Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 139 - 24. juli 2001 Nr. 139 - 24. juli 2001 7 Sjey ferðsluóhapp vórðu fráboðað løgreglurni í Havn um vikuskiftið. Í trimum førum hedni stórur materiellur skaði LØGREGLUTÍÐINDI Edvard Joensen Trý ferðsluóhapp við størri materiellum skaða komu í døgnrapportina hjá løgregluni í Havn um vikuskiftið. Men sum heild var annars riðaligt. Sjey ferðsluóhapp vórðu fráboðað. Trý teirra við stórum materi- ellum skaða. Seinnapartin fríggja- dagin var ein bilur ákoyrdur aftan í frá við Statoil støðina í Koll- fjarðardali. Hann stóð aftan fyri ein annan og bíðaði eftir at sleppa inn á støðina, tá ein triðji bilur koyrdi upp í reyvina á honum og renda hann víðari fram í tann fremra bíðandi bilin. Allir tríggir bilarnir fingu skaða, og ein persónur varð koyrdur á skaðastovuna. Tó við smærri løstum, sum ikki høvdu nógv upp á seg. Seinni um kvøldið var aftur eitt líknandi óhapp uttan fyri Gamla Kirkju- garð í Havn. Ein bilur, sum kom heim gjøgnum Jóanes Patursonargøtu, stóð og bíðaði eftir at sleppa niðan eftir Dalavegnum, tá ein annar bilur, sum eisini kom heimeftir, rendi upp í reyvina á honum. Samstundis var ein motorsúkkla á veg úteftir, og tann aftari bilurin, rendi so eini á hana. Eingin persóns- skaði hendi í tí óhapp- inum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Leygardagin var eitt ferðsluóhapp bein niðan fyri kirkjuna við Sjógv í Kollafirði. Ein bilur, sum kom koyrandi inneftir, endaði yviri í skeivari vegsíðu og rendi saman við ein bil, sum kom úteftir. Stórur materiellur skaði var, og báðir bil- førararnir fóru á skaða- stovuna til kanningar, sigur løgreglan. Ferðsluóhapp um vikuskiftið Vikuskiftið hevur verið sum vanligt, sigur vakthavandi á politistøðini i Havn LØGREGLUTÍÐINDI Edvard Joensen Tað var tað vanliga, sigur vakthavandi á po- litistøðini í Havn. Drukkin fólk og ferðslu- óhapp. Eini fýra fólk máttu sova rúsin av sær á støðini, og ein varð tikin fyri at koyra ávirkaður. Onkunstaðni vóru fólk so mikið ósamd innanveggja, at løg- reglan varð boðsend at mekla. Aðrastaðni vóru fólk í so góðum lag, at vind- eyguni fóru upp, og tónleikurin, sum kom út ígjøgnum, gjørdist í so harður fyri grannar, sum ikki fingu sovið. Løg- reglan varð boðsend at fáa skrúvað fyri, og tað gekk heilt væl, sigur vakthavandi. Hóast fólk eru drukkin, og ikki hugsa so nógv um trupulleikan, skilja tey vanliga væl, tá tosað verður hampiliga við tey, at tað ber ikki til at hava ov hart frá. Og so- leiðis var eisini í hesum førinum. Sunnumorgunin rann olja oman eftir Velba- staðvegnum fram við kirkjugarðinum. Tað vísti seg, at hol var komið á ein stóran tanga longri úti. Sløkkiliðið varð boðsent, og oljan varð pumpað úr skadda tanganum, uttan at tann heilt stóri skaðin hendi. Og so varð eisini ein parkeraður bilur i Eysturbýnum, sum hevði havt óvæntaðar gestir, sum høvdu skøv- að síðurnar og motor- hjálmin. Júst skaðar á par- keraðar bilarvsær løg- reglan regluliga. Og tað hendir næstan líka ofta, at tann, sum skaðan ger, bara rýmir uttan at siga frá. Aftur hetta vikuskiftið var eitt slíkt dømi. Ein bilur varð ákoyrdur við Statoil støðina í Gunda- dali av einum gomlum Opel Ascona. Hesin bilurin rýmdi uttan a boða frá. Tað er næstan ikki vikuskiftið, at ikki ein slíkt fráboðan kemur til okkara, sigur vakthav- andi á politistøðini í Havn. Tær vanligu syndirnar Av politistøðini í Havn verður sagt, at tey styrkja seg til ólavsøku. Bæði við fólki og longri vaktum LØGREGLUTÍÐINDI Edvard Joensen Fleiri løgreglufólk verða til arbeiðis í Havn um ólav- søkuna, enn tey eru van- ligar dagar. Tað er tó einki øðrvísi, enn gjørt hevur verið ár um ár, at tað koma fleiri løg- reglufólk aðrastaðni úr landinum til Havnar at arbeiða á ólavsøku. Men eisini onkrar inn- hýsis broytingar verða um ólavsøkuna, sigur vakt- havandi á politistøðini í Havn. Vaktirnar verða longdar úr átta tímum upp í tólv tímar, sigur hann. Tað fer at geva møguleikar fyri betri eftirliti. Løgreglan í Havn er ikki nóg væl mannað til at klára ólavsøkuna einsamøll, og tí verður fólk boðsent aðra- staðni frá eisini. Eitt nú úr Klaksvík fara eini trý fólk til Havnar á ólavsøku, upplýsir sýslumaðurin í Norðoyum. Vakthavandi í Havn sig- ur, at tað í stóran mun er fult fólk, sum setir dám á teirra arbeiðsdag um ólav- søkuna. Nógv er at skála fyri, og fleiri fløskur verða tømdar longu undir kappróðrinum, sigur hann. So hjá summ- um verður ólavsøkan ikki serliga long. Tað velst eisini ein heilan hóp um veðrið, hvussu arbeitt verður á ólavsøku. Er gott veður, verða ikki øll, sum fráboðan er komin um, tikin inn á støðina. Men er veðrið ikki til vildar, kann gerast trupult at fáa einakamar her yviri, sigur vakthavandi. Hann leggur dent á, at løgreglan hyggur til øll, sum fráboðan kemur um. So verður mett í hvørjum einstøkum føri, um ráðiligt er at lata viðkomandi verða liggjandi. Men tað verður altíð hugt aftur til ein slíkn persón. Og ofta vísir tað seg, tá løgreglufólkini koma aftur, at hann ella hon er farin. Annaðhvørt av sær sjálv- um, ella tí at onkur hevur hjálpt teimum aftur á føtur. Sagt verður av politistøð- ini í Havn, at løgreglan fer at vísa seg sum mest millum fólk á ólavsøku. Styrkja seg til ólavsøku Triðja grindin í Vág- um hesar seinastu tríggjar vikurnar lá fyri Bø, beint áðrenn blaðið fór til prentingar GRIND Edvard Joensen »Tað liggur ein grind á Seyrvágsfirði«. Soleiðis byrjar tann altíð aktuella skaldsøgan Feðgar á ferð. Og aftur í gjár, beint áðrenn blaðið fór til prentingar, lá ein grind á firðinum. Sagt varð av sýsluskriv- stovuni í Miðvági, at ætlanin var at halda henni til út á seinnapartin. Hvussu stór hon var, vistu tey ikki rætiliga at siga, men aðrastaðni frættist, at hon mundi vera oman fyri hundrað hvalir. Av sýsluskrivstovuni frættist, at tað er stórur áhugi fyri grindini aðra- staðni í landinum. Tele- fonin ringir alla tíðina, siga tey. Tað er fólk, sum vil keypa, eins og eisini fleiri kommunur eru áhugaðar í at fáa ein bita av grind, nú so væl tykist vera til í Vágum í ár. Sagt verður, at dráps- partar verða býttir, men ikki verður roknað við heimapørtum í Vágum hesaferð. Tó var tað ikki endaliga avgjørt, tá vit tosaðu við sýsluskriv- stovuna, áðrenn evstamark í gjár. Men lítið var at ivast í, varð sagt, at flutt fór at verða av oynni. Aftur grind í Vágum Tvær grindin eru deyðar í Vágum í summar. Tann triðja lá fyri Bø, tá blaðið fór til prentingar. Myndir er frá merkingini av grindini, sum doyði í Sandavági 6. juli Mynd: Edvard Joensen Danski sangarin og plátuvendari, Free- dom, vitjaði í Før- oyum í vikuskift- inum. Hann sigur, at tað hevur tikið langa tíð hjá honum at sláa ígjøgnum. Fram- førslan hjá honum leygarkvøldið var tó einki serlig Heri á Rógvi Við eitt av borðinum í Café Natúr sita fýra fólk. Tað er danski sangarin og plátu- vendarin, Freedom, sum situr saman við trimum øðrum. Hini eru Gitte- Reneé, Kasper og Sune, og tey eru ávíkavíst dansarar og ljóðmaður. Freedom, eisini kendur sum Hans Henning Schmidt, er bæði blíður og týður, og hann er ógvuliga lættur at tosa við. Tey siga øll við ein munn, at tey ikki kendu nógv til Føroyar áðrenn tey leitaðu sær til oyggjarnar. Tað høvdu hoyrt, at her skuldi verið ógvuliga vak- urt, og hetta høvdu tey eisini sannað tað teir tímarnar teir høvdu verið her. Byrjaði sum ungur Freedom byrjaði á heilt ungum aldri at vera plátuvendari. Tað var longu í fólkaskúlanum, at hann fyrstu ferð fekk pengar fyri at venda plátum. Hetta hevur hann síðani hildið áfram við, og í dag er hann 27 ár og tað má sigast at ganga rættiliga gott. Hann er kendur víða hvar í Danmark, men hevur ikki havt eydnuna við sær uttanfyri danska kongaríkið higartil. Hetta er fyrstu ferð, at hann fer útum syðra endan av kongaríkinum fyri at spæla. - Eg eri ótrúliga spentur um, hvussu tað fer at ganga við at spæla í Føroyum, og eg havi glett meg nógv seinastu tíðina, sigur Freedom. Hann sigur seg vera ógvuliga rørdan yvir, at fólk í Føroyum hava tikið tónleiki hjá honum til sín, og hann fegnast yvir, at lagið hjá “Hold On” leingi hevur verið at sæð ovarliga á tónatindunum í Føroyum. - Eg kenni sum so einki til føroysk tónleik ella Føroyar, men eg eri spentur at vita, hvat eg kann koma at kenna hesa stuttu tíð í Føroyum, sigur Freedom. Tók langa tíð at sláa ígjøgnum Sum áður nevnt, so hevur Freedom verið virkin í rættiliga langa tíð, men tað er fyrst í seinastuni, at hann veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot. Tað Jesper Landgaard, sum í sínari tíð gjørdi lagið “Hang On”, men hetta gjørdist ikki nakað hit hjá honum. Lagið kom tó fyri oyra á Freedom, og hann byrjaði at spæla sær við lagið, tá hann ferðaðist úti sum plátu- vendari. Hetta gjørdist skjótt so væl mótttikið, at hann fór at kanna møgu- leikarnar at geva lagið út. Hetta gjørdist trupult, og tað tók eisini eini tvey ár áðrenn tað eydnaðist Freedom at fáa lagið givið út. Hetta var eftir, at hann hevði gjørt eina nýggja útgávu av sanginum, og er tað hendan, sum er vorðin so sera væl umtókt. Sang- urin hevur ligið sum nummar 2 á danska hitlist- anum yvir stakfløgur. Freedom kallar sjálvur sín tónleik fyri pop. Hann sigur, at fyri at sláa ígjøgnum so skal meira enn ein góður sangur til, hetta hevur hann ásannað. - Tað hevði ikki eydnast mær at sligið ígjøgnum um eg ikki hevði havt bak- landið við mær, sigur Free- dom. Vána framførsla Undirritaði stak ein túr inn á gólvið, tá Freedom spældi leygarkvøldið. Framman- undan hevði hann sagt, at tað mesta fór at vera “play back”, og tá skal sigast, at hann helt sítt lyfti. Røddin hjá Freedom hoyrdist tó í løtum. Tað eydnaðist hon- um at fáa áhoyrarnir upp at koyra, so tá hevur fram- førslan uttan iva verið góð. Fyri ein, sum stóð og hugdi at, so var tað ein einki serliga góð framførsla, ið ein sá. Synkroniseringin var til tíðir so vánalig, at tað næstan var láturligt. Freedom er kanska ikki heimsins besti sangari, men ein kundi ynskt sær meira frá honum. Tað eydnaðist at fáa tað at koyra hjá einum stórum parti av áhoyarnum, men tá tað er sagt, so kundi ein lættliga ynskt sær meira teir 35 minuttirnar hann stóð á pallinum. - Tað skal meira enn ein góður sangur til at sláa ígjøgnum Freedom, her avmyndaður saman við sínum dansarum og ljóðmanni, var í Føroyum í vikuskiftinum C M Y K 7 6