mánadagur 7. juli 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 128 - 7. juli 2008 ]
Tømrer heim til Silkeborg
Danski álopsspælarin Henrik Tømrer Pedersen, sum seinnu árini hevur
spælt í enskum fótbólti, er á veg heim til Danmarkar. Hann fer at
spæla fyri barndómsfelagið Silkeborg. - Eg rokni við at skifta til
Silkeborg nú, men eg eri ikki leysur av mínum sáttmála við Hull enn,
og eg havi ikki gjørt avtalu við Silkeborg enn, sigur Henrik Pedersen
við sporten.dk Silkeborg spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, og
Tømrer ætlar sær at verða við til at spæla felagið aftur í superliguna.
Við sannførandi
sigri í Vestmanna
hevur Havnarbáturin
rættiliga bjóðað
Orminum av í FM
kappingini millum
10-mannaførini
Kappróður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er lagt upp til sera tætta
kapping um FM heitið í
kappingini
millum
10-
mannaførini. Havnarbáturin
var fyrstur á mál á seinasta
róðrinum á fjarðastevnuni,
og so er lagt upp til spenn-
andi kapping i í teimum
báðum síðstu kappingunum
– í Miðvági og á Ólavsøku.
Tað var ógvuliga stórur
spenningur undan startinum
í dýrdarveðrinum. Vest-
menningur tjóvstartaði, og
tí varð neyðugt við nýggjum
starti.
Havnarbáturin leyp av-
stað, og síðani stýrdi hann
kappingini, og á málinum
var hann gott og væl leysur
av Orminum, sum framman-
undan hevði vunnið tríggjar
av fýra róðrum.
Eysturoyingur og Vest-
menningur vóru við fyri
fyrstu ferð. Eysturoyingur
bjóðaði av í startinum, men
tað var skjótt, at guli báturin
dragnaði, og so var talan
um tvær kappingar: Havnar-
báturin og Ormurin kapp-
aðust um fremsta plássið. Í
tí kappingini var munurin
ein bátslongd og reiðiliga
tað.
Í aftaru kappingini var
Eysturoyingur fremstur.
Fyri fimtu ferð
av fimm vóru tað
dreingirnir hjá
Havnar Róðrarfelag,
sum vóru fyrstir á
mál
Kappróður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrsta FM-heitið hjá Havn-
ar Róðrarfelag gerst helst
veruleiki, tá dreinjaróðurin
verður í Miðvági. Tað tykist
vera púrasta ivaleyst, eftir
at Sílið aftur leygardagin
svam fyrstur um málið.
Sílið hevði longu í start-
spurtinum hug at svimja
undan hinum, hóast onkur
hevði hug at hanga uppií –
eitt nú Strálan av Strondum.
Og síðani var tað bara ein
spurningur, hvussu tryggur
og sannførandi sigurin hjá
Sílinum skuldi verða.
Havfrúgvin var aftur hesa
ferð næstfremst. Eina løtu
høvdu teir á Junkaranum
hug at bjóða av, men so
spentu teir á vestmanna-
bátinum í aftur, og á máli-
num var eingin ivi. Sílið
var eina bátslongd framm-
anfyri Havfrúnna, sum var
meiri enn eina bátslongd
frammanfyri Junkaran.
Um fjórða plássið var tøtt
kapping millum Tjaldrið,
Snípuna og Katlu.
Úrslitini á fjarðastevnu
1 Sílið
5:02:04
2 Havfrúgvin
5:05:23
3 Junkarin
5:10:00
4 Tjaldrið
5:13:21
5 Snípan
5:14:06
6 Katla
5:14:20
7 Teistin
5:17:13
8 Blikur
5:21:06
9 Jallurin
5:23:01
1 Jarnbardur
5:28:08
2 Fortuna
5:31:16
3 Gongurólvur
5:46:23
4 Lómur
5:47:13
1 Drekin
5:21:22
2 Hvassi
5:23:16
3 Junkarin
5:24:24
4 Jallurin
5:25:13
5 Firvaldur
5:29:10
6 Tambar
5:36:17
7 Blikur
5:42:02
1 Sílið
5:16:10
2 Frúgvin
5:18:02
3 Katla
5:18:13
4 Báran
5:23:01
5 Erla Kongsdóttir
5:24:00
6 Ritan
5:29:04
7 Teistin
5:32:19
8 Blikur
5:42:22
1 Riddarin
4:50:13
2 Sundabáturin
4:54:21
3 Tvørabáturin
4:56:13
4 Hósvíkingur
4:59:05
5 Rádni
5:00:10
6 Gongurólvur
5:01:11
7 Strálan
5:01:16
8 Lómur
5:02:10
9 Víkingur
5:03:00
10 Fortuna
5:05:05
1 Heiðabáturin
4:34:02
2 Árnfirðingur
4:36:00
3 Argjabáturin
4:38:11
4 Kvívíkingur
4:39:02
1 Havnarbáturin
4:25:04
2 Ormurin
4:29:24
3 Eysturoyingur
4:41:14
4 Nólsoyingurin
4:49:11
5 Vestmenningur
4:56:01
10 mannafør
5 mannafør dreingir
6 mannafør kvinnur
5 mannafør gentur
5 mannafør kvinnur
6 mannafør menn
8 mannafør
Drekastevnið er enn við
Síla dreingirnir
suverenir
Gullmerkini floyma yvir
Sílið, sum higar til hevur
vunnið allar sínar róðrar
Mynd: Jens Kristian Vang