týsdagur 8. juli 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 129 - 8. juli 2008
Klokkan 10 í morgun
fóru leirvíkingar
til fólkaatkvøðu at
siga sína hugsan
um, hvar vegurin
gjøgnum bygdina
skal liggja – ovarlaga
ella niðarlaga. Í kvøld
verður greitt, hvør
loysn ið fólkið er mest
hugað fyri
Fólkaatkvøða
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Leirvík: Klokkan var ikki
meiri enn 10:03, tá fyrsti
veljarin greiddi atkvøðu í
hølunum hjá kommununi,
sum – rættiliga apropos! –
liggur júst við tann niðara
vegin í bygdini.
Íalt hava 644 fólk valrætt,
og av hesum eru 18 við
ikki-norðurlendskum upp-
runa.
Áhugin fyri valum er stór-
ur í Leirvík. Vanliga plagar
luttøkan at liggja um tey 90
prosentini. Spurningurin er,
hvussu verður í dag, nú
nógv fólk er farið í summar-
frí.
Jacob M. Sólbjørg, for-
maður í valstýrinum upp-
lýsir fyri Sosialinum, at tey
hava fingið ikki færri enn
54 brævatkvøður.
- Hetta er meiri enn van-
ligt, sigur hann.
Valstaðið letur aftur kl.
20 og síðani verður farið
niðan í fimleikarhøllina at
telja upp. Úrslitið verður
greitt um 9-tíðina í kvøld.
Ójøvn á máli
Stutt eftir at valhølið lat
upp, greiddi Joan Højgaard
úr Leirvík atkvøðu.
Hon er sannførd um at
rættasta er at leggja vegin
her niðri í bygdini.
- Eg hugsi fyrst og fremst
um míni egnu børn, tá tey
einaferð fara at byggja. Har
er so nógv brattari, og tað
er – ja, líkasum ein oyggjar-
vegur, um vegurin kemur
haruppi í bygdini!
Hesum er Andrew Heine-
sen als ikki samdur í. Hann
hevur allatíðina verið av
teirri sannføring at rættast
er at leggja vegin har uppi í
bygdini.
Hann heldur ikki, at
áskoðanin hjá fólki kann
býtast upp eftir kyni ella
aldri. Her hava fólk í øllum
aldrum sína hugsan um
hetta stórmálið fyri leirvík-
ingar.
Verður vegurin lagdur
her niðri í bygdini og við
broytingini við havnalag-
num fer hetta at fáa keði-
ligar fylgjur, heldur Andr-
ew:
- Eg vænti, at havnalagið
verður so mikið broytt, at
tað verður meiri suður í tí,
sigur Andrew Heinesen,
sum næstu ferð hann fyllir
verður 82 ár.
Tá formaðurin í valstýri-
num taldi upp, hvussu nógv
fólk høvdu verið á vali tann
fyrsta tíman, var talið kom-
ið upp um 30.
Eingin ivi verður um, at
nógvir leirvíkingar og onn-
ur við bíða spentir eftir
úrslitinum, tá tað fyriliggur
í kvøld.
Avgerandi svarið
kemur klokkan 21
Andrew Heinesen er sannførdur um at vegurin skal liggja her
uppi, omanfyri bygdina ...
.... meðan Joan Højgaard hinvegin er sannførd um at besta
loysnin er at leggja vegin niðri í bygdini. – Eg hugsi um børnini,
sigur hon
Christian Mouritsen
aftur í HB
Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, váttar, at Christian
Mouritsen, sum seinastu árini hevur verið knýttur at ung-
dómsdeildini hjá Manchester City, vendir heim til Føroya
og barndómsfelagið HB. Miðvallarin hevur seinastu tíð-
ina verið illa darvaður av skaða, og er ætlanin fyrst og
fremst at fáa U21 landsliðsleikaran kláran. – Tá hann er
komin fyri seg er ætlanin at royna eydnuna uttanlands
aftur. Meira fái eg ikki sagt júst nú, staðfestir Jákup í
Stórustovu.
Galathea var eitt flopp
Tað metir danski undirvísingarmálaráðharrin, Bertel
Haarder. Ætlanin við Galathea rannsóknarferðini, sum eisini
var framvið í Føroyum og hevði tveir føroyskar fólkaskúla-
næmingar við á túrinum, var at varpa øðrvísi ljós á gransk-
ing. Men hetta miseydnaðist, metir Bertel Haarder. Verk-
ætlanin kostaði 200 milliónir krónur, og Berterl Haarder
undrast nú yvir, hví hvørki fjølmiðlar ella danir sum heild
ikki tóku verkætlanina til sín. – Men tað eru ikki fjølmiðlar-
nir, ið hava ábyrgdina av hesum, men heldur er trupulleikin,
at vit høvdu skeivar samstarvsfelagar, sigur Bertel Haarder
við Politiken.