rætt­ víst úrslit. Brotsspark avgjørdi Í seinna hálvleiki helt sama spæl fram, og menn høvdu als ikki hug at spara seg. Hetta førdi m.a. til, at gula kortið ofta var á lofti. Tíggju minuttir fyri leiklok kom fyrsta og einasta málið. Valeriu Mieila helt ov fast um Gudmund S. Nielsen í brotsteiginum, og dómarin var ivaleysur, tá ið hann dømdi brotsspark. Símin Hansen slapp at skjóta tvær ferðir, eftir at fyrsta brots­ sparkið skuldi takast umaftur, men hetta órógvaði hann ikki, og hann kundi harvið senda B71 á sigurs­ kós. Skála trýsti tó væl fyri at fáa javnað, og útlitini fyri hesum batnaðu nógv, tá ið Gudmund S. Nielsen varð rikin av vølli við sínum seinna gula korti. Skála fekk tó ikki hol á B71­verj­ una, og 1­0 sigurin lyftir B71 av aftasta plássi í deild­ ini. Aftasta pláss eigur nú nevniliga Skála. Tveir sigr­ ar í 14 dystum kann ikki vera nøktandi fyri annars góða fótbóltslívið á Skála, og spennandi verður at síggja hvussu fer at gangast við at skjóta mál, nú gamli málrevur teirra, Jónhard Frederiksberg, aftur er at finna á liðnum. Ikki nóg skarpir Pætur Dam Jacobsen, lið­ skipari hjá Skála, var heldur misnøgdur við spælið hjá liði sínum. ­ Vit høvdu nakrar mál­ møguleikar í fyrra hálv­ leiki, men vit eru ikki nóg skarpir. Í seinna hálv­ leiki fungerar tað bara ikki. Spælið koyrir ikki, og vit gera eitt býtt brots­ spark, heldur Pætur. Við ósigrinum dettur Skála nú aftur á aftasta pláss, og hetta er ein held­ ur óvon støða hjá skála­ monnum. ­ Vit mugu fram at skora mál, men eg haldi hinvegin, at onnur lið hava ringt við at skora ímóti okkum, segði Pæt­ ur. Flytingarvindeygað er framvegis opið, og vit spurdu Pætur, um Skála hevur tørv á nýggjum leikarum. ­ Nú hava vit júst styrkt okkum við Jónhard Fred­ eriksberg. Sjálvandi er altíð brúk fyri fólki, men um vit halda okkum skaðafríar, so er í lagi, segði Pætur Dam Jacob­ sen at enda. Viljin kom­in aftur Sigursharrin hjá B71, Símin Hansen, heldur, at liðini vóru jøvn, men at B71 vann eftir eitt uppi­ borið brotsspark. ­ Vit kempaðu væl. Bæði liðini vóru bangin fyri at tapa, so eingin leyp á. Kanska tú kanst siga vit vóru hepnir, men hatt­ ar var klárt brotsspark, helt Símin. Vit spurdu Símin, hvat tað er sum nú er farið at rigga, sum ikki hevur riggað fyrr í ár. ­ Her er meiri vilji kom í aftur. Vit væntaðu at klára tað væl í byrjanini, eftirsum vit í fjør gjørdu tað so gott, men nú er viljin komin aftur, fegnast Símin um. Um møguligan styrkt til B71 sigur Símin soleiðis: ­ Vit hava tørv á einum verjuleikara. Ikki tí at verjan er veik, men tí vit eru ov fáir verjuleikarar, segði Símin Hansen. B71 lyfti seg av aftasta plássi Í tættari botnuppgerð eydnaðist tað B71 at vinna 1-0 á Skála, og liðini býta nú um pláss í botninum. Skála er nú aftast, meðan B71 er næstaftast B71 Skála Skála fekk ikki hol á B71-verj­una, og 1-0 sigurin lyftir B71 av aftasta plássi í deildini Savnsmynd Seinast var í 2001 B68 hevur ikki vunnið á HB seinastu sjey árini. Í 10. umfari í 2001 eydnaðist tað B68 at vinna við tveimum málum móti einum á HB. Tilveran í bestu deildini hevur verið skiftandi hjá toftamonnum seinnu árini, men tað hevur ikki eydnaðst B68 at fingið fult móti teimum reyðu og svørtu síðan. Stóra hetjan í dystinum fyri sjey árum síðan var Fróði Benjaminsen, sum stóð fyri báðum málunum. Í dag er landsliðsleikarin liðskipari hjá HB. Nadal vann Wim­bledon Tað eydnaðist spaniumanninum, Rafael Nadal at koppa sveisiska Roger Federer av tennistrónuni í Wimbledon, í kappingini í einmansleiki hjá monnum. Talan gjørdist um drúgvastu finaluna, sum menn minnast. Finalan var tvær ferðir avbrotin orsaka av regni, so talan gjørdist um ein sera langan og drúgvan tennisdyst. Í fimta settinum fylgdust Nadal og Federer til støðuna 7­7, tá tað loksins eydnaðist Nadal at koppa dystinum til sín fyrimun. Tennisserfrøðingar halda seg at hava sæð tað bestu Wimbledon­finaluna nakrantíð. Hetta er fyrstu ferð Nadal vinnur Wimbledon. Hevði Federer vunnið, so hevði tað verið sættu ferð á rað.