mánadagur 7. juli 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 128 - 7. juli 2008 ]
KÍ var hvassari liðið á
nýggju Injector Arena
í Klaksvík. Fyrst og
fremst var máltevið
hjá Rodrigo á muni í
einum dysti, har tað
stóra fótbóltsspælið
sjáldan kom fram
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sjálvandi er ein fótbólts
dystur vanliga 90 minuttir
– og tað var hann eisini
hesaferð – men eftir næsta
málið hjá Rodrigo, mundu
tey fæstu vera í iva um, at
stigini ikki fóru um ella
undir
Leirvíksfjørð
á
degnum.
Kjaftfiskar
Ikki minst tí tey bæði málini
vóru rættiligir kjaftfiskar
hjá B36 at fáa. Fyrra málið
kom, tá Jan Andreasen fyrst
var bóltvinnari á miðvøllin
um, og síðani sera hegnis
liga spældi djúpt til Heðin á
Lakjuni, sum rann seg í
holið, sum Santos læt eftir
seg í verjuni. Í fyrstu atløgu
gav innleggið einki, men tá
bólturin datt fyri føturnar á
Rodrigo, ivaðist hann ikki
minstu løtuna, áðrenn hann
smekkaði til.
Og seinna málið kom eftir
ordiligt verjukiks. Klæmint
Matras, sum hesa ferð var í
miðverjuni
fyri
skadda
Herbert í Lon Jacobsen, stút
aði ov spakuliga aftur til mál
verjan. Uppbakningurin var
á onga hátt soleiðis, sum
lærubøkurnar fyriskriva. Og
so smoygdi Rodrigo sær
avstað við bóltinum, rundaði
Meinhardt Joensen og legði
bóltin í netið.
Linligt
Hóast tvey mál aftanfyri, so
royndi B36 at reisa seg. Og
í longum løtum av tí, sum
eftir var, royndu teir eisini
at trýsta KÍ.
Men stóri trupulleikin
var, at teir sjáldan vórðu ser
liga vandamiklir, og tí eydn
aðist ikki at stressa KÍverj
una nakað serligt. Turri vøll
urin legði ikki upp til skjótt
spæl eftir jørð, og tá klaks
víkingar samstundis stóðu
væl, fingu teir hvítu sera
sjáldan spælt seg í yvirtals
støður. Súni Olsen royndi
við nøkrum sendingum at
taga KÍverjuna út í borðini,
og partvíst eydnaðist hetta.
Men við Ova Nysted og
Milic Curcic í mótstøðuverj
uni er kravið, at kvaliteturin
á innleggunum skal vera
betri enn tað, sum B36 vísti
sunnudagin. Og veruleikin
er eisini, at bjargingin, sum
Jákup Mikkelsen hevði upp
á skotroynd frá Oddmar
Færø fýra minuttir eftir
steðgin, var einasta veruliga
uppgávan hjá landsliðsmál
verjanum.
Klaksvíkingarnir
hildu
støðugt høvdið kalt, tó at
teir bakkaðu langt móti
dystarenda. Denturin varð
nú fyrst og fremst lagdur á,
at mótstøðan ikki skuldi
sleppa ígjøgnum, og so bíð
aðu teir tolnir eftir kontra
møguleikanum, sum púrasta
kundi avgera dystin. Amerik
anski Joe Zeewe hevði eisini
tveir av slagnum, men
hvørga ferðina var hann nóg
kaldur til veruliga at hótta,
og móti dystarenda var Sig
mund Jacobsen nakrar senti
metrar ov stuttur til innlegg
frá Heðini á Lakjuni.
Fortreytirnar, sum vórðu
skaptar fyrstu løtuna, bóru
samstundis við sær, at talan
sjáldan gjørdist um ta stóru
fótbóltsupplivingina.
KÍ
hevði ikki tørv á meira, og
á degnum maktaði B36 ikki
meira, og so gjørdist talan
um rímiliga linliga uppgerð,
har undirhaldsvirðið sjáldan
gjørdist tað stóra.
Mistu
Hjá KÍ bar sigurin fyrst og
fremst við sær, at liðið mest
sum endaliga kundi veittra
heilt farvæl til niðurflyting
arvandan, sum annars var
komin nakað nær eftir tveir
ósigrar á rað. Og vil væl til,
so
kunnu
klaksvíkingar
kanska ota seg upp í bólkin,
sum stríðist undir einsa
malla oddaliðnum.
Hjá B36 merkti tapið í
fyrstu atløgu, at liðið nú er
nummar fimm, og tað hava
teir ikki verið áður hetta
kappingarárið. Men tað nívir
ivaleyst fast, at teir ikki
megnaðu at stytta munin
upp
til
EB/Streym,
nú
oddaliðið tapti. Komandi
umfarið skal B36 takast við
júst EB/Streym, og tí kundi
nakað av spennindi verðið
skapt við einum sigri í Klaks
vík. Ikki minst tí B36 við
tilgongdini av Súna Olsen
og komandi tilgongdini av
Sam Malson hevur givið til
kennar, at teir vilja í oddin.
Men hóast einstakar góð
ar detaljur, so líktist Súni
Olsen ofta einum hálvblind
um ferðamanni, sum als
ikki hevur neyðugu dystar
venjingina í beinunum. Og
so leingi sum pappírini upp
á nýggja áleyparan ikki eru
komin til Føroya, fær hesin
heldur ikki hvest álopið,
sum hesa ferð tóktist ógvu
liga tannleyst. Og sum tí
tapti 20 móti Rodrigo.
KÍ-B36 2-0 (2-0):
Rodrigo á muni
Ovi Nysted, ið enn eina
ferð spældi ein góðan
dyst í KÍverjuni, helt
ikki, at hann og liðfelagar
nir vóru nakað serliga
trýstir í dystinum móti
B36.
Vit skora tvey mál
rættiliga tíðliga, og aftan
á tað haldi eg ikki, at teir
trýstu okkum nakað ser
ligt. So eg haldi, at vit
høvdu fult tamarhald á
dystinum.
Men tit eru nógv í
egnum brotsteigi seinasta
korterið ella so. Bakka tit
ikki ov langt tá?
Jú, og tað er ein trup
ulleiki, sum vit hava havt
í ár. Koma vit framum, so
søkka vit sera djúpt á vøll
in.
Men tað er kanska ikki
so vandamikið, tá tveir so
luftsterkir menn sum tú
og Milic eru í miðverj
uni?
Hatta vóru so tíni orð.
Men jú, teir høvdu eina
røð av hornaspørkum,
sum teir ikki fingu so
nógv burturúr. Men ann
ars haldi ikki, at teir
spældu so skilagott, tí teir
lossaðu
nógvar
bóltar
beint niðan í høvdið á
okkum, sigur Ovi, sum
annars heldur, at sigurin
kom væl við.
Vit høvdu tapt tvær
ferðir á rað, og serliga var
talan um ússaligt avrik á
Sandi seinasta vikuskifti.
So tað hevði stóran týdn
ing fyri okkum at prógva,
at vit vóru betri enn tað
sama, og at vit við einum
sigri komu heilt úr botn
inum.
Tit hava nú 17 stig, og
frástøðan upp til heiðurs
merki er ikki so heilt stór.
Droyma tit um at vinna
tykkum
heilt
fram
í
oddin?
Sjálvandi vilja vit
vera har, sum lið stríðast
um heiðursmerki, men
hatta er ein farligur spurn
ingur. Vit hava fleiri víst
gott spæl móti ovaru lið
unum, men hava havt
trupulleikar
í
teimum
dystunum, sum vit eiga at
vinna. Tekur tú B71dyst
in sum dømi, so skuldu
vit slettis ikki spælt í For
muladeildini! So jú, vit
hava sjálvandi sum mál at
vinna okkum millum tey
fremstu, men har er nógv
at arbeiða við, áðrenn vit
koma somikið langt, sigur
Ovi Nysted.
-mørk
Hjá B36 var talan um
stórt vónbrot, nú teir ikki
fingu stytt frástøðuna upp
til oddaliðið, EB/Streym.
Men tá neyðugi kjansirnir
ikki verða skaptir, er
trupult at skora, ásannar
Hanus Thorleifsson.
Eg veit ikki, hvat tað
er fyri nakað, men vit
hava sera trupult við at
skapa nakrar møguleikar
í dag.
Tit brúka Odmar Færø
frammi í álopinum. Er
tað ein neyðloysn, meðan
tit bíða eftir nýggja enska
áleyparanum?
Bæði og. Vit royndu
hetta undir venjing, og tá
riggaði tað væl. Men har
kemur ikki nóg nógv
burtur úr í dag. Og tað
má alt liðið sjálvandi taka
ábyrgd fyri. Vit tosaðu
annars í steðginum um, at
vit høvdu bóltin somikið
nógv, at møguleikarnir
fóru at koma, og tí hildu
vit alla tíðina á at trýsta.
Men tað verður sjálvandi
tungt. Ikki minst, tá teir
fáa tvey somikið keðilig
mál somikið tíðliga í dyst
inum, segði Hanus Thor
leifsson.
-mørk
Fáa ikki
kjansirnar
Høvdu tamar-
hald á
B36
KÍ
Keflavík vann í evstu
løtu
Í íslendsku Landsbankadeildini hava Símun Samuelsen
og Keflavík vunnið enn ein sigur. Hesaferð máttu teir í
Keflavík bíða leingi í heimadystinum, áðrenn sigurin
gjørdist veruleiki. Tá 92 minuttir vóru leiktir skoraði
Magnus S. Torsteinnson sigursmálið hjá Keflavík. Símun
Samuelsen hevði onkra góða roynd á málið hjá FH, og
fekk Símun sær eisini eitt gult kort í dystinum.
Elfsborg gjørdi bart
í Skotlandi
00 javnleikurin hjá HB á útivølli í Borås ímóti Elfsborg er nú settur í
eitt enn betri ljós. Elfsborg var á útivølli í gjár og leikti fyrra Intertoto
Cup dystin ímóti skotska liðnum Hibernian, sum hevur heimstað í
Edinburgh. Og sigast má, at svenskarar gjørdu bart. Elfsborg vann 20,
og eru vánirnar at vinna seg enn víðari í Intertoto kappingini framúr
góðar. Emir Bajrami skoraði í 1. hálvleiki, og Andreas Augustsson
staðfesti sigurin í 2. hálvleiki. Returdystur verður í Borås komandi
vikuskiftið.
Tað tók ikki KÍ stórt
meira enn hálvan hálv
leik, áðrenn teir høvdu
sparkað sær stigini í hús
sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen