týsdagur 8. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 129 - 8. juli 2008
Taks hevur
upplýsingarnar
Fleiri av borgarunum, sum hava vent sær til Taks við
fyrispurningini um mvg av skrásetingargjaldi, hava fingið
at vita, at Taks ikki hevur hesar upplýsingar. Men hetta er
tó ikki heilt rætt. Tað er rætt, at Taks ikki hevur skrásetta
meirivirsgjaldið av skrásetingargjaldinum. Men Taks
hevur upplýsingar um skrásetingargjaldi av hvørjum bili
sær. Tí skal borgarin biðja um upplýsingar um hetta. Og
so annars rokna seg fram til meirvirðisgjaldið við at býta
skrásetingargjaldi við fýra.
Grotto-konsert
í Klæmintsgjógv
Týsdagin verður grotto-konsert í Klæmintsgjógv. Hetta er sein-
asta konsertin á skránni hjá Summartónum í ár. Klokkan 13.00
fer Norðlýsið av Havnini við kós ímóti Hestoynni, har grotto-
konsert verður í Klæmintsgjógv, ið er eitt helli, sum gongur
umleið 400 metrar inn undir Hestoynna. 250 metrar er siglandi
inn, og 150 metrar ber til at ganga. Konsertir hava regluliga
verið í Klæmintsgjóv síðani 1986, og konsertin týsdagin er tann
seinasta á skránni hjá Summartónum í ár. Tað er Dávur Juul
Magnussen, sum fer at spæla á trombone.
Við at halda fast
um, at mvg av skrá
setingargjaldi er eitt
mál millum bilasølu
og –keypara, hevur
Taks dýrkað eitt
møguligt mvgend
urgjald við einu
fjórðingi
Mvg
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Longu á heysti 2006 tók
Skatta- og avgjaldskæru-
nevndin avgerð um, at
borgari skuldi hava mvg
av skrásetingargjaldi end-
urgoldið frá Toll- og Skatt-
stovu Føroya, sum Taks tá
æt.
Hóast Skatta- og avgjalds-
kærunevndin er hægsi fyri-
sitingarligi
myndugleiki,
so hevur Taks higar til nokt-
að fyri at endurrinda mvg í
líknandi. Og hóast Skatta-
og avgjaldskærunevndin í
vár staðfesti, at Taks skal
fylgja tulkingunum, sum
nevndin ger innan skatta-
og avgjaldsøki, so noktar
Taks
framhaldandi
at
fylgja hesum.
Ístaðin hevur Taks støð-
ugt hildi fast um, at tey
viðgera hvørt mál sær,
heldur enn at nýta gamlar
avgerðir sum grundarlag.
Hetta tí stovnurin ikki met-
ir, at einstøku málini
kunnu samanberast.
Eykarokning
Men
samstundis,
sum
Taks hevur nokta at fylgt
ovasta
fyrisitingarliga
myndugleika, hevur stovn-
urin eftir øllum at døma
eisini økt møguliga endur-
gjaldi við einum fjórð-
ingini.
Skulu bilasølurnar end-
urrinda borgara fyri ov
nógv kravt mvg av skráset-
ingargjaldi, so eigur sølu-
mvg eisini at leggjast aft-
urat hesi upphædd. Hetta
tí bilasølan upprunaliga
hevur lagt ov nógv sølu-
mvg oman á endaliga
prísin.
Sum hugsað dømi kann
takast ein bilur, har mvg
av skrásetingargjaldinum
var 10.000 kr. Skal bilasøl-
an endurrinda keyparanum
hesar 10.000 kr., so skuldu
hesar jú ongan tíð verið
roknaðar upp í prísin. Og
tá vildi prísurin uttan mvg
verið 10.000 kr. lægri. Við
øðrum orðum, so skal
borgarin nú hava 12.500
kr. aftur frá bilasøluni,
heldur enn at fáa 10.000
kr. aftur frá Taks.
Tað hevur verið ført
fram, at samlaða mvg-upp-
hæddin í málinum um
mvg av skrásetingargjaldi,
er um 120 mió kr.. Skulu
hesar endurrindast umveg-
is
bilasølurnar,
verður
samlaða upphæddin tí 150
mió kr. Tó við tí fyrivarni,
at er talan um mvg-skrá-
sett virki í keyparaleiklut-
inum, hevur eyka sølu-
mvg’ið ongan týdning.
Sjálvmál
fyri 30
milliónir
Taks góðtekur, at mvg
av skrásetingargjaldi
verður avroknað
sum vanligt mvg. Tað
merkir samstundis,
at Taks góðtekur, at
bilasølur endurrinda
borgarum fyri ov
nógv kravt mvg. Í
alt er talan helst um
á leið 120 milliónir
krónur
Mvg
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kravdi landið 120 milliónir
krónur inn í heimildarloysi
í tíðarskeiðnum frá 1. mai
1999 til 28. apríl 2005? Tað
er spurningurin, sum leingi
hevur verið vendur, og har
Taks ikki vil boyggja seg
fyri hægsta fyrisitingarliga
myndugleika.
Skatta- og avgjaldskæru-
nevndin staðfesti longu á
heysti 2006, at tað var ikki
heimild at krevja mvg av
skrásetingargjaldi á bilum.
Ein orðing, sum stóð í lóg-
ini í oman fyri nevnda tíðar-
skeiði. Borgari kravdi á vári
2005 Taks eftir meirvirðis-
gjaldi, sum hesin metti
stovnin hava kravt inn uttan
heimild. Og á heysti 2006
gav Skatta- og avgjalds-
kærunevndin hesum borg-
ara viðhald.
Skatta- og avgjaldskæru-
nevndin hevur síðani stað-
fest, at avgerðir hjá nevndini
skulu fylgjast, og at hesar
avgerðir eiga at liggja sum
grund fyri øðrum málum av
sama slag, men hesum hev-
ur Taks ikki aktað.
Vísandi til, at Taks var
ósamt við nevndini vildi
stovnurin í fyrsta umfari als
ikki viðgera umsóknir frá
borgarum um líknandi mál.
Men tá Skatta- og avgjalds-
kærunevndin í vár staðfesti,
at hetta hevði Taks ikki
heimild til, varð Taks tving-
að at taka onnur mál upp til
viðgerð.
Men tað broytti tó ikki
nevnivert um niðurstøðurnar
hjá Taks. Í fyrsta lagi helt
stovnurin fast um, at øll
mál av hesum slag eru unik,
og at avgerðir í einum máli
tí ikki kunnu nýtast sum for-
dømi í líknandi málum.
Hetta hóast málini snúgva
seg um neyvt somu lógar-
viðurskifti.
Svarið frá Taks
Síðani Taks fekk at vita, at
málini skuldu viðgerast,
eru fleiri svarskriv skrivað,
og øll hava tey einsljóðandi
aftursvar. Nevnliga at Taks
metir hetta vera mál millum
bilasølur og -keypara.
Sosialurin hevur tí spurt
Taks, um stovnurin góðtek-
ur, at mvg av skrásetingar-
gjaldi verður viðgjørt á
sama hátt sum vanligt mvg.
Altso at bilasølurnar rinda
hetta, fyri síðani at mót-
rokna hetta, tá mvg-uppgerð
verður gjørd fyri hvønn
ársfjórðingin.
»Taks metir, at heimild
var at uppkrevja mvg av
skrásetingargjaldinum
í
omanfyri
nevnda
tíðar-
skeiði, og harvið góðtekur
Taks eisini, at hetta sølu-
mvg’ið varð avroknað við
landskassan.«
Soleiðis ljóðaði svarið,
sum vit eftir tvey spurnar-
umfør fingu frá Taks, og
tað merkir, at stovnurin góð-
tekur, um bilasølur endur-
rinda keypara mvg av skrá-
setingargjaldi, og at bilasøl-
urnar síðani avroknað hetta
í mvg-uppgerðum sínum.
Fyrningarfreist
Hinvegin er framvegis ikki
greitt, um svarið eisini merk-
ir, at allir bilaeigarar kunnu
fáa endurrinda ov nógv
goldið meirvirðisgjald.
Her vísir Taks støðugt til
fyrningarlógina frá 1908,
har tað sum meginregla er
galdandi, at endurgjaldskrøv
fyrnast eftir fimm árum.
Vit hava annars spurt
Taks, um tað er so, at virki
missir rætt at rætta mvg-upp-
gerðir, tá hesar eru fimm ár.
Um tað ikki eru aðrar
umstøður
galdandi,
tá
mistak er framt konsekvent í
tíðarskeiði, sum fevnir um
meira enn fimm ár. Og um
hesi krøv ikki eru fevnd av
regluni um, at fimm ára
reglan ikki traðkar í gildi,
fyrr enn borgari er vorðin
varugur við mistakið - altso
at fyrningarfreistin ikki byrj-
ar fyrr enn á heysti 2006.
Men hesum hevur Taks
ikki vilja svarað. Ikki annað
enn, at víst verður til fyrn-
ingarlógina.
Bilasølur kunnu gjalda út
Nú er líkt til, at bilasølur kunnu byrja at gjalda tær 120 milliónirnar, sum vórðu kravdar inn sum mvg av skrásetingargjaldi
ímillum 1999 og 2005