Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 128 - 7. juli 2008 ] Spenn­ ani eina løtu Kvinnurnar á Sílinum vóru á málinum eina bátslongd frammanfyri Frúnna, sum saman við tveim­ um øðrum royndu at geva HR kvinnunum kapping Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er eingin ivi. Kvinn­ urnar í Havnar Róðrar­ felag, sum sita umborð á Sílinum, eru tær bestu í teirra kapping. Tað hava tær víst á fýra teim­ um undanfarnu stevn­ unum, og tað slerdu tað so rimmar fast í endaspurtinum í dag. Í fínu líkindunum var tað hugaligt hjá áskoð­ arunum at síggja vakra róðurin og fína enda­ spurtin hjá Sílinum, sum sannførandi svam frá hinum bátunum. Leingi var ógvuliga javnt. Báran, Katla og Frúgvin bjóðaðu av, og eina løtu var púra javnt ímillum hesar tríggjar bátarnar og Sílið. So mistu Báran og Katla, meðan Frúgvin úr Miðvági eina løtu royndi at halda tørn. Tað megnaðu tær í eina løtu, men so stakk Sílið seg framum, og í enda­ spurtinum longdist munurin støðugt. Meðan kortveitsla varð hildin í Leirvík, skutu tríggir spælarar hattrick aðra satðni kring landið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nú tað bara restar eitt umfar undan stutta summarsteðg­ inum eru tað VB/Sumba og 07 Vestur, sum eru á upp­ flytingar plássunum. AB hongur væl í, eftir at argja­ menn vunnu í Leirvík, með­ an TB misti rættuliga nógv við tapinum í Sørvági. Stóri málskjúttin hjá 07 Vestur var hesa ferð Jens Erik Rasmussen, sum 2. juni fylti 40 ár. Jens Erik skoraði øll trý málini hjá heimaliðnum, og ein annar veteranur, Óli Johannesen, minkaði eftir frísparks­ innlegg um munin fyri TB. Í Vági skoraði Dan Djur­ huus tríggjar ferðir fyri VB/ Sumba, sum hevði vitjan av B68. B68 veteranurin Súni Fríði Barbá minkaði um mun­ in til 3­1 tíðliga í 2. hálvleiki, og tað gjørdist rættuliga spennandi eina lítla løtu, tá ið unglingaspælarin Remi Langgaard minkaði um munin at vera eitt mál. Men talan var bara um spenning í eina lítla løtu, tí VB/Sumba svaraði beinanvegin aftur. Í Leirvík tryggjaði AB sær týdningarmiklan og trivaligan 5­1 sigur. Talan var um rættuliga friðarliga uppgerð, men í góðveðrinum vóru kortini ofta á lofti. Dómarin vísti fjúrtan ferðir ostaflísina – ofta segði hann tað vera fyri munnhøggarí – og tríggjar ferðir varð flís­ in konverterað til ostaskorp­ una. Hetta bar við sær, at Vík­ ingur eina løtu í 2. hálvleiki spældi við níggju ímóti ellivu. Í Runavík lyfti heimaliðið sær eitt sindur longri burtur frá botninum, meðan vána­ liga gongdin hjá KÍ, og har­ við kósin ímóti botnplássi, helt fram. Stóri málskjúttin hjá NSÍ var unglingaspælarin Klæm­ int Andrasson Olsen, sum skoraði tríggjar ferðir. Í síðsta umfarinum undan summarsteðginum verða bara tríggir dystir á skránni. TB hevur longu vunnið 6­0 á NSÍ, og Víkingur hevur vunnið 2­0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Toppuppgerð­ in verður í Sørvági, har VB/ Sumba fer at vitja leygar­ dagin, og tá spæla eisini AB­HB og B68­KÍ. Fleiri fleirfaldir málskjúttar Hóast tær á Hvassa royndu fleiri ferðir, so megnaðu genturnar í Sunda Róðrarfelag ongantíð at vinna tað aftur, sum Drekin vann longu í startspurtinum Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í dýrdarlíkindunum á fjarða­ stevnu í Vestmanna gekk fyrsta startskotið av, tá ið klokkan var neyvt og akk­ urát trý. Fyrsti róðurin var millum 5­mannafør við gentur. Sig­ ursharrarnir ­ ella genturnar – higartil, Drekin og Hvassi, togaðust um sigurin. Drekin stakk beinanvegin dreka­ stevnið framum Hvassa, og hóast genturnar á Hvassa gjørdu fleiri royndir, so eydnaðist teimum ongantíð at taka munin innaftur. Hvassi fór fyrst undir endaspurtin, og eina lítla løtu tóktist tað sum um, at Hvassi skuldi taka Drekan. Munurin minkaði til hálvan skut ella so, men so svaraðu tær á Drekanum aftur, og tá ið bátarnir fóru um málið, var tað eingin ivi um, at Drekin hevði vunnið. Junkarin, Firvaldur og Jallurin vístu eisini góðan róður. Leingi vóru hesir bát­ arnir við í kappingini um næstfremsta plássið, men í endaspurtinum dragnaðu hesir bátarnir eitt lítið vet. FM kappingin millum Drekan og Hvassa er hørð undan teimum báðum síðstu róðrunum. Drekin er eitt stig frammanfyri Hvassa! Drekastevnið fremst allan teinin Tveir FM-róðrar eru eftir, og hjá gentu- manningunum er alt enn púrasta opið Mynd: Jens Kristian Vang Crouch á veg til Portsmouth Stóri maðurin í Liverpool, Peter Crouch, er eftir øllum at døma á veg til Portsmouth. Har kemur hann aftur at arbeiða saman við Harry Redknapp, ið var venjari hjá honum í Southampton og Portsmouth. Søluvirðið er umleið 110 mió.. Hetta skrivar BBC Sport í dag. Tann 2,01m langi Crouch hevur verið í Liverpool síðan juli 2005, og hevur hann skorað 40 mál í 135 dystum. Síðsta kappingarár kom hann oftast á vøllin sum innskiftari, og tá hann bert hevur eitt ár eftir av sáttmál­ anum, hevur Liverpool gjørt av at selja. Hann skal nú gjøgnum heilsu­ kanningar, og væntandi verður sáttmálin undirskrivaður í hesi vikuni. Hans Jørgen mátti seymast Víkingurin Hans Jørgen Djurhuus sá út sum ein veruligur víkingur, tá dysturin móti NSÍ var av fríggjakvøldið. Í samanstoyti við Øssur Dalbú var hann so óheppin, at fáa hol á høvdið, soleiðis at hann mátti seymast við trimum stingum.