týsdagur 24. juli 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 139 - 24. juli 2001
Nr. 139 - 24. juli 2001
3
Olivur Joensen
55 ár
Blaðstjórin á einasta blað-
num í landinum, sum ikki
verður givið út í høvuðs-
staðnum, fór í gjár um tey
55.
Olivur Joensen gjørdist
fyrstu ferð blaðstjóri á
Norðlýsinum fyrrapartin av
sjeyti árunum. Tá var
Olivur eisini vikarur í
skúlanum í Klaksvík, og
hann og ein annar lærari,
Eigil Hentze, høvdu blaðið
í felag.
Í eitt tíðarskeið royndu
fleiri
aðrir
seg
sum
blaðstjórar. Men síðani
1976 – og tað vil siga í eina
fjórðings øld – hevur
Olivur Joensen einsamallur
havt ábyrgdina av Norð-
lýsinum. Tey fyrru árini var
tað ivaleyst stríggið at fáa
blaðið út, men síðani
nýggja tøknfrøðin av álvara
gjørdi innrás í føroyska
blaðheimin
og
serliga
síðani sonur Olivur, John
William, var so frægur, at
hann fór at stuðla pápanum
í
blaðskrivingini,
er
Norðlýsið komið regluliga
út. Tað er meiri enn sigast
kann um øll onnur bløð,
sum tað hevur verið roynt
at geva út aðra staðni enn í
Havnini.
Olivur hevur røtur í
Klaksvík, har báðir abb-
arnir vóru kendir skiparar.
Mamman, Jóhanna Sofía
ella Hannufía, er dóttur
Agnas og Olivur Thomsen
ella Olivur í Gøtu, og
pápin, John William Joen-
sen, er sonur Armgaard og
Dávur Joensen ella Dávur
úr Gerðum. Olivur er elstur
av fýra systkjum. Hini eru
Agnas, Johan David og
Ásmundur.
Olivur giftist í 1967 við
Elsu Biskopstø, sum eisini
er úr Klaksvík, og sum
hevur verið honum ein
hollur
stuðul,
bæði
í
heiminum, sum hevur verið
merkt av stórum gesta-
blídni og eisini í arbeiðnum
við Norðlýsinum.
Elsa og Olivur eiga fýra
børn: John William, Jastrid,
Jaocbinu og Hannufíu.
Umframt at fáast við
blaðskriving, hevur Olivur
verið uppi í so nógvum.
Hann var t. d. tann fyrsti,
sum fór undir at hava
kunningarstovu í Klaksvík.
Tá
var
tað,
at
hann
sunnudagar eitt summarið
skipaði fyri ferðum kring
oyggjarnar
við
Smyrli.
Undirtøkan var sera stór, og
tað hevur síðani ofta verið
tikið til, hvussu væl tiltakið
eydnaðist.
Í frítíðini dámar Olivuri
væl at ganga, og hann er
ofta á floti. Hann er trúgvur
KÍ viðhaldsmaður, og tað
fjala hann og hinir, sum
skriva um fótbólt í Norðlýs-
inum ikki yvir. Tað er
vørumerkið hjá blaðnum at
vera lokalt, bæði í fótbólti
og øðrum viðurskiftum.
Olivuri
verður
ynskt
hjartaliga tillukku við 55
ára degnum. Tað sást ikki á
honum, at hann er komin so
langt, men tað er ein
veruleiki!
Í Gallari Riberhús er í
hesum døgum ein
lokal myndlistafram-
sýing við seks lista-
fólkum úr Fuglafirði
MYNDLIST
John Johannessen
Lokal
málningalist
og
áseymaðar myndir.
Hetta er evnið í einari
nýggjari
framsýning
í
Gallarí Riberhús í Fugla-
firði.
Tey seks listarfólkini, ið
sýna fram, eru øll úr
Fuglafirði. Tey eru Heðin
Kambsdal,
Randi
M.
Gunnarsdóttir,
Anni
Haraldsen, Frits Johanne-
sen og Marjun í Lamban-
um.
Gallarí Riberhú er opið
seinnapartar gerandisdagar
og leygarmorgnar.
Lokal framsýning
í Fuglafirði
NØVN Í VIKUNI
Ormurin langi, sum rock-
bólkur Týr hevur tulkað við
trummum, el-gittarum og
langum hári, er best dámdi
sangur hjá føroyskum bólki
nakrantíð á 15 teimum
bestu.
Leygarkvøldið var sang-
urin enn einaferð ovast á 15
teimum bestu,og sangurin
fer tí undir sína 9. viku sum
nummar 1 á listanum.
Listin hjá ÚF tekur
pulsin millum ungfólk og
tónleikaáhugað, og sein-
astu 9 vikurnar hava tey
kosið Ormin langa hjá Týr
at verða nummar 1. Eingin
annar føroyskur bólkur
hevur havt ein sang so
leingi á toppinum í 15
teimum bestu.
Áðrenn Ormurin langi
fekk valdið á 15 teimum
bestu, var tað gospelrock-
bólkurin, I AM, sum hevði
metið. Teirra sangur, Alla
leið, var 7 vikur nummar 1
á 15 teimum bestu.
Nú skal I AM royna at
taka oddastøðuna frá Týr, tí
leygarkvøldið var teirra
vakra ballada, Friðsæla
stund, eykalag á 15 teimum
bestu. Tríggir aðrir Prix-
bólkar hava roynt at fingið
bilbukt við Týr á 15
teimum bestu, men tað
hevur ikki eydnast higartil.
Hesa vikuna er Clickhaze
nummar 4, All that Rain
nummar
8
og
Tangz
nummar 11.
Týr framvegis á toppinum
C
M
Y
K
3
2