týsdagur 24. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 139 - 24. juli 2001
Nr. 139 - 24. juli 2001
5
Leiðarin á
Serstovnadeildini,
Bjarni Clementsen,
heldur tænastuna á
Hjálpartólamiðstøðin
i vera út av lagi
vánaliga. Úrslitið er,
at fleiri rørslutarnað
á Eirargarði gerast
enn meira bundin
enn neyðugt, tí
koyristólarnir, ið ikki
nøkta teirra serstaka
tørv. Tí hevur hann
óteljandi ferðir vent
sær til stjóran á
Almannastovuni at
kæra sína neyð
RØRSLUTARNAÐ
Stefan í Skorini
Hjálpartólamiðstøðin
í
Havn megnar ikki at røkja
sína uppgávu til fulnar.
Avleiðingin av hesum er, at
fleiri rørslutarnað á t.d.
Eirargarði ikki fáa teirra
koyristólar
stillaðar
og
umvældar, sum teir skulu.
Rørslutarnað mugu tískil
nýta koyristólar, ið ikki
nøkta teirra tørv til fulnar,
og tey gerast enn meira
innibundin enn framman-
undan.
– Justeringar og um-
vælingar av hjálpartólum,
vit hava fingið frá teimum,
vera ikki gjørdar á nøktandi
hátt av Hjálptartólamið-
støðini, sigur Bjarni Cle-
mentsen.
Talan er serliga um el-
drivnar og framkomnar
koyristólar, sum ikki eru
gjørdir. Hetta hevur við
sær, at tey brekaðu sita illa
í stólunum, ella tey kunnu
ikki nýta teir yvirhøvur.
– Vit hava vent okkum til
Hjálpartólamiðstøðina
óteljandi ferðir, og vit hava
eisini kært okkara neyð til
leiðsluna
á
Almanna-
stovuni, sigur leiðarin av
Serstovnadeildini.
– Uppgávurnar verða
ikki gjørdar, so tað gongur
út yvir okkara klientar, og
tað kunnu vit ikki liva við.
Trupulleiki
At hetta er ein trupulleiki,
hava vit fingið váttað á
Eirargarði. Har hava nøkur
rørslutarnað sitið í koyri-
stólum, sum ikki hóska til
tann einstaka brúkaran.
Á Eirargarði búgva fleiri
rørslutarnað menniskju, ið
hava ein serligan tørv. Tey
eru tengd at einum koyri-
stóli ella øðrum hjálpartóli
allan dagin, um tey skulu
flyta seg. Koyristólarnir
mugu tí passa til tann
einstaka, ið skal brúka
hann. Um koyristólurin ikki
verður
umvældur
ella
innstillaður á rættan hátt,
kann tann rørslutarnaði ikki
nýta hann til fulnar.
Hetta er uppgávan hjá
Hjálpartólamiðstøðini
at
syrgja fyri, at koyristólar og
onnur hjálpartól altíð passa
til tann tørv, ið brúkarin
hevur. Til hetta arbeiði eru
teknikarar og fysiotera-
peutar.
Eftir at Sosialurin fór at
fregnast í hesum málinum,
eru fólk av Hjálpartóla-
miðstøðini
send
út
á
Eirargarð at umvæla og
stilla koyristólar. Tó er
trupulleikin ikki loystur til
fulnar enn. Onkur situr eftir
uttan at hava fingið sín
koyristól
umvældan,
tí
viðkomandi persónur, ið
skal taka sær av hesum
málinum, er í summarfrí.
Talan er um nøkur ávís
rørslutarnað á Eirargarði,
sum líða undir hesum.
Onkur hevur nú fingið sín
koyristól
gjørdan,
men
onkur má bíða í longri tíð
enn.
Á Eirargarði verður sagt,
at onkur av teimum multi-
rørslutarnaðu ikki fær sín
koyristól gjørdan fyrr enn
starvsfólk á Hjálpartóla-
miðstøðini eru komin aftur
úr summarfrí. Inntil tá eru
tey seingjarliggjandi, og
kunnu tey ikki njóta tað
frælsið, sum koyristólurin
annars eigur at geva teim-
um.
Serkøn fólk vilja vera
við, at um tørvurin skal
nøktast til fulnar, so skulu
tveir teknikarar setast bara
til serstovnaøkið.
Leiðarin á Hjálpar-
tólamiðstøðini, Palli
Mortensen, heldur als
ikki, at stovnurin kann
lastast fyri at gera eitt
vánaligt arbeiði. Hann
vísir á, at stovnurin er
veitari hjá øllum
Føroyum, og at arbeiðs-
byrðan er ov stór
samanborið við
peningaligu játtanina
til starvsfólk
HJÁLPARTÓLA-
MIÐSTØÐIN
Stefan í Skorini
– Arbeiðsbyrðan hjá okkum
er ov stór í mun til tað
peningaliga tilfeingið, ið
stovnurin hevur at ráða
yvir, sigur Palli Mortensen,
ið er leiðari á Hjálpar-
tólamiðstøðini.
Hetta er óivað orsøkin til
ónøgdina, ið hevur tikið seg
upp á Serstovnadeildini um
tænastuna frá Hjálpartóla-
miðstøðini.
Palli Mortensen sigur, at
Hjálpartólamiðstøðin skal
syrgja fyri hjálpartólum til
allar Føroyar. Tænastuøkið
fevnir sostatt um alt landið,
og hetta er eitt stórt øki, tá
hugt verður at tí arbeiðs-
orku, ið stovnurin hevur,
greiðir Palli Mortensen frá.
– Tað kann altíð tosast
um vit ikki kunnu gera
okkurt betri, men tað er
hinvegin torført at fara inn
og gera broytingar, tá
arbeiðsuppgávurnar eru so
ómetaliga stórar framman-
undan.
Fleiri málsviðgerðir
Í sambandi við ta stóru
arbeiðsbyrðuna hjá stovn-
inum, sigur Palli Morten-
sen, at talið av málsvið-
gerðum hjá stovninum er
økt munandi seinastu árini.
– Seinastu tvey árini er
málstilgongdin økt mun-
andi, uttan at játtanin er økt
samsvarandi. Vit klára ikki
at loysa øll innkomin mál,
og tí verður ein bíðirøð,
sigur Palli.
Orsøkin til hesa økingina
er, at Hjálpartólamiðstøðin
gerst
kendari
millum
manna, og tí eru fleiri, ið
vilja nýta hesa tænastuna.
Eisini er heimarøktin farin
at virka betur, og tað hevur
við sær, at fleiri eldri fólk
søkja um hjálpartól.
Eisini vísir Palli Morten-
sen á, at málini eru ógvu-
liga ymisk. Nøkur mál
kunnu gerast í eini handa-
vending, meðan onnur taka
langa tíð.
At enda sigur leiðarin á
Hjálpartólamiðstøðini, at
stovnurin hevur eina brá-
feingistænastu, um fólk
hava tørv á bráfeingis hjálp.
Arbeiðsbyrðan er ov stór
Funnist hevur verið at Hjálpartólamiðstøðini fyri vantandi
tænastu. Leiðarin vísir á, at arbeiðsbyrðan er ov stór, tá hugt
verður at peningaligu játtanini og arbeiðsmegini á stovninum
Sjúrða Gaard er ein
teirra, ið hevur ein
koyristól, ið als ikki
nøktar hennara tørv.
Sjúrða er ógvuliga
ringur spastikari. Tí
skal hon hava ein
koyristól, ið er
ógvuliga fínt inn-
stillaður til hennara
RØRSLUTARNAÐ
Stefan í Skorini
Ein teirra, ið líður undir
ikki at hava nóg góðan
koyristól,
er
Sjúrða
Gaard úr Eysturoynni.
Hennara koyristólur er
ógvuliga vánaligur, og tí
kann Sjúrða bara sita upp
nakrar fáar tímar um
dagin.
Starvsfólkið á Eirar-
garði segði okkum, at
Sjúrða onkuntíð bara
situr uppi í koyristólinum
í tveir tímar um dagin, tí
koyristólurin er so vána-
ligur. Tað er gott fyri
hana at sita nógv uppi
hvønn dag, men hetta ber
nú ikki til. Hon hevur
brúk fyri einum serkøn-
um at stilla sín koyristól,
men viðkomandi er í
summarfrí.
Tá hon fær krampa ella
spenningar, so glíður hon
niður í vinstru síðu, og
høvdið
hongur
útav.
Eisini fara beinini av lagi
rættiliga skjótt.
– Tað kann ikki vera
rætt, at Sjúrða skal liggja
allan
dagin,
heldur
mamma Sjúrðu. Hon
sigur, at politikararnir
skulu játta meira pening
til hetta økið.
Rørslutarnað sita inni
um ólavsøkuna
Sjúrða Gaard er spastikari. Hennara koyristólur skal stillast til
hennara, men hetta verður ikki gjørt
Mynd: Álvur Haraldsen
Sjúrða er seingjar-
liggjandi
Framsýningin
Hendur og Hugflog
hevur verið árlig
hending tey síðstu
fimm árini. Hóast
talið á framsýnarum
er ymiskt, so er talið
av teimum, ið vitja,
vaksandi og setti í ár
met
HANDVERK OG LIST
Dagfinn Olsen
Søluframsýningin Hendur
og Hugflog, sum Føroya
Heimavirkisfelag og Menn-
ingarstovan skipa fyri, er
tiltak, har tey, ið virka
ymiskt heima, fáa høvi at
vísa fram fyri almenning-
inum.
Talið av framsýnarum
hevur verið heilt uppi á 90.
Framsýningin var í ár fyri
fimtu ferð og 45 fram-
sýnarar vístu fram alt frá
træ- og silvurlutum, til
pløgg, virkað úr føroyskum
tilfari. Og mong vitjandi
hava óivað ognað sær
okkurt til føroyska búnan,
nú tað stundar til ólavsøku.
Met
Hóast tað er ymiskt, hvussu
nógv sýna fram, so er talið
av teimum, ið vitja, vaks-
andi og setti í ár met.
Suni Poulsen á Menning-
arstovuni sigur, at 4.748
fólk vitjaðu Hendur og
Hugflog í ár. Hetta er 250
fólk fleiri, enn fyri tveim-
um árum síðani, ið annars
hevði met.
Hann metir, at góða veðr-
ið var ein orsøk til metstóru
vitjanina, umframt at lang-
ur leygardagur var í Havn
og nógv folk tí vitja
høvuðsstaðin. Mong hava
eisini summarfrí. Eisini er
løtan, ið Hendur og hugflog
er, góð fyri tey vitjandi, um
enn
minni
góð
fyri
framsýnararnar, ið stákast
til ólavsøku og kanska er
heldur tvørt at sita og virka
ymiskt í besta summarveðri
og royna at gerast liðugur
til sýningina.
Tað hevur verið upp á tal
at flyta framsýningina, men
løtan er so mikið góð fyri
tey vitjandi, at henda ætlan
er slept.
Suni Poulsen sigur ann-
ars, at talið á framsýnarum
alla tíðina hevur verið
óstøðugt. Vanliga eru eini
tveir gestaframsýnarar úr
útlondum við og so var
eisini í ár.
Bakka út
Menningarstovan
hevur
avgjørt at taka seg aftur
sum fyriskipari av Hendur
og Hugflog.
- Vit sleppa tí tó ikki
heilt, men ynskja at bakka
út. Men tó ikki so skjótt, at
tiltakið dettur niðurfyri.
Men vit meta, at tíðin er
komin, at vit bakka út. Vit
eru ein lítil stovnur og
kunnu ikki væl hanga í tí
sama ov longi, sigur Suni
Poulsen, sum metir, at
tiltakið hevur eina framtíð
og ikki dettur niðurfyri, nú
Menningarstovan spakuliga
tekur
seg
aftur
sum
fyrireikari.
Met í vitjanum
Yvirskriftin fær
kanska onkran at
hugsa um gøtuhornið
á myndini og ferðslu.
Men tað er als ikki
hetta, ið sipað verður
til
PIPAR
Dagfinn Olsen
Ungir sveinar eru eitt útsett
fólkaslag. Og gerast teir so
piparsveinar, so eru ikki
mørk fyri tí vanda, hesir
koma í.
At fara um tey 30 árini er
ikki sum at siga tað. Tað er
av sonnum eitt vandamikið
horn at fara um.
Hevur sveinurin so ikki
funnið ta røttu, ta einastu
einu, men gongur fríur sum
fuglurin, so eru vinfólkini
skjót at heiðra piparsveinin.
Hvørt talan so er um væl
meint skemt við skálkinum
aftanfyri oyrað, ella tað til
tíðir verður gjørt vegna
svartsjúku, skal her ikki
støða takast til.
Ein sannroynd er tað tó,
at royndirnar, ið pipar-
sveinar verða útsettir fyri,
eru harðar og almenna
útstillingin kennir eingi
mørk.
Piparbússurnar, ið van-
ligt er at seta upp uttanfyri,
har piparsveinurin býr,
gerast alsamt størri og
kreativiteturin
blómar.
Óneyðugt er at siga, at har
piparsveinurin býr, ofta er
heima hjá mammu og pápa,
sum so eiga stríðið at fáa
ovurhonds stóru piparbúss-
una førda burtur – ofta við
lastbili.
Myndamaðurin kom í
gjár framvið hesi stóru,
ljósareyðu piparbússuni á
Hoyvíksvegnum í Havn.
Har stendur hon og fyri
líkasum at staðfesta vanda-
mikla hornið, ið ungi
sveinurin er farin um, er
hon sett upp á horninum
Hoyvíksvegur og Mýru-
snýpuvegur.
Søgur siga, at gamlir
dreingir, piparsveinar, ofta
eru múgvandi. Kanska er
eitt hugskot, at bússan
verður nýtt til sparibússu,
ístaðin fyri at peningur
verður nýttur til at fáa hana
burturbeinda. Ein sann-
roynd er tað, at ungi
maðurin, ið farin er um
vandamikla hornið, má í
hornatøk við stóru bússuna,
líkamikið hvat gerast skal
við hana. Á gøtuhorninum
kann hon so ikki standa.
Vandamikið horn
C
M
Y
K
5
4