Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 129 - 8. juli 2008 Um næturnar á Skála­ trø fáa bátarnar vitjan av tjóvum, og tað ber ikki longur til at hava nakað l liggjandi á dekkinum, greiðir Mortan Johannesen, útróðrarmaður, frá Stuldur Bjørk K. Olsen bjork@sosialurin.fo Mortan Johannesen, útróðr­ armaður, greiðir frá, at bát­ arnar, ið liggja á Skálatrø, fáa ikki frið fyri stuldri. Bát­ arnir plagdu at hava greipur hangandi á dekkinum, tí tá koma færri flugur, men hetta ber ikki longur til, sig­ ur Mortan Johannesen.Tað er ofta, at bátarnir hjá mær og øðrum, hava fløskur við vatni liggjandi, men sjálvt hesar fáa ikki frið. Vit vita ikki, hvør stjelur, men vit hava ætlanir um at hanga myndatól upp. Tað eru tvey ár síðan, at bátarnir fingu brúnna á Skálatrø, og í fjør fór stuld­ urin at vinda upp á seg, og nú ber slett ikki til at hava nakað liggjandi uttan fyri stongdar dyr. Nyggj fløga við Stanley Samuelsen Á nýggju útgávunin – Tíðin rennur ­ hevur Stanley smíða løg til yrkingar av Janus og Hans Andreas Djurhuus, Rikard Long, M.S. Viðstein, Friðrik Petersen, Valde­ mar á Løgmansbø og eina egna yrking. Yrkingarnar eru útvaldar eftir trimum krit­ erium. Hugflog, náttúru og gudstrúgv. ­ Felags fyri øll trý er at tey ala fram myndir íð seta meg í eina ávísa sinnisstøðu, frá Janus Djurhuus’ Gekk í mánalýsi, sum er í slekt við væl umtóktu fantasy sjangruna, til poetisku yrkingina Vetrarmorgun hjá Váldemar á Løgmansbø yvir til Tídin rennur hjá Fr. Petersen sum fyri meg ímyndar barnatrúnna,­ tað reinastu og minst vandamiklu gudstrúgv, ið finnist” sigur Stanley í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum. Útgávukonsert verður í Reinsaríðnum í Vágsbotni mánadagin 14. juli kl. 20.00, og í Ribarhus í Fuglafirði týsdagin 15. Juli kl. 20.00. Stovna ferðavinnufelag Ein arbeiðsbólkur við umboðum innan føroysku ferða­ vinnuna er saman við Vinnuhúsinum í gongd við fyrireik­ ingarnar til stovnan av einum vinnufelagið fyri føroysku ferðavinnuna. Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at endamálið við felagnum er m.a. at fáa eina felags rødd fyri føroysku ferðavinnuna. Harumframt er ætlanin, at felagið skal virka fyri einum felags forum fyri ferðavinnuna, førleikamenning, betring av vinnumøguleikunum, samskip­ an av marknaðarføring, menning av góðsku­ og umhvørvistilvitan og mangt annað. Fólk stjala á Skálatrø RINGIÐ TEL 312 000 OG FÁIÐ EITT ÓBINDANDI TILBOÐ Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen HITAPUMPAN CTC-vørumerkið er vælkent hjá føroyingum. Við meira enn 50 árum á føroyska marknaðinum nýtist ikki at siga meira... Tygum fáa CTC-hitapumpuna hjá Mariu Poulsen. RINGIÐ TEL 312 000 OG FÁIÐ EITT ÓBINDANDI TILBOÐ Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp fo | www mp fo CTC-vørumerkið er vælkent hjá føroyingum. Við meira enn 50 árum á føroyska marknaðinum nýtist ikki at siga meira... Tygum fáa CTC-hitapumpuna hjá Mariu Poulsen.