mánadagur 7. juli 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 128 - 7. juli 2008 ]
Nú eydn
aðist tað
- Í løtum eydnaðist tað,
sum als ikki eydnaðist í
Fuglafirði. Vit hava
møguleikan at skylda
upp á túrin í Svøríki
fyri avrikið mikukvøld-
ið. Men vit kunnu vera
væl nøgdir í dag.
Jákup á Borg var
sjálvsagt
fegin
eftir
sannførandi sigurin í
Gundadali í gjár. Lands-
liðsleikarin setti sjálvur
hol á málskjótingina,
men
serliga
kom
Andrew av Fløtum í
miðdepilin við sínum
hattricki.
- Hann hevur roynst
væl hjá okkum í ár. Tað
hevur verið nógv tosað
um framrættaða spælið
hjá okkum í seinastuni,
men Andrew av Fløtum
vísti
veruliga,
hvat
hann dugir í dag, stað-
festir Jákup á Borg.
Seinast var
í 2001
Í 10. umfari í 2001
eydnaðist tað B68 at
vinna við tveimum mál-
um móti einum á HB.
Tilveran í bestu deildini
hevur verið skiftandi
hjá
toftamonnum
seinnu árini, men tað
hevur ikki eydnaðst
B68 at fingið fult móti
teimum reyðu og svørtu
síðan.
Stóra hetjan í dystin-
um fyri sjey árum síðan
var Fróði Benjaminsen,
sum stóð fyri báðum
málunum.
Landsliðs-
leikarin, sum í dag er
liðskipari hjá HB, var
millum málskjúttarnar
í knúsandi 5-0 sigrinum
í gjár.
HB vann knústandi
stórsigur í Gundadali
í gjár, tá B68 vitjaði.
Rúni Nolsøe og
leikarahópurin komu
aftur á beint, hóast
nógv arbeiði skal
gerast fyri at sleppa
úr aldudalinum
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tað hevur ikki verið lætt
hjá Rúna Nolsøe seinastu
dagarnar. Úrslitini hava als
ikki verið nøktandi, og í
leikarahópinum tykist lagið
ikki verða nakað serligt.
Seinasta dømið um hetta
var, at málverjin Tróndur
Vatnhamar í vikuni takkaði
fyri seg í Havnar Bóltfelag.
Í gjár reistist liðið tó av
álvara. Við knúsandi 5-0
sigri noyddust toftamenn
eyðmýktir úr aftur høvuðs-
staðnum. Sannførandi avrik-
ið hevur uttan iva við sær,
at arbeiðsfriður verður í HB
komandi dagarnar – og tað
er í øllum førum neyðugt.
Báðar vegir
Rúni Nolsøe hevði tvær
broytingar í byrjunaruppstill-
ingini samanborið við dystin
í Fuglafirði mikukvøldið.
Milan Kuljic, sum ofta hevur
hug at taka ferðina úr spælin-
um, var á beinkinum. Í hans-
ara stað var Ólavur í Ólavs-
stovu. Poul Thomas Dam var
aftur á vinstra vongverja fyri
Rasmus Nolsøe.
Ikki tí, tað vóru ikki hesar
skiftingarnar,
ið
høvdu
avgerandi týdning. Gestirnir
smæddust
ikki
í
nær-
dystunum, og serliga var
stuttligt at síggja Arnbjørn
Danielsen, sum als ikki
ræddist. Kanska heldur hin-
vegin var hann ræðandi.
Teir reyðu og svørtu
løgdu seg á odda, tá fyrsti
fjórðingurin av dystinum
var leiktur. Mortan úr Hørg
sendi meistarliga inn um
verjuna, har bæði Andrew
av Fløtum og Jákup á Borg
– einsamallir við málverjan
– sendu beint á Vlada Fili-
povic. Hesin seinni nevndi
fekk bóltum um málstrikuna
í aðru atløgu. Tað hevur
staðið nógv á landsliðsleik-
arunum í HB, sum eru skeld-
aðir fyri sera løk avrik á
vøllinum. Tað merktist eis-
ini á Jákupi á Borg, at málið
lætti um.
Dysturin í síni heild var
javnur. Gestirnir høvdu ikki
nógv at bjóða í framrættaða
spælinum, men hinvegin
vardu teir væl fyri royndun-
um hjá heimaliðnum.
Skrædl
Øssur Hansen royndist sera
væl í fyrra umfarinum. Í
verjustøðu stóð hann væl,
og við fleiri vandamiklum
innleggum var hann eisini
ein hóttan hjá HB. Tí var
tað ein dyggur smeitur, at
fyrrverandi
landsliðsleik-
arin noyddist út við skaða í
lærkrikanum. Kristian Ant-
on Andreassen var eftir
hvíldina fluttur á vinstra
vongverjan. Og hann hevði
ríkiligt at trupulleikum.
HB skoraði fýra ferðir í
seinna hálvleiki. Toftamað-
urin Fróði Benjaminsen
økti um leiðsluna stutt inn í
seinna hálvleik. Andrew av
Fløtum kom heilar tríggjar
ferðir á máltalvuna, har tað
síðsta var heldur tilvildar-
ligt.
B68 hevði eina veruliga
málroynd í seinna umfarin-
um, tá Ndende Adama
Gueye eftir frálíkt einmans-
avrik rakti í stólpan.
Steðgurin
Sannførandi sigurin var kær-
komin. Tað hevur ikki altíð
verið líka stuttligt at staðið
við síðulinjuna hjá HB, men
sunnudagurin var ein av teim-
um góðu hjá Rúna Nolsøe.
Nógv arbeiði skal framvegis
gerast, um felagið skal sleppa
úr aldudalinum. Jákup á
Borg tóktist í fleiri førum
týðiliga
misnøgdur
um
avgerðirnar hjá dómaranum.
Tað skal verða ósagt, at tað
var orsøkin, at landsliðs-
leikarin var útskiftur eftir
einum tíma – men okkurt
bendir á tað.
Tað merktist á áskoðara-
plássunum, at sigursvanda
felagið hevur verið í trupul-
leikum. Fleiri tóm setur
vóru í HB-húsinum, og
hóast summi høvdu leitað
sær niðan á bakkan í dýrd-
arveðrinum, so vóru fá fólk
til dyst í Gundadali í gjár.
B68 tapti fyri aðru ferð í
slag, og sigurin hjá sandoy-
ingum á Skála í gjár hevur
við sær, at toftamenn aftur
eru við í stríðnum um niður-
flyting. Komandi vikuskiftið
verður seinasti umfari undan
summarsteðginum. Spurning-
urin er, hvussu feløgini fara
at nýta hendan. HB rennur
framvegis aftaná oddaliðnum
EB/Streymi, sum eisini er í
einum aldudali í løtuni. Havn-
ar Bóltfelag er tiltikið fyri at
reisast burtur úr ongum, men
nú fáa vit at síggja.
HB-B68 5-0 (1-0):
HB aftur á beint
Gravgaard til Nantes
FC Keypmannhavn hevur mist sín liðformann.
Verjuspælarin Michael Gravgaard er seldur til franska
felagið Nantes. Samráðingarnar hava vart í nakrar vikur,
og nú er klárt hjá Gravgaard at skriva undir. - Vit hava
ikki ætlað okkum at selja Michael, men vit fingu eitt
tilboð, sum vit ikki kundu siga nei til, sigur ítróttarstjórin
í FCK, Carsten V. Jensen. 30 ára gamli Michael
Gravgaard hevur spælt fyri FCK síðani summarið 2005,
tá hann kom úr Viborg.
Aftur fiasko hjá Foldgast
Danska heimasíðan bold.dk hevur skrivað um skiftið hjá Peter
Foldgast og Anders Post til føroyskan fótbólt, og um vikuskiftið
skrivar bold.dk soleiðis: EB/Streymur hentede ti sejre og
spillede to uafgjorte i deres første 12 kampe i sæsonen, og alt
pegede på et færøsk mesterskab. For at køre guldet sikkert i hus
hentede man danske Peter Foldgast og Anders Post, men det har
ikke været nogen succes. De to danskeres første kamp, mod
Vikingur, blev tabt med 2-0, og i aftes var den så gal igen.
Oprykkerne IF Fuglafjørdur vandt på hjemmebane med 2-0.
B68
HB
Andrew av Fløtum kom heilar tríggjar ferðir á máltalvuna, har tað síðsta var heldur tilvildarligt
Mynd: Álvur Haraldsen