Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 128 - 7. juli 2008 ] Jarn­bardur er í serflokki Vestmannakvinnur umborð á Fortunu løgdu ógvuliga bragdliga fyri, men eftir startspurtin var eingin ivi um, hvørt tað var, sum fór at vinna Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var ikki um nakra kapping millum 6-manna- førini við kvinnum. Jarn- bardur var púra sannfør- andi, og var meiri enn leysur av næsta kapping- arneytanum, tá ið bátar- nir fóru um málið. Merkisvert var tað, at Fortuna úr Vestmanna legði øgiliga bragdliga fyri. Fortuna skræddi seg tað allar mesta av einari bátslongd framum Jarn- bard í startspurtinum, og eina evarska lítla løtu kundi tað tykjast sum um, at ein vón kveiktist í Vestmanna, at tað skuldi eydnast hvíta bátinum við grønum stokki at vinna í heimasjógvi. Men soleiðis var tað bara eina heilt lítla løtu. Kvinnurnar umborð á Jarnbardi lótu seg ikki taka av fótum ella rættari, so mistu tær ikki áralagið av, at tær eina løtu høvdu ein bát frammanfyri seg. Í sínum góða, sannførandi og væl kenda áralagnum togaðu tær seg framum Fortuna, og harvið var tað. Gongurólvur, sum fyrr í summar hevur vunnið ein róður, smokkaði sam- an við Lómi heilt burtur ímillum í kappingini. Miðvingar vóru meiri enn eina bátslongd frammanfyri Sunda­ bátin og Tvøra­ bátin, sum fyrr í summar hava verið favorittarnar Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eru nýggjar tíðir í kapp- ingini millum 6-mannafør við monnum. Kappingin í Vestmanna var rimmar staðfesting av, at tað var ikki bara hepni og, sum teir nú plaga at siga í fótbólti, at teir raktu dagin, at Riddarin vann fyri á eystanstevnu. Hóast hann ikki fekk besta startin, so var Riddarin fremstur, tá ið startspurturin var reiðiliga av, og síðani var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin hjá miðvingum skuldi verða. Riddarin var væl og virði- liga leysur av teimum næstu. Leingi tóktist tað sum um, at Tvørabáturin hesa ferð skuldi liggja á Sundabátinum, men soleiðis endaði tað ikki. Sundabát- urin var leingi smoykin, men í endaspurtinum eydn- aðist tað teimum norðan úr Sundi at tryggja sær næst- fremsta plássið, sum ber við sær, at teir framvegis eru besta FM boðið. Men í løtuni tykist eingin ivi at vera um, at tað eru miðvingar, sum eru teir stinnastu í kappingini mill- um 6-mannaførini. Heiðabáturin er í serflokki, og einasti spurningurin er, hvør stendur við silvurmerkjunum, tá ólavsøkan er av Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Heiðabáturin er besta 8- mannafarið í ár. Tað er eingin ivi um tað. Harvið er tað ikki nakar spurningur, hvør verður meistari, og tað er heldur ikki nakar spurn- ingur, nær Heiðabáturin fer at tryggja sær FM heitið. Tað ger hann á Vestanstevnu í Miðvági leygardagin. Hesa ferð skræddi Heiða- báturin seg framum næstu kappingarneytarnar beinan- vegin, og so stýrdu teir umborð á gula bátinum róðrinum. Undan Fjarðastevnu var Agjabáturin best fyri í kapp- ingini um silvurmerkini. Leygardagin vóru teir aftan fyri Árnfirðingin, og eisini í startinum vóru teir somikið seinir, at teir fingu gult korti fyri at vera ov seinir. Árnfirðingur leyp fyrstur avstað. Eftir at guli báturin hevði tikið grøna Árnfirð- ingin, megnaðu teir úr Árnafirði at halda tørn um næstfremsta plássið. Árn- firðingur lá á lærinum á Heiðabátinum, tá ið bátarnir fóru um málið, og Árnfirð- ingur var leysur av Argja- bátinum, sum var skutin frammanfyri Kvívíkingin. Árnfirðingur er við hes- um eitt stig framman fyri Argjabátin í kappingini um silvurið. Riddarin­ smurdi hin­ar av Heiða, Heiða, Heiða, Heiða... Ron­aldo heldur fram í Un­ited Líkt er til, at portugisiski stjørnuspælarin Cristiano Ronaldo heldur fram at spæla fyri Manchester United. Í summar hevur annars verið tosað nógv um, at Ronaldo skuldi skifta til Real Madrid, men hetta verður av ongum. - Tá teir gera av at selja Ronaldo, so kunnu vit keypa hann. Men sum tað sær út í løtuni, verður tað einki beint nú, sigur Ramon Calderon, forseti í Real Madrid. Hann heldur, at tað er sannlíkt, at Ronaldo spælir eitt ár afturat í United, áðrenn hann skiftir til Real Madrid. Heiðabáturin er í serflokki Mynd: Jens Kristian Vang Sigurin á eystanstevnu var ikki av tilvild. Riddarin vant hesa ferð burtur úr bæði Sunda- og Tvørabátinum Mynd: Jens Kristian Vang