mánadagur 7. juli 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 128 - 7. juli 2008 ]
Gestablýdni var lítið
av, tá fuglfirðingar
hátíðarhildu
Varmakelduna.
Sundalagsmenn taptu
annan dystin á rað,
og fuglfirðingar hava
fingið seks stig úr
tveimum ógjørligum
uppgávum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
EB/Streymur er á veg til
Manchester, og fuglfirðing
ar eru væl á veg til at tryggja
sær sætið í bestu føroysku
fótbóltsdeildini.
Stevna var í Fuglafirði
um vikuskiftið. Varmakelda
varð hátíðarhildin, og tað
gjørdu fuglfirðingar við
manér.
Sundalagsmenn,
sum annars hava verið í
sera góðum lag síðani kapp
ingarársbyrjan,
eru
ikki
eins smílandi longur. Fyri
kortum drógu teir Man
chester City í UEFACup,
og tað tykist sum um, at
leikararnir hugsa meir um,
hvussu Benjami heldur enn
Atli Petersen skal verjast,
ella hvussu sleppast skal
framvið Micah Richards
heldur enn Áka Petersen.
Fuglfirðingar tykjast hin
vegin at hava sæð veruleikan
í eyguni. Teir stríðast sum
fyri lívinum, og tað vísir
seg at geva úrslit. Tí úr
tveimum so at siga ógjørlig
um uppgávum, hava teir
fingið seks stig. Fyrst bastu
teir HB, og síðani odda
liðnum úr Sundalagnum.
Javnt fyri steðgin
Hóast fuglfirðingar vunnu
við tveimum málum móti
ongum, so var tað ikki fyrr
enn eftir steðgin, at munur
var á liðunum báðum. Tí í
fyrra hálvleiki leikaði rími
liga javnt á. Vandamestu
royndina áttu gestirnir, tá
Bárður Olsen tíðliga í dysti
num royndi seg við lang
skoti, sum stinni Andras
Gango akkurát megnaði at
veitra upp á tvørtræið.
Bárður hevði eisini eina
aðra naska langskotsroynd,
tá hann við vinstra beinið
drønaði bóltin beint framvið
málinum.
Einmans avrik
og kontra
Í seinna hálvleiki var mynd
in ein heilt onnur. Fuglfirð
ingar løgdu seg omaná, og
tað vóru teir eisini, tá dyst
urin var av. Nenad Saric
legði ÍF framum, tá 64
minuttir vóru spældir. Hann
fekk bóltin í vinstra borði,
rann framvið tveimum ella
trimum EB/Streymaleikar
um, áðrenn hann smekkaði
bóltin hart og flatt inn við
nærmastu stong. Eitt flott
mál!
Seinna málið var eitt
regulert kontramál, har EB/
Streymur hevði stóran part
av verjuni frammi, og
Debes Danielsen í tveimum
umførum royndi seg. Fyrra
skotið vardi René Tórgarð
fyri, men seinna setti Debes
trygt í netið.
Skilagóðir og
arbeiðssamir
Tvey mál móti ongum
vitnar ofta um ein tryggan
sigur, og so var eisini í gjár.
EB/Streymur hevði sera ilt
við at spæla seg til vanda
miklar royndir. Partur av
orsøkini til hetta var, at
fuglfirðingar dugdu væl at
skerja framrættaðu kreftir
nar hjá EB/Streymi. Áki
Petersen hevði Hans Paula
Samuelsen fullkomiliga, so
víkamaðurin
ikki
eina
einastu ferð slapp framvið
honum. Arnbjørn T. Hansen
vísti millum lítið og einki,
og varð eisini tikin út, tá
slakur hálvur tími restaði.
Maðurin, sum er keyptur at
hjálpa Arnbjørn í álopinum,
Peter Foldgast, vísti akkurát
einki, men slapp kortini at
spæla dystin á tamb.
Fuglfirðingar vístu hin
vegin eina rúgvu. Sum
nevnt var Áki Petersen fram
úr í verjuni, Atli Petersen
og Nenad Saric hóttu øgiligt
frameftir. Høgni Madsen
og Fritleif í Lambanum
arbeiddu væl á miðvøllinum,
og innskifti og afturkomni
Helgi L. Petersen, stýrdi og
stríddust væl í álopinum.
Eisini vísti David Jones,
venjari hjá ÍF, taktiskt
yvirlit, tá hann tók Jonn
Thomsen út og setti stóra
Knút Vesturtún undir liðini
á Bartal Eliasen, tá EB/
Streymur fór at royna seg
við langum bóltum niðan í
álopið.
Keflavík vann í evstu løtu
Í íslendsku Landsbankadeildini hava Símun Samuelsen og
Keflavík vunnið enn ein sigur. Hesaferð máttu teir í Keflavík
bíða leingi í heimadystinum, áðrenn sigurin gjørdist veruleiki. Tá
92 minuttir vóru leiktir skoraði Magnus S. Torsteinnson
sigursmálið hjá Keflavík. Símun Samuelsen hevði onkra góða
roynd á málið hjá FH, og fekk Símun sær eisini eitt gult kort í
dystinum.
Elfsborg gjørdi bart í Skotlandi
00 javnleikurin hjá HB á útivølli í Borås ímóti Elfsborg er nú settur í eitt enn
betri ljós. Elfsborg var á útivølli í gjár og leikti fyrra Intertoto Cup dystin ímóti
skotska liðnum Hibernian, sum hevur heimstað í Edinburgh. Og sigast má, at
svenskarar gjørdu bart. Elfsborg vann 20, og eru vánirnar at vinna seg enn
víðari í Intertoto kappingini framúr góðar. Emir Bajrami skoraði í 1. hálvleiki,
og Andreas Augustsson staðfesti sigurin í 2. hálvleiki. Returdystur verður í
Borås komandi vikuskiftið.
Stevnuvertir søktu
sundalagsmenn
EB/Streymur
ÍF
EB/Streymur er á veg til Manchester, og fuglfirðingar eru væl á veg til at tryggja sær sætið í bestu føroysku fótbóltsdeildini
Mynd: Sofus D. Johannesen